mundi farið á flog. Men kortini er tað samlaða myndin av fólki, sum hugna sær og syngja við, ið stendur eftir í minninum. Hetta er føroysk mentan, hetta er samanhald og hetta flytir mørk, sigur Steintór Rasmussen [...] selt fleiri milliónir fløgur. - Westlife er sjálvandi ein. Tað er eitt heimsnavn, sum øll hava virðing fyri, og tað er Scorpions eisini, og tað sama kann sigast um Ronan Keating. So høvdu vit eisini Robin [...] Rasmussen. Talan er um eina rúgvu av fólki, sum er á ferð. - Vit kunnu ikki ansa eftir hvussu skjótt fólk koyra, tá tey fara í bilarnar, ella hava eftirlit við, hvussu tey sigla, men soleiðis er tað, tá fólk
síðani verður nógv skrivað um tá komandi Norðoyatunnilin. Hetta vikuskiftið fyri 10 árum síðani er tað Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum letur ilt av sær um Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra [...] Djurholm, aftur. – Karsten skuldi sópað fyri egnum dyr fyrst, tí tað er ongum øðrum enn honum sjálvum at takka fyri, at peningur enn ikki er tøkur til keyp ella ognartøku av jørðini í Klaksvík í sambandi við [...] nakað niðanfyri eini hálvari millión, var talan ikki um stórvegis útreiðslur, Vinnumálaráðið bað um. – Men 4. mars legði Karsten Hansen fram uppskot um eykajáttanarlóg, og peningurin til Norðoyatunnilin
mær far um tað, sum er á míni leið. At liva er at sansa, hyggja, hoyra og merkja, eisini í tí smáa. Um tað so bert er at merkja lotið í andlitið ella hoyra kráið frá eini kráku og ásanna, at tað er onkur [...] liva er eisini at ganga og mær er sagt at nú gera teir eisini gøtur fram við sjóvarmálanum úti við Strond. Tað er stuttligt at búgva í Havn og tað er gott at teir sum standa fyri borgum hugsa um at gera [...] sjálvt um hann er ein sera virkin borgarstjóri. Hjartaliga til lukku við teimum 40 árunum í býráðnum. Heðin. Tú hevur verið verdur at bíða eftir, borgarstjórin. Nú er breytin pakkað saman og vár er í hond
At heitið á filminum er »Sorg og glæde« fær helst fleiri okkara at hugsa um »Sorrig og Glæde de vandre til hobe« hjá Thomas Kingo, um Jørgen-Frantz Jacobsen og um Barbaru – og um sambandið hjá Nils Malmros [...] umstøðum. – Tað er rætt nokk, sigur Nils Malmros, tá vit nevna hetta fyri honum. Men hann leggur tó dent á, at fyri tað um hann tekur støði í sær sjálvum í hinum filmunum, so er talan tó um fiktión, meðan [...] havi valt at gera film um hesa hendingina og harvið almannakunngera sorgarleik okkara, so havi eg jú boðið bæði fjølmiðlunum og øllum øðrum at tosa um evnið og at spyrja okkum nærri um hendingina. Tað má eg
eisini, tí hetta var triðja árið á rað, at Klaksvíkingur hevði møguleika at vinna bæði FM og ólavsøkusigurin. Hetta var samstundis fimta ferðin, at klaksvikingar hevði møguleika at vinna hetta FM ferðasteypið [...] ferðasteypið. Tað eydnaðist at vinna, og harvið hava teir í Klaksvík í dag vunnið bæði ólavsøkusteyp og FM steyp til ognar. Tá ið bátarnir vóru komnir um málið, var tað eyðsýnt, at tað ikki bara vóru teir ellivu [...] part í FM heitinum. Ein av teimum er Svein Rógvi Ljósheim Nielsen, sum eftir róðurin á varmakeldu noyddist at mynstra av, tí hann var raktur av blóðtøppi í heilan. Tíbetur er Svein Rógvi komin seg so mikið
