Tað var rættilig skattajakt, tá ið Jógvan á Lakjuni í Klaksvík, og hinir umborð á norska skipinum, Seabed Worker, bjargaðu heimsins størsta silvurskatti upp av havsins botni.
- Hetta var øgiliga spennandi, men tað skal gott tol til, sigur Jógvan á Lakjuni, tá ið vit hittu hann á máli í kvøld.
Á myndin sæst hann umborð á Seabed Workers.
Fyri tveimum árum síðan fann amerikanska felagið, Odyssey Marine Exploration, ið sum leitar eftir gomlum skipsvrakum, eisini vrakið av bretska farmaskipinum, Gairsoppas, sum ein týskur kavbátur søkti í 1941, einar 500 kilometrar vestur úr Írlandi, skrivar danska Jyllandsposten um hendingina.
Í lastini hevði Gairsoppas ikki færri enn 110 av silvuri og nakað síðani bjóðaði bretska stjørnin arbeiðið at bjarga skattinum út.
Tað var amerikanska felagið, Odyssey Marine Exploration, sum hevði besta boðið og fekk arbeiðið og tað eydnaðist eisini at finna vrakið fyri tveimum árum síðani.
Tá ið amerikanska felagið hevði funnið vrakið á 4.700 metra dýpi, leigaði felagið Seabed Worker, har Jógvan á Lakjuni er yvirstýrimaður, til at bjarga skattinum.
- Vit fóru undir arbeiðið í fjør og tá bjargaðu vit næstan helvtini av silvurlastini, sigur Jógvan á Lakjuni við in.fo.
Teir hildu so fram í ár og hesuferð eydnaðist tað at bjarga hinari helvtini.
Odyssey Marine Exploration upplýsir, at í fjør bjargaðu tey 1.218 stongum av silvuri, ella áleið 48 tonsum. Í hava tey so bjargað 1.574 stongum afturat, ella stívliga 61 tonsum.
Sostatt hava teir bjargað stívliga 109 tonsum av silvuri og tað er 99,3% prosent av allari silvurlastini, tí tey vita upp á grammið, hvussu nógv silvur var í lastini.
Tilsamans bjargaðu teir 2.792 stongum av silvuri.
- Tað vóru bara 25 stengur av silvuri, sum liggja eftir umborð, restina fingu vit bjargað, sigur Jógvan á Lakjuni
Seabed Worker er eitt fjølbroytt skip, sum verður brúkt til alskyns endamál, men teir arbeiða mest á havbotninu, sigur yvirstýrimaðurin úr Klaksvík.
Umborð hava teir tólmenni, sum kunnu fara heilt niður á 6000 metra dýpi.
Tólmenni er væl útgjørt við saksum og øllum møguligum og fleiri vikur fóru bara við at klippa seg niður ígjøgnum skipið, heilt niður í lastina, sigur hann. Vit kliptu bjálkar av, skæddu plátur upp og grabbaðu órudd í fleiri dagar, áðrenn vit komu niður í eina last. Og so var einki at finna, men so var bara at byrja av nýggjum til tað bar á mál.
Hendi eitt tekniskt brek, tók tað tríggjar og ein hálvan tíma at fáa tólmenni upp, áðrenn tað kundi umvælast og so tók tað aðrar tríggjar og ein hálvan tíma at fáa tað niður aftur á skipið.
- So tað var øgiliga spennandi, tí tað var rættilig skattajakt. Men tað skuldi tol til, sigur Jógvan á Lakjuni.
Skatturin, sum teir bjargaðu upp av havsins botni er verdur meiri enn eina milliard.
Av hesum skal bretski landskassin hava 20%.
Restina fær amerikanska felagið, so tað er ein øgilig finningarløn. Men felagið hevði sjálvandi leigað Seabed Worker fyri fastan prís at royna at bjarga skattinum, so skip og manning fáa ikki burtur av finningarlønini.










