3-2 sigur á útivølli ímóti argasta kappingarneytanum ber við sær, at árstalsfelagið er tryggari á meistarakósini. B36 hevur í dag vunnið 3-2 við Løkin í Runavík. Undan dagsins dysti var B36 topplið, og NSÍ var á øðrum plássi. Úrslitið í dag ber við sær, at B36 er fýra stig frammanfyri NSÍ.
Víkingur er á triðja plássi, og um tað eydnast heimaliðnum í Sarpugerði at vinna grannauppgerðina í annaðkvøld ímóti ÍF, so verður Víkingur næstfremst - eitt stig aftanfyri B36.
Í dag vóru tað deyðbóltarnir, sum vóru orsøk til tey trý B36 málini við Løkin.
Lukasz Cieslewicz umsetti tvær ferðir úr ellivu metrum til mál, og Súni Olsen skoraði frísparksmál úr 25 metrum. Bólturin brast í málið, áðrenn hann fór í málið aftanfyri Andras Gango.
NSÍ var sera væl upplagt í 1. hálvleiki, tá ið heimaliðið legði seg á odda. Málskjútti var Mamuka.
Eftir NSÍ málið skoraði B36 tríggjar ferðir, og tað var ikki fyrrenn í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, at miðvallarin Jústinus R. Hansen minkaði um munin. Men tá var tíðin um at vera farin, og B36 spælararnir og viðhaldsfólkini fegnaðust um, at eftir fyrsta triðingin av kappingini er B36 topplið!
NSÍ-B36 2-3 (1-1)
1-0: Mamuka Toronjadze 22.
1-1: Lukasz Cieslewicz br 27.
1-2: Súni Olsen 66.
1-3: Lukasz Cieslewicz br 69.
2-3: Jústinus R. Hansen 90.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen (Helgi L. Petersen, 90.), Einar Hansen - Debes Danielsen (Árni Frederiksberg, 65.), Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni - Mamuka Toronjadze (Magnus Olsen, 76.), Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen
Gult kort: Andras Gango
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas F. Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Heini í Skorini (Rúnar í Lon Jacobsen, 88.), Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen (John Hansen, 38.), Súni Olsen (Kenneth Jacobsen, 79.) - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
Gult kort: Jákup á Borg, Heini í Skorini
---
90+4 min
2-3
Liðugt
B36 vann toppdystin við Løkin í Runavík 3-2.
--
90 min.
2-3
Í tíðini, sum dómarin hevur lagt aftrat, hevur NSÍ minkað um munin, og harvið er spenningur í aftur.
Málskjútti var miðvallarin Jústinus R. Hansen. NSÍ hevur tveitt alt fólkið fram í álopið!
---
70 min.
1-3
20 minuttir undan leikloki bendir alt á, at B36 skal fara úr Runavík við øllum stigunum.
Lítla løtu eftir at Súni Olsen hevði skorað til 2-1 við frísparki, økti Lukasz Cieslewicz til 3-1 við brotssparki, sum varð dømt, tá ið Heini í Skorini fór um koll í brotsteiginum. Upphavið til brotssparkið var stórt kiks av NSÍ málverjanum.
---
65 min
1-2
Súni Olsen hevur lagt B36 á odda. Tað gjørdi hann við frísparksmáli úr meiri enn 25 metra fjarstøðu. Bólturin brast í tvørtræið, áðrenn hann fór í málið.
---
55 min.
1-1
B36 hevur verið meiri við til at seta dám á spælið, enn gestirnir vóru tað í 1. hálvleiki, men higartil hevur tað ikki eydnast at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
--
45 min.
Hálvleikur
1-1
Meinhard Joensen í B36 málinum hevur stórbjargað tvær ferðir, og B36 hevur havt bóltin á tvørtrænum aftanfyri Andras Gango. Eftir horna var tað Lukasz Cieslewicz, sum við høvdinum sendi bóltin í træverkið.
---
40 min.
1-1
B36 hevur gjørt fyrstu útskiftingina. Róaldur Jacobsen er farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin Johan Hansen.
Heimamenninir eru sera væl upplagdir, og teir hava verið tætt við, men tað hevur kortini ikki eydnast at fáa bóltin framvið Meinhardi Joensen í B36 málinum.
---
30 min.
B36 hevur svarað aftur. Málskjútti var Lukasz Cieslewicz, sum ósvikaliga trygt setti brotsspark í málið aftanfyri Andras Gango. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at ein hvítur varð feldur í brotsteiginum.
---
25 min.
1-0: Mamuka
Eftir fínt uppspæl í vinstru setti Mamuka bóltin í málið.
Heimaliðið hevur verið meiri nærgangandi, men B36 hevur eisini havt møguleikar. Tað boðar frá høgum intensiteti, og tað økir um undirhaldið, at spælararnir hava so mikið av sjálvsáliti, at teir tora at hava bóltin og bjóða av.
--
10 min.
0-0
NSÍ hevur fyrstu løtuna havt bóltin meiri, meðan B36 hevur lagt dent á væl skipað verjuspæl og skjót mótálop.
Fyrst hevði Klæmint A. Olsen møguleika, og so var tað Lukasz Cieslewicz, sum var í góðari støðu, men einki spurdist burturúr.
NSÍ-B36 kl. 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Einar Hansen - Debes Danielsen, Mamuka, Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni - Mamuka, Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas F. Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Heini í Skorini, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, Súni Olsen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz