Føroyar vunnu 36 heiðursmerki

Hóast stórir heiðursmerkjaslúkar sum svimjing, bogaskjóting og judo slett ikki vóru við á leikunum á Bermuda, endaðu Føroyar við at vinna ikki færri enn 36 heiðursmerki: 10 gull-, 12 silvur- og 14 bronsumerki

Bogaskjóting og judo vóru slett ikki við, men Føroyar kundu havt svimjarar við, og sum vit skilja á lagnum, vóru tíðirnar í fleiri førum ikki frægari enn so, at har høvdu vit sum einki kunnað vunnið nógv gullmerki aftrat, um­framt fleiri silvur- og bronsu­merki.
Men hóast tey, ið ofta hava vunnið Føroyum flest heiðursmerki, ið vóru á Bermuda, eydnaðist tað hinum ítróttar­greinunum at spíla seg so mikið væl út, at tað bleiv til eina rúgvu av heiðursmerkjum allíkavæl. Og hesi heiðursmerki komu í einum so jøvnum streymi, at hýrurin allar leikirnar var góður og fólk spent, hvussu tað heila nú fór at hilnast.
Tað vísti seg, at fimleikurin, sum eisini onkuntíð fyrr hevur vunnið Føroyum nógv á oyggja­leikum, stóð seg best við fýra gull-, seks silvur- og fimm bronsumerkjum, ella 15 heiðursmerkjum til­sam­ans. Her var talan fyri tað mesta um einstaklinga­heiðurs­merki, men eisini okkurt í lið­kapping.
Síðani kom frælsi ítrótt­urin við átta heiðursmerkjum, sum vóru tvey gull-, tvey silvur- og fýra bronsumerki, og har er kanska serliga vert at leggja til merkis, at hetta var fyrstu ferð í 10 ár, at frælsi ítrótturin vann gull, so eisini her var nógv at fegnast um.
Skjótingin fekk sítt besta úrslit nakrantíð við tveimum gull- og einum bronsumerki, badminton fekk fekk eitt gull-, eitt silvur- og tvey bronsumerki, flogbóltur eitt gullmerki, súkkling tvey silvur- og tvey bronsumerki, og so vunnu vit eisini eitt silvurmerki í triathlon.
Samanlagt endaðu Føroyar nummar sjey, sum mundi vera á eini góðari leið, tí vanligu kappingarneytarnir hjá Føroyum stóðu seg enn einaferð væl, og hesaferð kundu teir eisini býta ímillum sín heiðursmerkini, Føroyar ikki kundu fáa hesaferð.
Samanumtikið má sigast, at væl gekst Føroyum, og hóast kanska bara marginalar gjørdu munin, so ikki enn fleiri finalupláss og gylt heiðursmerki vórðu vunnin, kunnu føroysku ítróttarfólkini vera errin av sínum góðu avrikum og síni frálíku umboðan fyri Føroyar.