Í Sosialinum fyri 10 árum síðani verður nógv skrivað um tá komandi Norðoyatunnilin. Hetta vikuskiftið fyri 10 árum síðani er tað Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum letur ilt av sær um Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra fyri Tjóðveldi, sum í blað frammanunda hevur skuldsett, landsverkfrøðingin og Vinnumálaráðið fyri at hava borið seg ov seint at í sambandi við umbøn til eykajáttan til verkætlanina við Norðoyatunnlinum.
– Karsten ber beinleiðis ósannindi, segði Bjarni Djurholm.
Vit endurgeva greinina úr Sosialinum 6. augst í 2003 her:
»Nakað av stríði hevur staðist í gongdini við ognan av privata lendinum í Klaksvík, har vegagerð skal gerast í næstum frá komandi tunnilsmunnanum til landsvegin.
Karsten Hansen, fíggarmálaráðharri, segði leygardagin í Sosialinum, at privateigararnir eftir røttum langt síðani skuldu f ingið boð frá landsverkfrøðinginum gjøgnum brøv, umframt at umbøn til eykajáttan frá Vinnumálaráðnum til Norðoyatunnilin kom sera seint.
Beinleiðis ósannindi
Hesum vísir vinnumálaráðharrin, Bjarni Djurholm, aftur.
– Karsten skuldi sópað fyri egnum dyr fyrst, tí tað er ongum øðrum enn honum sjálvum at takka fyri, at peningur enn ikki er tøkur til keyp ella ognartøku av jørðini í Klaksvík í sambandi við Norðoyatunnilin.
Bjarni Djurholm vísir á, at Vinnumálaráðið langt síðani hevur vent sær til Fíggjarmálaráðið, og eykajáttanin, sum í løtuni verður bíðað eftir, er triðja umbønin frá Djurholm og co.
Játtanin fall burtur
Bjarni Djurholm vísir á, at Fíggjarmálaráðið ikki tóktist arbeiða serliga álvarsamt við umbøn teirra um eykajáttan til keyp av lendi til vegagerð.
– 22. oktober 2002 søktu vit um pening at útvega jørð til vegagerð í Klaksvík, men tá eingin peningur var játtaður, og tá tað leið út ímóti ársskiftið og nýtt fíggjarár byrjaði, eydnaðist ikki landsverkfrøðinginum at gera avtalu um keyp av lendi, tí peningurin ikki var á fíggjarlógini 2003. Tískil fall játtanin burtur, vísir Bjarni Djurholm á. Hann leggur afturat, at talan bert var um umleið 200.000 krónur samanborið við samlaðu verkætlanina á 3400 mió. krónur.
Enn ein noktan
Í nýggja árinum fór Vinnumálaráðið aftur undir at útvega neyðuga peningin til ognan av jørð í Klaksvík, so Landsverkfrøðingurin kundi fara í holt við keyp ella ognartøku av jørðini umframt at upplýsa privateigararnar við brøvum.
Seint í februar varð næsta umbøn í Fíggjarmálaráðnum, og við tað at gamla Ternan var sett á sølulistan fyri nakað niðanfyri eini hálvari millión, var talan ikki um stórvegis útreiðslur, Vinnumálaráðið bað um.
– Men 4. mars legði Karsten Hansen fram uppskot um eykajáttanarlóg, og peningurin til Norðoyatunnilin varð ikki tikin við, sum landsverkfrøðingurin so harðliga hevði brúk fyri til ognan av lendinum í Klaksvík.
Karsten skuldina
Hetta er frágreiðing og aftursvar Bjarna Djurholms til seinkanina við arbeiðinum at gera fast samband tvørtur um Leirvíksfjørð, og í løtuni verður bíðað eftir, hvussu triðja umbønin frá Vinnumálaráðnum verður móttikin í Fíggjarmálaráðnum.
– Beint áðrenn summarfrítíðina søktu vit so fyri triðju ferð um pening til Norðoyatunnnilin fyri august 2003, og vónandi fáa vit hesaferð peningin til vegagerðina frá ætlaðu rundkoyringini og til Oyravegin.
