BÚSTAÐARNEYÐ
Í trý ár hava Marjun Joensen og hennara fýra børn, Maria, sum er 7 ár, Signhard, sum er 8 ár, Gunnvald, sum er 14 ár, og Lütje, sum er 16 ár, búð í leigaðum húsum á Norðasta Horni í Havn. Uttan ávaring eru húsini seld og familjan stendur á gøtuni í dag 1. juni, uttan útlit til ein nýggjan bústað. Dagarnir hjá kettuni, sum hevur verið í familjuni í sjey ár, eru eisini taldir. Óteljandi royndir hevur Marjun gjørt at fáa annan bústað, hon hevur ringt til fólk, sum kanska kundu funnið uppá at leiga út, ringt upp allar lýsingarnar í bløðunum, og nú í seinastuni hevur hon heitt á sosialu deild í Tórshavnar býráð um hjálp - alt higartil til fánýtis. Á sosialu deild hevur hon í skrivandi løtu onga hjálp fingið, tey skilja væl støðuna hon er í, men hava ongan bústað at vísa henni á.
- Vit eru í dýrastu neyð, eg veit ikki míni livandi ráð, hvat eg skal gera. Var eg einsamøll, hevði tað gingið onkusvegna, men eg havi einsamøll ábyrgdina av fýra børnum, og tað er ein stór ábyrgd. Tað kemur ikki uppá tal at fara á Sjómansheimið at búgva við fýra børnum. Heldur ikki fyribils. So fari eg heldur av landinum, sigur Marjun.
Eittans tvey fólk hava givið neyðarrópinum hjá Marjuni í bløðunum, har hon sóknast eftir eini íbúð, ans. Men hesi búgva á bygd og í Danmark. Foreldrini hjá Marjun búgva í Suðuroy og haðar hevur hon ikki hug at flyta. Í Havn ber rætt og slætt ikki til at finna eina íbúð ella eini hús at leiga. Og tað sum er til leigu er so dýrt, at ein inntøka ikki er nóg mikið at rinda av.
- Hús verða leigað út fyri 10.000 kr. um mánaðin og meir uttan ljós og hita, og íbúðir, sum ikki eru í góðum standi, fara fyri 5-6.000 krónur. Nógv, sum verður leigað út er í so ringum standi, at tað er stór skomm. Tað átti ikki at verið loyvt at krevja so nógv, sigur Marjun.
Rívast upp við rót
Marjun og børnini eru flutt ofta. Íbúðin hevur antin verið ov dýr, í ov ringum standi ella eigarin hevur havt aðrar ætlanir við henni.
- Grundarlagið undir eini familju er eitt heim. Tað er ikki lív at verða tveitt á dyr í tíð og ótíð. Men tað ringasta er, at børnini hvørja ferð skulu rívast upp við rót. Hvørja ferð skulu tey laga seg til eitt nýtt øki, fáa nýggjar vinir, kanska nýggjan skúla og so framvegis. Á Norðasta Horni fullu vit til beinanvegin, her er so gott at vera og eldri børnini hjá mær hava allar sínar vinir her. Á Norðasta Horni er ein serligur felagsskapur, tí býlingurin liggur uttan fyri Havnina. Tað er ein ræðuligt støða aftur at flyta tey, sigur Marjun.
- Havnin vil hava alt, oljuvinnu og hvat veit eg, uttan fólk, sum ikki klára at útvega sær ein bústað sjálvi. Tað er óskiljandi, at politikarar vilja hava alt til Havnina uttan at síggja til, at hesi nógvu fólkini fáa nakað at búgva í.
Marjun hevur aldri droymt um at fáa sítt egna heim, byggja ella keypa hús. Og hon ivast ikki í, at tey eru nógv, sum als ikki hava hug ella umstøður at fáa føtur undir egið borð. Sjálv hevur hon ongan møguleika at ogna sær eini hús.
- Húsaprísirnir eru ikki til eina sum meg. Eg havi arbeiði og klári at gjalda eina rímiliga leigu, men eg havi hvørki hug ella umstøður at keypa hús. Leigar tú stendur tú nógv fríari. Vórðu íbúðarbygningar bygdir, kundu vit leigað so leingi okkum lystir. Akkurát sum aðra staðni, har fólk leiga somu íbúð alt teirra lív.
