týsdagin seinnapartin kravdi lívið hjá einum av raskastu monnunum í bygdini í sambandi við spreingiarbeiði í Vestmanna. Maðurin, ið læt lív, var Jákup Hermansen úr Leynum, ella Jákup á Fossinum, sum hann verður [...] Fossinum í Leynum. Jákup á Fossinum varð 57 ára gamal, var stakur og hevði eingi børn. Doyði á staðnum Arbeiðsvanlukkan hendi týsdagin klokkan 13.45 í sambandi við spreingiarbeiði á Válinum í Vestmanna [...] Arbeiðseftirlitið upp í leikin. Tíbetur eru vit ikki von við slíkar vanlukkur í Føroyum, men tað merkir eisini, at vit ongar serfrøðingar hava á økinum. Tað hava tey heldur ikki í Danmark, men tað ljóðar
Men tað var so eisini partur av tí politisku telvingini, sum tá fyrigekk. Tað verður áhugavert at síggja, nær næsta bumban brestur í samgonguni, og hvussu mangar slíkar skulu til fyri at fáa Føroyum eina [...] fer at sansa at úti í samfelagnum. Her hugsa vit ikki minst um sera vánaligu handfaringina av heilsuverkinum, har tú øðrumegin tosar um at viðgera fleiri sjúklingar heima í Føroyum, og tú samtíðis skerjir [...] góðtaka avhøvdingina av landsstýrismanninum og haraftrat at halda fram í samgongu við avrættaran. Hví skuldi hetta broytt nakað í samgonguni! Fyri Kallsberg og Hoydal er tað mest umráðandi at kunna varðveita
løgregluni hava úr at gera í sambandi við nevningatingið, sum í hesum døgum er í Havn móti teimum báðum litavunum, ið eru ákærdir fyri at smugla rúsevni. Í síðstu viku komu tvey tips inn í málinum um Heina Olsen [...] Skála hevði heimadyst móti ÍF, og á veg av vøllinum aftur møtir fyrsti leikarin trimum russum í hurðini. Tað var so skjótt, at leikararnir varnast, at bæði pengar og fartelefonir mangla. Leikarar fara tí [...] og eini russin verður kendur aftur sum ein av teimum trimum monnunum, sum leikarin møtti í hurðini. Russin var sinnaður at tosa, men hann hevði ongar av stolnu lutunum uppi á sær, og tað er ikki bara sum
sum umboð fyri bróðurflokkin í Føroyum. Fundurin var avtalaður fyri langari tíð síðani, og var ætlanin, at hann skuldi haldast í februar. Men í februar lá ikki fyri at halda fundin, og varð hann tí útsettur [...] liður í ætlaðu kunningarferðini, landsstýrið fer undir í Danmark, áðrenn aðalorðaskiftið á fólkatingi um fullveldismálið. ? Hesin fundurin var ein fundur millum tveir politiskar flokkar, har eg var við sum [...] fer landsstýrið til Danmarkar í næstum at halda kunnandi fund fyri fólkatingslimum. Á hesum fundi vónar landsstýrið at danir fara at skilja, hvat tað er, sum føroyingar í veruleikanum vilja. Eftir hansara
stillaði uppaftur á valinum í 1998. Kendast er Ingeborg sum fakfelagsleiðari. Fakfelagsarbeiði var henni ikki ókunnugt, tí pápin var nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag í 10 ár. Hon kom í nevndina fyri Føroya [...] útbúgving í skipanarleiðslu á Arbeiðaraháskúlanum í Danmark árini 1978-82. Haraftrat fekk hon sær ped. útbúgving sum skeiðsleiðari á Kystgården í 1982. Eisini hevur hon verið uppi í politikki. Hon var ein av [...] arunum, sum stillaðu upp fyri Verkamannafylkingina í 1994 og varð vald sum tingkvinna fyri Suðuroynna. Hon var í tinginum í 4 ár, men tað kom vátt í reiðrið millum hana og hin sterka fakfelagsleiðaran
Klaksvík International 2008. Serliga høvið var, at Klaksvíkar Kommuna í ár fylti 100 ár, og varð hetta markerað við lít í einum av sigursvandu talvøkjunum í landinum: fýra stórmeistarar, tveir altjóða [...] meistarin frá 2007, og sum gjørdist nr. 2 í 2008, stórmeistarin GM Sarunas Sulskis, úr Litava, livdi fult og heilt upp til favorittrolluna í kappingini. Var í oddinum frá fyrsta til seinasta leik. Vann [...] tíð var partur í hesum umhvørvinum. Nevnast kann eisini, at Sulskis telvdi kvalifikatiónsdystir um HM-heitið í 1997, sum hann tó tapti ímóti Svidler. Bæði Kasparov og Svidler hava vitjað Føroyar í talvørindum
sinna- og huglag er millum okkum og ávegis í havsbrúnni. Eg havi stóra virðing fyri minnum, tú hevur myndað í mær, og sum heild í bygda- og býarrúmum í Føroyum, Øssur. Nógv av hesum lýsti Anne Metta Greve [...] pallum í lívsins leikum á fyrsta sinni. Fyrstu ferð eg møtti tær, Øssur, var miðskeiðis í tannáringaárunum. Báðir meira og minni búnir til vinardyst. Vinardystin leiktu vit á hondbóltsvøllinum í Klaksvík [...] nei...hetta var tað, Jógvan Andrias'. Tað er eyðsæð at tú ert meira búgvin í støðuni enn eg, og í nærveru tíni kenni eg skjótt, at mítt huglag lættir sær á aftur. Takk fyri tað! Hetta var tín møguleiki
fótbólti verdugar. Síðsta dømi um hetta var leygardagin, tá ið Skála við fylgi var í Klaksvík. Tá var veðrið soleiðis, at dysturin átti at havt verið útsettur. Í praksis hevði tað ongan týdning havt, um [...] dystir eisini spældir mitt í viku. Tað kemst av altjóða luttøkuni hjá feløgunum. Í Føroyum hevur tað verið sjálvfylgja, at umførini eru seinnapart sunnudag. Soleiðis er tað ikki í eitt nú Íslandi og Svøríki [...] sunnudagin í Streymnesi, so verða meistararnir av álvara við í kappingini um heiðursmerkini. Allir dystirnir í 18. umfari eru ásettir at vera somu tíð sunnudagin, tá ið eingin dystur verður í Gundadali:
Hann føddur í 1963 og var og er væl enn 1450 metur langur. Eittsporaður og við nøkrum smáum vánaligum steðgistøðum inni í tunlinum. Elsti tunnil í Føroyum. JA! Í kongaríkinum. Nógv ferðslan er í tunnlinum [...] forkanningar í 2009. Eg havi lagt til merkis, at kjarnuboringar hava verðið gjørdar, hetta kann sigast at verða langt til fjals, í Trongisvági. Heldur frægari sá út, tá borað var í Hvalba. Her var borað í niðara [...] Hetta kemur sera illa við hjá okkum, ið koyra í gjørnum elsta tunnil í danska kongaríkinum. Eitt sindur av viðlíkahaldsarbeiði av hesum tunnlinum var gjørt í vár. Tá eg skrivi eitt sindur, so er tað at smyrja
teirra sameindu á vári í 2003 lupu á Irak, hendi tað gleðiliga, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, tóku stig til ein mótmælisfund í miðbýnum í Havn. Um tað mundið var samstarvið í fullveldissamgonguni [...] rakka niður andstøðingarnar ímóti Irak krígnum? Í so fall, er Kim Simonsen eitt grelt úttrykk fyri tí polarisering, sum finst í Føroyum, so væl sum úti í heimi. Tað er at skerja seg sjálvan frívilliga, [...] væntaðu, at samgongan skrædnaði, so var tað ikki óhugsandi at omanfyri nevndu flokkar kundu byrja at tosa meiri álvarsliga saman um parlamentariskt samstarv. Tað var í øllum førum mín hugsan tann dagin