Hvar bleiv nýggi tunnilin millum Hvalba og Trongivág av?

Eg minnist so væl øll valevnini, ið bjóðaði seg fram til løgtingsvalið í januar 2008 í Suðuroynni. Tað bleiv lovað, at nú skuldi tunnil gerast millum Hvalba og Tvøroyri, men einki hoyrdist aftur frá hesum! Hvørki landsstýrið ella løgtingið geva ljóð frá sær í hesum málinum

Mín spurningur er: Eru hvalbingar og suðuroyingar gloymdir, ella minnast tit bert til okkum, tá val verður aftur? Eitt er vist – hendir einki nú, so kunnu tit gloyma at koma aftur við gyltum lyftum.

 

Søgan um okkara tunnil er nakað soleiðis. Hann læt upp fyri ferðslu í 1963 og er 1450 metur langur. Eittsporaður og við nøkrum smáum vánaligum steðgistøðum inni í tunlinum. Elsti tunnil í Føroyum. Ferðslan í tunnlinum er runt um 800 bilar um døgnið (samb. Landsverki). Nógv tung ferðsla koyrir ígjøgnum tunnilin hvønn dag. Teir stóru bilarnir eru allir serbygdir ella bilar, ið víkja frá standard málum á vanligum stórum bilum, ið koyra á landsvegnum í Føroyum. Tað kemur meira enn so fyri at farmur ikki sleppur gjøgnum tunnilin, hetta kemst av tí, at tað eru ikki bilar, ið ótarnaðir kunnu koyra við hesum farmi gjøgnum núverandi tunnil. Men eitt eru vit sloppin undan higartil, tað er at eingin vanlukka er hend í tunlinum, men tann dag, tá ein stór vanlukka hendir í tunlinum – tá verður ábyrgdin rættað móti viðkomandi ábyrgdara.

Tað er av alstórum týdningi, at nýggjur tunnil verður gjørdur sum skjótast millum Hvalba og Trongisvág. Byrjast má sum skjótast upp á hetta arbeiði. Tað er einki minni enn ein sjálvfylgja, at okkara 45 ára gamla farleið verður skift út við eina nýggja trygga og tíðarhóskandi farleið.

Minnist meg rætt, so er Hvalbiar Kommuna – einasta kommuna í landinum, ið hevur goldið stóran part í tunlunum, ið eru millum Hvalba og Trongisvág og Hvalba og Sandvík!

Eg skilji væl, at onnur eisini vilja hava ajourført teirra farleiðir, men lat tað verða eftir einum ávísum mynstri, ið tekur teir elstu tunlarnir fyrst. Einki annað er sjálvsagt.

Vónandi lesur onkur hetta, ið hevur, kann, vil og torir at siga eitt orð.