– Tað er rætt, at kona mín í eini psykosu drap dóttir okkara fyri 29 árum síðani. Hon hevði tá verið innløgd í tveir dagar á Psykiatrisk Hospital í Risskov við eini manio-depressivari psykosu, men var komin heim at halda vikuskifti. Eg var tíverri úti og helt ein fyrilestur, meðan hendingin fór fram.
Soleiðis greiðir Nils Malmros, leikstjóri og føroyavinur, Sosialinum frá hesi vanlukkuligu hending, sum hann nú hevur gjørt til film. Hendingin fór fram í heimi teirra í Højbjerg í Århus, har hjúnini enn búgva, tann 11. februar í 1984.
Eftir hendingina fekk konan, Marianne Tromholt, ein viðgerðardóm í hálvtannað ár.
Men hvussu kunnu eini foreldur halda fram í hjúnalag eftir slíkan sorgarleik, spyrja vit Nils Malmros.
– Tað eydnaðist okkum at finna eydnuna og kærleikan aftur, og Marianne, sum er lærari, kom aftur til arbeiðis sum lærari og kundi liva eitt vanligt lív, sigur hann.
Nils Malmros hevur so mangan tikið til úr bókini hjá Jørgen-Frantz um Barbaru, at:
»Kærleikin er sum login, ið brennur bjartast, tá angistin sum gjóstur heldur lív í honum...«
Og tað hevur eydnast teimum at koma víðari og liva saman – tó uttan at fáa fleiri børn.
Hóast onkur hevur vitað um hendan sorgarleikin, sum Nils Malmros og konan, Marianne Tromholt, hava verið fyri, so hevur søgan ikki verið alment kend. Søgan var frammi í donskum miðlum í 1984, men av tí at rætturin legði navnaforboð, so vórðu nøvnini ongantíð nevnd, og samleikin hjá familjuni ongantíð alment avdúkaður.
Nils Malmros sigur sjálvur, at nógv hava kent søguna – men ikki øll.
– Eisini fólk í Føroyum hava vitað hesa søguna – veit eg við vissu, sigur hann.
Hann heldur sjálvur, at tey eru væl viðfarin í so máta.
– Miðlarnir hava veruliga víst hógv og verið okkum vinarligir, bæði nú og í 1984, sigur Nils Malmros, sum tó heldur, at tað hevur verið í so ógvusligt at verið kioskbaskari á forsíðunum í Danmark í dagavís.
– Men tá eg nú havi valt at gera film um hesa hendingina og harvið almannakunngera sorgarleik okkara, so havi eg jú boðið bæði fjølmiðlunum og øllum øðrum at tosa um evnið og at spyrja okkum nærri um hendingina. Tað má eg so taka við, og tað geri eg fegin, sigur Nils Malmros.
At heitið á filminum er »Sorg og glæde« fær helst fleiri okkara at hugsa um »Sorrig og Glæde de vandre til hobe« hjá Thomas Kingo, um Jørgen-Frantz Jacobsen og um Barbaru – og um sambandið hjá Nils Malmros við Føroyar. Søgugongdin í skaldsøguni hjá Jørgen–Frantz Jacobsen er sanniliga eisini døpur, og sálarsjúka og tunglyndi fyllir eisini nógv í hjúnalagnum hjá Barbu og harra Pál – ella Bente Christine og Peder Arrheboe. Og so yrkir Kingo sálmin, tá Barbara er um konfirmatiónsaldur.
»Barbara« er einasti filmur hjá Nils Malmros, har hann ikki tekur støði í egnum upplivingum.
Filmarnir áðrenn Barbaru eru:
En mærkelig kærlighed 1968
Lars Ole, 5. c 1973
Drenge 1977
Kundskabens træ 1981
Skønheden og udyret 1983
Århus by night 1989
Kærlighedens smerte 1992
Síðani var tað Barbara í 1997
Filmarnar síðani eru:
At kende sandheden 2002
Kærestesorger í 2009
Sorg og glæde 2013
Pínan hevur fylt nógv í filmunum hjá Nils Malmros. Nú fáa vit uttan iva søguna aftan fyri hesa pínu, tí tað má vera ultimativa pínan at missa sína egnu dóttir undir so vanlukkuligum umstøðum.
– Tað er rætt nokk, sigur Nils Malmros, tá vit nevna hetta fyri honum. Men hann leggur tó dent á, at fyri tað um hann tekur støði í sær sjálvum í hinum filmunum, so er talan tó um fiktión, meðan tað í nýggja filminum eru egnu upplivingarnar í sorgarleikinum, hann vil vísa.
Men hann leggur dent á, at heitið ikki er »Sorrig og glæde«, sum hjá Kingo, men »Sorg og glæde«.
– Í veruleikanum, so var hetta heitið, eg vildi geva filminum »Kærlighedens smerte« í 1992, sigur Nils Malmros.
– Men so var tað ein filmsútleigari, sum helt, at tú kundi ikki selja ein film, sum hevði orðið »sorg« í heitinum. Men tað er altso nakað tvætl, sigur Nils Malmros.










