John Johannessen
Hóast eingin beinleiðis niðurstøða spurdist burturúr fundinum millum føroya løgmann og tingbólkin hjá danska Konservativa Fólkaflokkinum mikudagin, er løgmaður kortini væl nøgdur.
? Eftir fundin kendi eg, at Konservativi Fólkaflokkurin betur skilir sáttmálauppskot landsstýrisins til samráðingarnar um ríkisrættarligu støðuna, sigur Anfinn Kalsberg.
Løgmaður vísir tó á, at hesin fundurin ikki er ein liður í ætlaðu kunningarferðini, landsstýrið fer undir í Danmark, áðrenn aðalorðaskiftið á fólkatingi um fullveldismálið.
? Hesin fundurin var ein fundur millum tveir politiskar flokkar, har eg var við sum umboð fyri bróðurflokkin í Føroyum. Fundurin var avtalaður fyri langari tíð síðani, og var ætlanin, at hann skuldi haldast í februar. Men í februar lá ikki fyri at halda fundin, og varð hann tí útsettur til 22. mars, greiðir Anfinn Kallsberg frá.
Løgmaður vísir sostætt aftur, at fundurin við tingbólkin hjá Konservativa Fólkaflokkinum hevði nakað við úrslitið av samráðingarfundinum 17. mars at gera, hóast hetta kortini gjørdist høvuðsevni á fundinum.
Skulu greiða frá ynskjunum
Men landsstýrið ætlar sær at fáa danir at skilja fullveldisætlanina áðrenn aðalorðaskiftið um hana á fólkatingi 6. apríl.
Tískil fer landsstýrið til Danmarkar í næstum at halda kunnandi fund fyri fólkatingslimum. Á hesum fundi vónar landsstýrið at danir fara at skilja, hvat tað er, sum føroyingar í veruleikanum vilja. Eftir hansara tykki hava danir misskilt ynski føroyinga, og tí er neyðugt við kunnandi fundum.
Løgmaður ásannar, at skal vitjanin hjá Konservativa Fólkaflokkinum metast sum ein vitjan av Føroya løgmanni, eigur hann eisini at fara runt at vitja hinar flokkarnar. Men vitjanin skal metast sum ein flokspolitiskur fundur millum tveir bróðurflokkar, har Anfinn Kalsberg umboðaði Føroyar sum umboð fyri Fólkaflokkin.
Mugu finna semju
Løgmaður vónar, at ætlaða vitjanin í Danmark fer at skapa betri gundarlag fyri at finna eina semju millum landsstýrið og donsku stjórnina í fullveldismálinum.
Men hann vísir á, at fyri at tað skal bera til at finna slíka semju, er neyðugt, at landsstýrið og danska stjórnin finna út av, hvat tað í veruleikanum er, partarnir eru ósamdir um.
? Danir tosa um eina skiftistíð á trý til fýra ár, men samstundis verður einki nevnt um nakra ávísa peningaupphædd, sigur løgmaður og gevur okkum ábendingar um, at tað kanska ber til við eini skiftistíð á trý ár, er skiftistíðin tann rætta.
Løgmaður vísir á, at tá føroyingar tosa um skiftistíð, verður ikki bert hugsað um konkretu fíggjarligu skiftistíðina, men eisini um ein sálarliga skiftistíð. Fólk skulu nevniliga kenna seg trygg.
Tað er enn ikki heilt avgjørt nær landsstýrið fer til Danmarkar at kunna fólkatingið um fullveldisætlanina, men heilt greitt er kortini, at tað verður áðrenn aðalorðaskiftið á fólkatingi 6. apríl.