Hendir einki í dag ella næstu dagarnar, fara Marjun og børnini til Danmarkar, har hon hevur vinir og familju.
- Í løtuni sær tann loysnin út sum einasti møguleikin. So fari eg fyrst niður, finni okkurt at búgva í, og so flyta vit øll. Fara vit til Danmarkar byrja vit av nýggjum, út á bygd í Føroyum havi eg ikki hug at fara. Eg skal ikki mála umstøðurnar í Danmark ljósareyðar, men har verður tú ikki blakaður á gøtuna í tíð og ótíð. Hinvegin havi eg fingið kaldliga móttøku á donskum kommunuskrivstovum, tá ið eg havi sagt hvørji støðu eg eri í fyri at kanna, um tey hava ein bústað at vísa mær á.
Óvirðilig framferð
Tað eru fýra vikur síðani, at Marjun varð uppsøgd úr húsunum. Leigusáttmálin sigur ein mánaða uppsagnartíð. Frá útleigaranum hevur Marjun av fyrstan tíð fingið at vita, at hon kann leiga í nógv ár. Talan kundi verða um eini 5-10 ár. Men meðan hon var í Danmark í mars vórðu húsini seld uttan Marjun varð ávarað. Fólk hava verið inni í húsunum og hugt uttan at hon visti av, og tað er ein ógvuliga ódámlig framferð, heldur hon.
- Eg hoyrdi frá fólki, at húsini vórðu seld, ikki frá eigaranum. Tað bar ikki til, helt eg, men tá ið eg ringdi til hann, segði hann sum var og eg varð uppsøgd.
Marjun Joensen hevur kært framferðina í uppsøgnini til leigunevndina.
- Í skrivi til leigunevndina havi eg greitt frá, hvussu eg eri uppsøgd og hvussu húsini eru seld uttan at eg havi fingið tað at vita. Eg frásigi mær uppsøgnina, bæði fyri at vísa á, at framferðin er óvirðilig, og sjálvsagt fyri at bjarga mær og børnum mínum í hesi ræðuligu støðuni, vit eru í. Nú fái eg at vita, kæran skal vera leigunevndini í hendi tvær vikur eftir, at uppsøgnin er móttikin. Hetta visti eg ikki, og eg var ein dag ov sein. Tað er láturligt.
- Á býráðnum havi eg fingið at vita, at leigunevndin kann ikki koyra meg út uttan at hava annan bústað at vísa mær á, meðan leigunevndin sigur, at tað kann hon. Leigunevndin sigur eisini, at leigusáttmálin hjá mær er ógildigur, tí hann er ikki góðkendur hjá teimum, og hetta fær eigarin bót fyri.
Hvat hendir fríggjamorgunin 1. juni?
- Eg bíði til fútin kemur at blaka meg út.
Áheitan
Í bløðunum í morgin sóknast Marjun Joensen eftir fólki, sum eru í somu støðu sum hon. Hon vil fegin koma í samband við so nógv sum til ber soleiðis at tey í felag kunnu gera nakað fyri at basa stóru bústaðarneyðini í Havn.
- Mær vitandi eru vit ógvuliga nógv, sum ikki klára at útvega eina íbúð ella okkurt at búgva í. Men føroyingar eru býttliga stoltir. Fá tora at vísa, at tey eru í neyð. Heldur vísa tey úteftir, at alt er í fínasta lagi. Men tú fært einki burtur úr at halda hesa maskuna. Ístaðin eiga vit at viðganga, hvørji støðu vit eru í og gera nakað við trupulleikan, og nú er tíðin komin at langa nevan í borðið, bróta upp um ermar og gera nakað. Ætlanin er so at trýsta á røttu myndugleikarnar fyri at fáa eyguni hjá teimum upp fyri ræðuligu støðuni nógv við mær eru í, sigur Marjun Joensen at enda í viðtali.









