B36 sendi KÍ úr FM stríðnum

Í síðstu løtu skoraði B36 tvey mál, sum bera við sær, at KÍ nú er fimm stig frá toppinum

Síðstu árini hevur tað verið soltnari hjá KÍ eftir summarsteðgin, enn tað hevur verið undan summarsteðginum. Soleiðis sær tað eisini út til at vera í ár.

Leygarkvøldið endaði tað á heimavølli 2-2 ímóti Skála, og nú riggar stóra B36 viðhaldsfjøldin til at fara úr Klaksvík. Í viðførinum eru trý stig, tí B36 vann 2-0.

Tað var málleyst fram til farið varð undir 90. minuttin. Tá vann B36 fríspark úr 18 metrum og eitt sindur til vinstru. Ein fín støða fyri Árna Frederiksberg, sum takkaði fyri og við fínum skoti sendi bóltin framvið manngarðinum og í málið.

So spenti KÍ álopsbogan í botn, og hann brast. KÍ horna bar B36 kontra við sær. Árni Frederiksberg rak meiri enn hálvan vøllin og spældi so til innskifta Stefan Radosavljevic, sum takkaði fyri og trillaði bóltin í málið.

-Øll sóu, at vit ikki vóru komnir til Klaksvíkar at undirhalda. Vit sóu leygarkvøldið, at KÍ hevði ilt við at mynda álopsspæl ímóti Skála. Vit bíðaðu eftir klaksvíkingum, sum høvdu bóltin nógv, men sum ikki vildu ella megnaðu at spæla seg til serligar møguleikar. Og so riggaði tað betri við frísparkinum hjá mær, enn tað gjørdi, tá ið vit spældu hálvfinalu ímóti KÍ. Tá bjargaði Kristian Joensesn, og í kvøld var tað eg, sum vann ímóti honum. Rennitúrurin var langur í sambandi við seinna málið, men tað kendist søtt, tá ið Stefan trillaði bóltin í málið, segði Árni Frederiksberg sum at enda varð dagsins spælari hjá B36.

KÍ liðformaðurin var saman við liðfeløgunum ógvuliga vónbrotin.

-Vit royndu at spæla, men undir vánaligum veðurumstøðum og við B36 í sera verjukendari útgávu var tað torført. Vit halda, at vit høvdu uppiborið betur, hóast vit ikki spældu serliga væl. Frísparkið, sum var avgerandi, var óheppið, tí vindurin spældi okkara manni eitt puss, tá ið bólturin kom niður úr luftini, sigur Jákup B. Andreasen.

Nú hava tit spælt javnt ímóti Skála og tapt ímóti B36?

-Vit kenna, at tað koppar ímóti okkum, men hetta er als ikki avgjørt. Vit hava níggju landskappingardystir eftir, og vit ætla okkum at vinna aftur og at vera við í FM stríðnum, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen.

Líkindini vóru vánalig, og tað ávirkaði spælið. Málmøguleikarnir vóru fáir, og bóltspælararnir á KÍ miðvøllinum vóru ikki við. Tað knípti øgiligt hjá heimamonnunum at spæla seg til møguleikar, og so var tað, at B36, sum var komið at vinna í hvussu so er eitt stig, fór avstað við øllum og nú saman við NSÍ er FM favorittur.

Jákup á Borg setti tríggjar álopskendar spælarar inn í seinna hálvleiki, og tað vísti seg at loysa seg.

Klaksvíkingar eru fimm stig frá toppinum, og nú kennist brekkan brøtt, um tað loksins skal eydnast at vera við í FM stríðnum.

https://www.in.fo/myndasavn/

https://www.in.fo/matches/?

 

KÍ - B36 0-2 (0-0)

0-1: Árni Frederiksberg 90.

0-2: Stefan Radosavljevic 92.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Ísak Simonsen, Ólavur Niclasen - Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulicn(Steinbjørn Olsen, 83.), Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak - Patrik Johannesen (Darius Lewis, 90.), Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 60.)

Gult kort: Ísak Simonsen, Boris Dosljak, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen

Venjari. Mikkjal Thomassen

B36: Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs, Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Lukasz Cieslewicz (Hannes Agnarsson, 68.), Benjamin Heinesen (Stefan Radosavljevic, 68.) - Michal Przybylski (Hugin Samuelsen, 81.)

Gult kort: Magnus Holm Jacobsen

Venjari: Jákup á Borg

B36191423331544
NSÍ181332481942
181233401539
HB191153481838
Víkingur191225402538
Skála198110222325
TB195311163618
AB193214205111
EB/Streymur19231418459
ÍF19121614525

 

 

Sunnudagin 25. august

EB/Streymur - KÍ

ÍF - TB

Skála - NSÍ

HB - Víkingur

AB - B36