B36 setti toppliðið upp á pláss

1. DEILD: Nú eru tað fimm stig frá oddaliðnum og aftur tið B36

Tað hevur verið upp og niður hjá næstbesta B36 liðnum higartil í ár.

Eftir fýra sigrar á rað tapti B36 3-0 ímóti NSÍ, 2-1 ímóti 07 Vestur og so eyðmýkjandi 6-1 tap mánakvøldið ímóti grannunum í HB.

Í dag átti B36 heimavøll ímóti Víkingi, sum er klárt oddalið. Undan dystinum í dag vóru tað átta stig frá Víkingi og aftur til B36.

B36 vann 2-1 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.

Fyrra B36 málið skoraði Magnus Holm Jacobsen í 19. minutti. Hann plagar at spæla við besta liðnum, og var í dag á vøllinum í fyrra hálvleiki. Málið, sum Magnus skoraði, var við brotssparki.

Jóhann Hansson Joensen økti um B36 leiðsluna til 2-0, tá ið ein stórur tími var farin.

Hagtølini siga, at Víkingur hevði væl fleiri atsóknir enn heimaliðið. Víkingur hevði 10 hornaspørk, og B36 hevði tvey hornaspørk, men tað eydnaðist Víkingi bara at skora eitt mál. Tað skoraði Martin Klein, sum longu varð skiftur inn í 32. minutti, tá ið eitt korter var eftir.

Merkisvert var tað, at tað bara vóru tveir spælarar á beinkinum hjá Víkingi, og at einki var at síggja til fleiri, sum plaga at vera eykamenn á besta liðnum. Tað kundi bent á, at teir eru ætlaðir størri leiklut á besta liðnum í morgin, enn teir higartil hava havt.

Eftir níggju umfør hevur Víkingur 20 stig, og B36 hevur 15 stig.

Í 10. umfari skal B36 til Klaksvíkar, og Víkingur fær vitjan av NSÍ.