Einki fundament hómast á Grótbrúgv

- Tað er nærum ógjørligt hjá ungum vestmenningum at fáa fígging til húsabygging, sigur borgarstjórin, Pauli T. Petersen.

 

Jólini í ár verða tey seinastu fyri kommunuvalið, sum verður aftur næsta heyst. Hvørji mál er borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli T. Petersen, serliga fegin um at hava verið við til at framt í hesum valskeiði?

- Hetta valskeiðið eru gjørdar umfatandi dagføringar av vegum, gonguteigum og nýggj brúgv um Fossá. Vit hava eisini fingið sera snotuligu útstykkingina á Grótbrúgv, umframt at tað líður væl við spillvatnsætlanini. Hetta eri eg sera væl nøgdur við.

Spurdur, hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir av hesum valskeiði, sigur borgarstjórin, at dentur fer at verða lagdur á trivnað og mentan hetta seinasta árið, hann er borgarstjóri, og hann vissar um, at her eru sera spennandi ætlanir eru í stoypiskeiðini.

Hvat var tað keðiligasta sum hendi í 2019?

- At ásanna, at tað nærum er ógjørligt hjá ungum vestmenningum at fáa fígging til húsabygging. Nærum øll tey níggju grundstykkini eru seld, men ikki hómast so mikið sum eitt fundament uppi á Grótbrúgv enn, sigur ein harmur, Pauli T. Petersen.

Hann heldur eisini, at úrslitið av løgtingsvalinum var keðiligt.

Og hvat var tað besta, sum hendi í 2019?

- Í kommunuhøpi, at tað gongur væl í Vestmanna. Vit hava sera dugnalig og røsk starvsfólk, vinnulívið hevur góðar umstøður, og íbúgvar trívast í kommununi. Privat gleðist eg eisini yvir, at øll míni hava tað gott, og at familjan økist.

Hvar og hvussu fer borgarstjórin at halda jól í ár?

- Vit eru altíð heima á Rógvugarði jólaaftan. Vit fara í kirkju, eta stokt ræst kjøt og mandlurís, og vit gleðast saman við børnunum um jólagávurnar.

Pauli T. Petersen sigur, at jóladag verða tey hjá foreldrunum hjá honum, og her verða eisini systrar við makum og børnum, elsti sonurin, verdótturin og abbadóttirin, eins og verforeldrini koma úr Vági.

- Eg vil ynskja øllum - nær sum fjar - eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Verið góð við hvønn annan, eru seinastu orðini hjá borgarstjóranum í Vestmanna kommunu, Paula T. Petersen, í hesum umfari.