Vikuskiftið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni kring landið. Okkurt hendinga harðskapsmál, tvey føri av rúsdrekkakoyring, og annars vanliga sjabbið við at taka full fólk upp.
Kortini var ein eitt sindur álvarsom hending á Skála fríggjakvøldið, tá tríggir russar eftir øllum at døma gjørdu sær dælt av føroyska gestablídninum.
Skála hevði heimadyst móti ÍF, og á veg av vøllinum aftur møtir fyrsti leikarin trimum russum í hurðini. Tað var so skjótt, at leikararnir varnast, at bæði pengar og fartelefonir mangla.
Leikarar fara tí saman við øðrum beina leið oman á keiina, har ein russiskur trolari liggur, og eini russin verður kendur aftur sum ein av teimum trimum monnunum, sum leikarin møtti í hurðini.
Russin var sinnaður at tosa, men hann hevði ongar av stolnu lutunum uppi á sær, og tað er ikki bara sum at siga tað at fara umborð á eitt russiskt skip, sjálvt um tað liggur við bryggju í Føroyum.
Juridiskt er skipið at rokna sum russisk jørð, og tí kunnu vit ikki bara fara umborð at ransaka kamarið hjá viðkomandi russa. Vit mugu fáa loyvi frá skiparanum at gera hetta, og tað hava vit ikki fingið enn, sigur Halgrím Hansen, varaleiðari fyri Eysturøkið.
Tað var um 21 tíðina fríggjakvøldið, at løgreglan fekk boðini, og tann eini maðurin er nú skuldsettur í málinum.
Onnur vóru farin oman á keiina eisini, tí tey høvdu eisini verið útsett fyri stuldri, sigur Halgrím Hansen.
Einki nýtt um Heina
Halgrím Hansen, varaleiðari fyri Eysturøkið, er eisini samskipari og hevur staðið á odda fyri leitingini eftir Heina Olsen, ið hvarv fyri nøkrum vikum síðani. Og har er einki nýtt at frætta í málinum.
Teldan og fartelefonin er nú hjá løgregluni í Havn, sum ger nærri kanningar av lutunum. Men enn er ikki serliga nógv nýtt at frætta frá teimum kanningunum. Eg veit, at Heini Olsen hevði spælt tónleik á telduni, men annars ikki nógv annað, sigur Halgrím Hansen.
Hann vísir til, at telduserfrøðingarnir hjá løgregluni hava úr at gera í sambandi við nevningatingið, sum í hesum døgum er í Havn móti teimum báðum litavunum, ið eru ákærdir fyri at smugla rúsevni.
Í síðstu viku komu tvey tips inn í málinum um Heina Olsen, men síðani hevur einki verið. Ofta er tað so, at tey tips vit fáa er slíkt, sum vit framman undan hava kannað, sigur Halgrím Hansen.
Tað er ikki heilt greitt, nær kanningarnar av teldu og fartelefon eru lidnar, men tað er kortini ivasamt, um tær kanningarnar fara at føra til nýggj spor í málinum.