ella kristnar sangir til mín sjálvs. Í mínum føri lýsi eg mína støðu, t.d. í sanginum ”Sólin Hevur Sæð” av fløguni ”Á Brúnni”. Tann sangurin lýsir væl byrjanina til mín áhuga fyri kristindóminum, sigur [...] dagin vendi sær til Guð og bað hann um at taka yvir. Sum vant fyri Martin var avgerðin grunda á rationella hugsan. - Eg hugsaði, onnur klára at halda uppat við at drekka við at venda sær til Guð. Um eg trúgvi [...] framman fyri borðið. Har vóru massar av fløskum, og eg kundi tikið mær ein smakk, uttan at nakar legði tað til merkis, men tiltrekningurin var farin, a spell was broken, eg hevði ikki hug til alkohol longur
beundra tey, sum ár aftaná ár leggja summarferiuna soleiðis til rættis, at tey eru heima á ólavsøku, við tí fyri eyga at vera her, fyri at hjálpa til. Og áðrenn stóra felagssangin, fer Njál aftur í ár at hava [...] hevur Njál Djurhuus leita heim til Føroya. Tað hevur hann gjørt hvørt ár í mong ár nú. – Eg flutti til Noreg í 1961. Tey fyrstu árini var tað ikki soleiðis, at eg var heima til hvørja ólavsøku, greiðir Njál [...] gjørdist tað fastur táttur hjá Njál at leita heim til Føroya á hvørjum ári. Og hví leitar Njál so heim aftur til Føroya hvørt summar? – Jú, tað er alskurin til landið og fólkið, sum fær meg at leita heim aftur
at hesir filmarnir eru ov »smalir« fyri føroyskt publikum . Tann størsta filmslistin er ov »smøl« fyri føroyingar. Kanska. Ella er føroyskt publikum ov »smalt« fyri veruliga filmslist? Kanska. Næsti filmurin [...] bæði ummælarar og hyggjarar. Ikki uppiborin heiður, haldi eg. »Einglar alheimsins« hevur longu fingið onkra heiðursløn. Og hann er júst nú innstillaður til fleiri, heilar seks Eddu-heiðurslønir í Íslandi [...] millum kostnað og dygd. Kortini verður kostnaðurin brúktur sum reklama fyri filmar, sum kosta nógv at gera. Og viðvørt eisini fyri filmar, sum kosta lítið at gera. Kjarnin í einum góðum filmi er ein góð
ár verða tey seinastu fyri kommunuvalið, sum verður aftur næsta heyst. Hvørji mál er borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli T. Petersen, serliga fegin um at hava verið við til at framt í hesum valskeiði [...] a sum hendi í 2019? - At ásanna, at tað nærum er ógjørligt hjá ungum vestmenningum at fáa fígging til húsabygging. Nærum øll tey níggju grundstykkini eru seld, men ikki hómast so mikið sum eitt fundament [...] vinnulívið hevur góðar umstøður, og íbúgvar trívast í kommununi. Privat gleðist eg eisini yvir, at øll míni hava tað gott, og at familjan økist. Hvar og hvussu fer borgarstjórin at halda jól í ár? - Vit eru
Hans Andrias Sølvará ---- Takk fyri viðmerkingina Jógvan. Sannroyndirnar í hesum kjakinum eru, at eg - uttan at taka støðu til ítøkiliga innihaldið - havi endurgivið úr endurminningunum hjá einum eygnavitni [...] eygnavitni í Klaksvík, Josiasi Matras (1904-1972), sum grundgeving fyri, at “summi” í Klaksvík “vilja siga”, at Kjølbro hevði ov stóran týdning fyri lívið har í 1920 og 30 árunum, meðan Jógvan, ið varð føddur [...] føddur í 1944, uttan nakra Keldu, leggur eygnavitnið Josias undir at fremja “søgureingjan”. Til mína nýtslu av endurminningunum hjá Josiasi er bara neyðugt at staðfesta, at líknandi sjónarmið vóru í Klaksvík
