á rað. B36 hevur alt kappingarárið stríðst í oddanum av deildini, og hetta gera teir framvegis. Nú byrjar tó av álvara at nærkast málstrikuni, og teir hvítu úr Havn eru tvey stig aftanfyri NSÍ á fyrsta [...] fyrsta plássi. Hjá B36 verður Mikkjal Thomassen ikki við vegna leikbann, meðan AB má vera Morten Overgaard og Danny Rasmussen fyri uttan. Vegna sjúku er eisini ivasamt, um Pætur Jørgensen verður førur fyri [...] Tað verður havnauppgerð í Gundadali í dag. B36 fær nevniliga vitjan av AB. Liðini bæði stríðast í hvørjum sínum enda av Formuladeildini, men givið er tað, at hvørki av liðunum hevur ráð til at tapa stig
hevur hann spælt fyri BK Frem, Fremad Amager og Køge BK sum øll liggja á Keypmannahavnarleiðini í Danmark. Í Føroyum hevur hann umboða B36, EB/Streym, NSÍ og AB. [...] landsliðsleikarin, Jónas Tór Næs, sum seinastu tvey kappingarárini hevur tørnað út fyri B36, skiftir komandi ár felag. B36 boðar nevniliga frá, at felagið hevur selt Jónas Tór Næs til íslendska felagið, ÍBV [...] saman við føroysku leikarunum Pól Jóhannusi Justinussen og Christani Mouritsen. Upprunaliga var annars ætlanin at Jónas Tór Næs skuldi halda fram í B36. Hann longdi nevniliga sín sáttmála í tvey ár afturat
ímóti Skála, og nú riggar stóra B36 viðhaldsfjøldin til at fara úr Klaksvík. Í viðførinum eru trý stig, tí B36 vann 2-0. Tað var málleyst fram til farið varð undir 90. minuttin. Tá vann B36 fríspark úr [...] 18 metrum og eitt sindur til vinstru. Ein fín støða fyri Árna Frederiksberg, sum takkaði fyri og við fínum skoti sendi bóltin framvið manngarðinum og í málið. So spenti KÍ álopsbogan í botn, og hann brast [...] sigur Jákup B. Andreasen. Nú hava tit spælt javnt ímóti Skála og tapt ímóti B36? -Vit kenna, at tað koppar ímóti okkum, men hetta er als ikki avgjørt. Vit hava níggju landskappingardystir eftir, og vit ætla
meir enn hálvkiksaði, tá hann royndi seg langt innkast og eitt sindur aftur og fram í B36 brotsteiginum. Hvussu var og ikki, so tók skotið í eitt B36 beint, haðani bólturin stiklaði skrúvandi upp um Trónda [...] pannuna á. Málið setti enn meira ferð á HB, og næstu løtuna skolaðu álopini oman eftir B36 hálvuni, men so við og við hæsaði trýstið tó av. B36 kom eisini alsamt betri við, men stórar málmøguleikar fingu [...] afturat, og hesir vóru farnir, tá B36 vann innkast í vinstru. Bólturin varð tveittur inn í brotsteigin, Magni legði út frá til Mikkjal, sum sendi bóltin innfyri, og har kom so aftasti maðurin hjá B36, Egil
So er tað avgjørt. B36 er FM vinnari í 1997. Vit hava roknað við hesum og skrivað tað so ofta og leingi, og tey eru nógv í B36, sum hava roynt at tykta okkum, tí tað er ljótt at kanna sær bitan, áðrenn [...] svølgdur og alt hatta har. Vit skilja tey í B36, sum hava sagt soleiðis væl, tí tey eru so ofta lumpaði, men fyri okkum, sum standa uttanfyri og fylgja við hevur eingin ivi verið seinasta mánan og meiri enn [...] at nú fór tað endiliga at eydnast hjá B36. Teir hva nógvar góðar spælarar, teir hava eitt gott lið, og teir hava megnað at verið stúttir og vunnið, tá teir, sum B36 hevur kappast við, hava snávað. FM er
