Nøkur mál vórðu skrivað í ferðsluni í gjár

Lítið fólk var í býnum síðstu nátt. Løgreglan kannaði bilførarar, sum sluppu at blása, men her var alt í lagi. Fyrrapartin í gjár vórðu kortini nøkur mál skrivað í ferðsluni.

Í gjárkvøldið var ikki nógv fólk í býnum, og leygarnáttina var friðarligt í náttarlívinum. Her var stille og roligt og einki at seta fingurin á, sum vaktleiðarin á løgreglustøðini málbar seg í morgun.

 

- Vit vóru úti í Norðoyggjum, Eysturoy og í høvuðsstaðarøkinum seint leygarnáttina. Bilførarar sluppu at blása fyri at vita, hvussu støðan var, og her sá gott út, og einki mál varð skrivað.

 

Ikki júst so væl gekk, tá løgreglan kannaði ferðsluna í Eysturoy og í Havn fyrrapartin í gjár, og tá vórðu eisini onkrar ferðmátingar gjørdar. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í hesum kanningunum vórðu tilsamans fimm mál skrivað.

 

- Hesi mál vóru eitt nú fyri at tosa í handhildnari fartelefon, fyri ikki at hava tendrað ljósini á bilinum, og so steðgaðu vit eisini einum bygnaðarbroyttum prutli, sum vit rópa tað, tá prutlið er ólógligt.

 

Nakað av vindi var í støðum síðstu nátt, men vaktleiðarin visti í morgun at siga, at eingin hevði ringt og fráboðað nakran vindskaða - ella um aðrar trupulleikar, sum kundu staðist av veðrinum.