Poulsen sigur, at um vit føroyingar ikki eru nøgdir við avtaluna, so hava vit frítt at fara til Haag og brúka 5 ár til tað, fleiri tíggjutals milliónir, liva við óvissuni um, at vit fáa eitt verri úrslit, og [...] bíðað í fleiri ár at sleppa út í tað Hvíta øki - so kundi jú vera vandi fyri, at oljufeløgini rætt og slætt mistu tolið og fóru til onnur øki í heiminum. -Skuldi tað hent, at feløgini tóku seg heilt aftur [...] í tí nevndini, sum samráddist við donsku stjórnina og loksins fekk danir at lata føroyingum rættin til undirgrundina. Nú ein avtala við Bretland um markið liggur á tingborði hava vit spurt Halgir W. Poulsen
eigaranum. Tað bar ikki til, helt eg, men tá ið eg ringdi til hann, segði hann sum var og eg varð uppsøgd. Marjun Joensen hevur kært framferðina í uppsøgnini til leigunevndina. - Í skrivi til leigunevndina havi [...] ber rætt og slætt ikki til at finna eina íbúð ella eini hús at leiga. Og tað sum er til leigu er so dýrt, at ein inntøka ikki er nóg mikið at rinda av. - Hús verða leigað út fyri 10.000 kr. um mánaðin og [...] uttan útlit til ein nýggjan bústað. Dagarnir hjá kettuni, sum hevur verið í familjuni í sjey ár, eru eisini taldir. Óteljandi royndir hevur Marjun gjørt at fáa annan bústað, hon hevur ringt til fólk, sum
undirritaði verða føddur 200 ár ov seint. Kæru fólkavaldu: Um tit eru ov bangnir fyri at lata eyguni upp fyri hesum trupuleika, bara fyri ikki at verða kallaðir: mans-sjavunistar. Ja so kunnu tit stinga í sekkin [...] frælsinum at meini. Somuleiðis hevur hetta verið oyðileggjandi fyri familjumynstrið. Karrieran framum Hjá mongum er tað eisini komið har til, at karrieran verður sett hægri, enn tað menniskja, ið veruleikanum [...] og eiga alla tað likamligu og sálarligu styrki, sum krevst til hesa stóru uppgávu (ikki smávegis uppgáva) má verða ein stórur fyrimunur fyri foreldrini. Kortini velja nógvar kvinnur, at karrieran skal
gevur pláss fyri, at øll kunnu sleppa framat við eini viðmerking til tað, tekningin sipar til. Óli minnir á, at vilt tú drepa alt kjak, skal tú bara fáa sannført fólk um, at tey ikki hava skil fyri at siga [...] Sosialurin upp fyri stóru avbjóðingini hjá mær sum blaðteknara. Stemningurin millum fólk var næstan ikki til at halda út. Alt var svart/hvítt fyri tað mesta bara kolasvart, og tað sá veruliga ikki út til at vera [...] ómetaliga ólukkulig, og tað eru ikki míni ørindi at gera viðmerkingar til hana. Men mátin, hon hevur verið førd fram í fjølmiðlunum hevur leingið órógvað meg, og átti fyri langari tíð síðani at fingið onkra
sær víðari luttøku, so var tað av alstórum týdningi fyri danskan fótbólt, at teir eisini vunnu dystin á Tórsvølli. Hetta fyri at tryggja nøkur stig til UEFA roknskapin, sum er galdandi, tá avgerast skal [...] sigurin hjá okkum, og eg varð als ikki bilsin av, at B36 í dag sýndi nógv betri spæl enn fyri 14 døgum síðani, helt hann fyri, tá hann varð spurdur, um AB kanska hevði undirmett B36 grundað á stórsigurin í fyrra [...] Andersen seinni rýmdi til FCK, hevur hetta ikki nervað ítróttarligu gongdina í felagnum. Per Friman hevur verið við í stórum parti av hesari framgongd, og hann dylur heldur ikki fyri, at hetta hevur verið