Iran dagførir talið av deyðum eftir spreingingar

Umframt tey deyðu, sum nú vera søgd at vera 84 í tali, er talið av løstaðum í álopinum 284, harav 30 sambært iransku myndugleikunum hava fingið álvarsligar løstir

Í gjár vóru tvær spreingingar nærindis grøvini hjá Qasem Soleimani í iranska býnum, Kerman. Her vóru nógv fólk savnað at minnast mannin, sum USA beindi fyri.

 

Qasem Soleimani var fyrrverandi leiðari hjá elituherinum í iransku kollveltingarhirðuni. Hann læt lív í einum amerikanskum dronuálopi í Irak í januar 2020.

 

Tað var, meðan minningarhald var á staðnum, har hann liggur jarðaður, at tvær spreingingar vóru. Myndugleikarnir í Iran siga, at talan var um eina yvirgangsatsókn.

 

Seinnapartin í gjár varð sagt, at talið av deyðum eftir atsóknina var 103, men nú siga iransku heilsumyndugleikarnir, at talið av deyðum eftir álopið er 84.

 

Heilsumálaráðharrin í Iran, Bahram Eynollahi, sigur, at mistakið er, at nøvnini á nøkrum av teimum, sum lótu lív, eru tald tvær ferðir.

 

- Umframt tey deyðu, er talið av løstaðum í álopinum 284, harav 30 hava fingið álvarsligar løstir, leggur heilsumálaráðharrin aftrat.

 

Iransku myndugleikarnir siga, at talan var um eina yvirgangsatsókn, men higartil hevur eingin tikið ábyrgdina av atsóknini.

 

- Dagurin í dag er lýstur av vera syrgidagur í Iran, veit tíðindastovan NTB, sum endurgevur aðrar útlendskar miðlar, at siga í morgun.

 

##med2##

 

 

 

Qasem Soleimani læt lív í amerikanskum dronuálopi í Irak í januar 2020.