dysturin millum HB og KÍ varð útsettur, tí HB var upptikið í Europa. Tølini siga, at B36 var omaná, og B36 vann 3-0. Bjarti Vitalis Mørk hevði í HB málinum fleiri góðar bjargingar, men tveir minuttir undan [...] at B36 er á fimta plássi við 22 stigum, og HB er á áttanda plássi við 18 stigum. 17. umfar Í dag NSÍ – AB: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00 Skála – EB/Streymur: Árni Brandsson Petersen kl. 18.00 B71 – Víkingur: [...] Ólavsøkudag HB – B36 0-3 (0-1) 0-1: Gilli Samuelsen 43. 0-2: Gilli Samuelsen 75. 0-3: Villiam Klein 84. Skála 15 12 1 2 39 15 37 NSÍ 16 9 2 5 40 27 29 Víkingur 16 8 2 6 40 28 26 B71 15 8 2 5 34 23 26 B36 17 6 4
verið upp og niður hjá næstbesta B36 liðnum higartil í ár. Eftir fýra sigrar á rað tapti B36 3-0 ímóti NSÍ, 2-1 ímóti 07 Vestur og so eyðmýkjandi 6-1 tap mánakvøldið ímóti grannunum í HB. Í dag átti B36 heimavøll [...] átta stig frá Víkingi og aftur til B36. B36 vann 2-1 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Fyrra B36 málið skoraði Magnus Holm Jacobsen í 19. minutti. Hann plagar at spæla við besta liðnum, og var í dag á vøllinum [...] higartil hava havt. Eftir níggju umfør hevur Víkingur 20 stig, og B36 hevur 15 stig. Í 10. umfari skal B36 til Klaksvíkar, og Víkingur fær vitjan av NSÍ.
meistarakósini. B36 hevur í dag vunnið 3-2 við Løkin í Runavík. Undan dagsins dysti var B36 topplið, og NSÍ var á øðrum plássi. Úrslitið í dag ber við sær, at B36 er fýra stig frammanfyri NSÍ. Víkingur er [...] um munin. Men tá var tíðin um at vera farin, og B36 spælararnir og viðhaldsfólkini fegnaðust um, at eftir fyrsta triðingin av kappingini er B36 topplið! NSÍ-B36 2-3 (1-1) 1-0: Mamuka Toronjadze 22. 1-1: [...] málið aftanfyri Andras Gango. NSÍ var sera væl upplagt í 1. hálvleiki, tá ið heimaliðið legði seg á odda. Málskjútti var Mamuka. Eftir NSÍ málið skoraði B36 tríggjar ferðir, og tað var ikki fyrrenn í tíðini
Tað verður NSÍ, sum næsta summar aftur fer at spæla í Europa, og tað verður B36, sum – eins og í summar – aftur í summar fer at hyggja at, meðan KÍ, HB, Víkingur og NSÍ næsta summar fara at spæla í Europa [...] Europa. B36 eigur ein møguleika eftir at taka Europa plássið frá NSÍ. Soleiðis verður tað, um B36 fer at vinna finaluna um løgmanssteypið. Tað var leingi javnt og málleyst, og harvið var tað B36, sum helt [...] var tað neyðugt hjá NSÍ at spenna álopsbogan eitt sindur meir, og so eydnaðist tað at skora sera týdningarmikla 1-0 málið. B36 gjørdi risa mistak í uppspælinum á egnari hálvu, og so varð Jakob Trenskow
meginpartin av seinna hálvleiki, og stutt seinni fingu teir gyltan møguleika at koma upp á javnleik. VB trýsti langt frammi, og verjuleikararnir hjá B36 fingu sjáldan frið. Nýggi B36-málverjin Janos Timar, sum [...] miðvallari í flestu av dystunum í ár, sendi hart og flatt innfyri úr høgru síðu. Bjarni Johansen kláraði ikki at halda bóltinum, og so var Carl Høgnesen á honum og trokaði hann inn. Tað bleiv 2-0 tíggju minuttir [...] høvdinum hjá John Petersen, sum stóð óvardur inni undir VB-málinum. B36 var klárt betra liðið í fyrra hálvleiki, og við meira nærlagni og hepni kundi leiðslan verið størri, tá teir fyrstu 45 minuttirnir vóru