sum teir bjargaðu upp av havsins botni er verdur meiri enn eina milliard. Av hesum skal bretski landskassin hava 20%. Restina fær amerikanska felagið, so tað er ein øgilig finningarløn. Men felagið hevði [...] 1941, einar 500 kilometrar vestur úr Írlandi, skrivar danska Jyllandsposten um hendingina. Í lastini hevði Gairsoppas ikki færri enn 110 av silvuri og nakað síðani bjóðaði bretska stjørnin arbeiðið at bjarga [...] arbeiðið og tað eydnaðist eisini at finna vrakið fyri tveimum árum síðani. Tá ið amerikanska felagið hevði funnið vrakið á 4.700 metra dýpi, leigaði felagið Seabed Worker, har Jógvan á Lakjuni er yvirstýrimaður
ið telur einar 150 limir. - Tað er sjálvandi eitt sindur ymiskt, hvussu limirnir venja, men hetta er so størsta róðrarfelag í Aberdeen, sigur Ingibjørg Thomsen. Hon er rættiliga bitin av rógving. - Eg [...] ferðir á ánni um vikuna, og venja so í venjingarhølum aðrar seks ferðir, so vit tilsamans venja 10 ferðir um vikuna, sigur Ingibjørg Thomsen. Hon heldur, at støðið í skotskari rógving er rættiliga høgt [...] 2004 vóru vit veruliga við í kappingini við Firvaldi, og tá eydnaðist okkum at gerast nummar trý, greiðir Ingibjørg Thomsen frá. Eftir hetta legði hon kapprógvingina á hillina, meðan hon tók studentsprógv
við stórum stigum tekur seg inn á Víking og TB, og tey longri uppi á talvuni skulu heldur ikki kenna seg so trygg. Í B36 var vónbrotið stórt. Hetta var enn eina ferð staðfesting av, at tað er torført hjá [...] heimasigri, átti Dion sín leiklut, sum vit venda aftur til um eina skamma stund. Miðskeiðis í 1. hálvleiki bendi einki á, at talan skuldi verða um spennandi uppgerð, hóast tað úti á vøllinum gekk javnt á [...] argjafólk ikki so fegin um, sum tey í søguligum høpi plagdu at vera, tá ið B36 skoraði. Árstalsfelagið var liðið hjá teimum flestu uttanfyri ánna, har tað kendist vera langt til lokala umboðan í fremstu røð
m, sum liðið fer at vinna. Spurningurin er ikki, um HB verður meistari, men heldur nær tað verður staðfest. Sum tað sær út í løtuni, so verður tað um minni enn tveir mánaðir. Stór uppgáva Hjá Eyðuni Klakstein [...] eisini týðuligt, at um heimaliðið hevði kenst trýst á sær, so hevði tað borið til at trýst meiri á speedaran og harvið at økt um sannlíkið fyri størri leiðslu. Breiddin á HB liðnum er stór, royndirnar eru [...] num – er stór. Soleiðis var tað eisini í gjár. Gott og væl fimm minuttir undan steðginum bóru heimamenninir skjótt at. KÍ misti ofta í uppspælinum. Í hesum førinum var Andrew av Fløtum, ið er komin seg
vit skilja á lagnum, vóru tíðirnar í fleiri førum ikki frægari enn so, at har høvdu vit sum einki kunnað vunnið nógv gullmerki aftrat, umframt fleiri silvur- og bronsumerki. Men hóast tey, ið ofta hava [...] tað mesta um einstaklingaheiðursmerki, men eisini okkurt í liðkapping. Síðani kom frælsi ítrótturin við átta heiðursmerkjum, sum vóru tvey gull-, tvey silvur- og fýra bronsumerki, og har er kanska serliga [...] serliga vert at leggja til merkis, at hetta var fyrstu ferð í 10 ár, at frælsi ítrótturin vann gull, so eisini her var nógv at fegnast um. Skjótingin fekk sítt besta úrslit nakrantíð við tveimum gull- og