Føroyski landsliðsleikarin, Jónas Tór Næs, sum seinastu tvey kappingarárini hevur tørnað út fyri B36, skiftir komandi ár felag. B36 boðar nevniliga frá, at felagið hevur selt Jónas Tór Næs til íslendska felagið, ÍBV, sum spælir í bestu íslendsku deildini.
Jónas Tór Næs gerst sostatt liðfelagi við Kaj Leo í Bartalsstovu, sum somuleiðis byrjar í íslendska felagnum, ÍBV, aftaná nýggjár.
Jónas Tór Næs, sum er hálvur íslendingur, hevur fyrr roynt seg í íslendskum fótbólti. Tað gjørdi hann frá 2011 til 2013, tá hann umboðaði Valur í Reykjavík saman við føroysku leikarunum Pól Jóhannusi Justinussen og Christani Mouritsen.
Upprunaliga var annars ætlanin at Jónas Tór Næs skuldi halda fram í B36. Hann longdi nevniliga sín sáttmála í tvey ár afturat, tá kappingarárið í ár endaði, sum tó er broytt nú, tá felagið hevur selt Jónas Tór Næs.
Umframt áður at hava spælt í Íslandi, hevur Jónas Tór Næs eisini roynt seg í fleiri donskum feløgum. Har hevur hann spælt fyri BK Frem, Fremad Amager og Køge BK sum øll liggja á Keypmannahavnarleiðini í Danmark. Í Føroyum hevur hann umboða B36, EB/Streym, NSÍ og AB.