Bjarni Djurholm vísir á, at við útsøgnum Karsten Hansens í Sosialinum leygardagin eru beinleiðis ósannindi borin fram við upplýsingum, sum als ikki samsvara veruleikanum í hesum máli.
– Tað er ógvuliga harmiligt, at ein landsstýrismaður á slíkan hátt vaskar sær um hendurnar og koyrir skuldina yvir á landsverkfrøðingin og Vinnumálaráðið, og sjálvsagt kunnu vit ikki lata tað fara aftur við borðinum, eru seinastu orðini hjá einum bersøgnum Bjarna Djurholm um framferðarháttin hjá Karsteni Hansen, fíggjarmálaráðharra.
---
Gongdin í málinum um Norðoyatunnilin
Fyrrapartin týsdagin sendi Vinnumálaráðið Sosialinum sína útgávu av gongdini í málinum um Norðoyatunnilin, eftir at Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, hevði lagt Vinnumálaráðið undir at bera seg ov seint at.
Gongdin í málinum um keyp av lendi til veg frá ætlaða rundkoyring yvir í Oyravegin (Norðoyartunnilin):
30. september 2002:
Karsten Hansen leggur fram uppskot til fíggjarlóg fyri 2003.
22. oktober 2002:
Landsverkfrøðingurin heitir á Vinnumálaráðið um at seta pening av til keyp av lendi til Oyravegin.
14. november 2002:
Vinnumálaráði heitir á Fíggjarmálastýrið um at seta pening til vegagerðina á uppskotið til eykajáttanarlóg fyri november.
29. november 2002:
Karsten Hansen leggur fram uppskot til eykajáttanarlóg fyri november í Løgtinginum. Umbønin um keyp av lendi við.
17. desember 2002:
Landsverkfrøðingurin sendir teldupost til Vinnumálaráðið (NW), við ynski um, at m.a. peningurin til keyp av lendi verður endurjáttaður á fíggjarlógini fyri 2003, um so er, at eykajáttan ikki verður veitt ella at tíð ikki verður til at avgreiða handilin í 2002. Ikki stundir at fáa Fíggjalógina 2003 broytta, áðrenn hon varð samtykt dagin eftir – 18.des.
19. desember 2002:
Eykajáttanarlóg fyri november samtykt við 3. viðgerð.
20. desember 2002:
Eykajáttanarlógin verður lýst, og kemur í gildi dagin eftir.
31. desember 2002:
Seinasti kjansur hjá Landsverkfrøðingurin at gera avtalu um keyp av lendi, eydnaðist ikki, játtanin datt burtur.
27. februar 2003:
Vinnumálaráðið sendir Fíggjarmálaráðnum sítt endaliga íkast til eykajáttanarlógina fyri mars 2003 um m.a. at fáa nýggja játtan til keyp av lendi í samb. við tunnilsgerðina. Umbønin helst útreiðsluneutral, tí uppskot eisini var um at selja Ternuna 1 fyri 0,3 mio.
4. mars 2003:
Karsten Hansen leggur fram uppskot til eykajáttanarlóg fyri mars. Vinnumálaráðið kann staðfesta, at ynskið hjá Vinnumálaráðnum um pening til keyp av lendi ikki er tikið við í uppskotið, sum verður lagt fram.
9. juni 2003:
sendir Vinnumálaráðið aftur Fíggjarmálaráðnum uppskot til eykajáttan, hesaferð fyri august 2003, har m.a. aftur verður biðið um játtan at keypa lendi til vegagerðina frá ætlaðu rundkoyringini yvir í Oyravegin.
NB:
Landsverkfrøðingurin hevði frá 21. til 30. desember til at avgreiða keyp av lendi, og tað eydnaðist ikki. Roynt varð at fáa peningin endurjáttaðan í fyrstu eykajáttanini (mars 2003), men Fíggjarmálaráðið valdi ikki at taka umbønina við í framlagdu eykajáttanina.«