hava sostatt færri og færri dagar í part og flestu sigla við undirskoti. Orsøkin er, at reiðarar hveppa seg við at taka skipini úr flotanum, tí teir halda, at fiskiloyvið í sjálvum sær hevur stórt virði, [...] hóast dagatalið er minkandi. Hetta eru tey ódeyðuligu fiskiloyvini, sum Heini í Kunoy plagar at taka til. Brúk er fyri eini skipan, so skipatalið kann minkað, so hvørt sum fiskidagarnir fækka.? ?Eitt [...] Eitt hugskot kundi verið, at skipaeigarar gjalda inn eina tvungna uppsparing hvørt ár, í samband við at teir fáa fiskiloyvi útskrivað. Upphæddin kundi verið tengd at virðinum á skipinum ella at veiðuni seinasta
púrasta upp til tann ella tey, sum hava hug at vitja við Lómundaroyru í Vestmanna Heri Dahl, sum hevur havt ríðiskúla í Havn í nøkur ár og Heini á Heygum, sum hevur veiðirættindi á vøtnunum við Lómundaroyru omanfyri [...] sílaveiðan á hesum vøtnum kann nú gerast eitt nógv størri upplivilsi, nú vitjandi eisini havi høvi at gista í stásiligum húsvognum eftir lokna veiði. Fisking og Frítíð hava nevniliga útvegað sær tveir húsvognar [...] royna hetta. Heri Dahl sigur, at tilboðið eisini er sera væl egnað sum ein veruligur familjutúrur, og í báðum húsvognunum er pláss fyri tilsamans 14 fólkum.
Snellumenninir norðanfyri eru í øðini og tað er Heini O. Heinesen eisini. Orsøkin er, at ein týskur trolari, Walter Herwig III, hevur fingið loyvið til at gera fiskirannsóknir á eini leið norðanfyri, sum [...] ein uppøstur Heini O. Heinesen. ? Skal hesin báturin hava fiskiloyvið, so er tað ikki landsstýrið, men løgtingið sum skal geva tað, og tí hevur John Petersen brotið føroyska lóg, sigur Heini O. Heinesen [...] Heinesen Við fiskiloyvinum, sum Heini hevur avrit av, hevur báturin loyvi til at fiska heilt inn á tríggjar fjórðingar og tað heldur Heini verða ov galið. ? Tað er so grovt, at tað eru ikki orð fyri tí. Ránsókn
standa okkum í kappingini við fiskivinnu úr øðrum londum framyvir. Undir valstríðnum til fólkatingsvalið varð skotið okkum í Sambandsflokkinum í skógvarnar, at vit glaðbeintir ætlaðu okkum at leypa í favnin [...] fiskivinnuna her heima. Heini O. Heine-sen og fleiri við honum hava borið uppá mál, at í nýggjari tíð, er tað bert Sambandsflokkurin, ið hevur megnað at umsita fiskivinnumálini í Føroyum við skili og ábyrgd [...] hann seinast var í samgongu, og hetta leggur Sambandsflokkurin eisini stóran dent á í núverandi samgongu. Vit rokna sjálvandi við, at hinir samgonguflokkarnir eisini duga at síggja álvaran í hesum. Tað harmar
meira enn 20 prosent av kvotunum í teimum ymsu fiskiskapunum. Herdu anti-trust mørkini kunnu forða fyri virðisøking í føroyskari fiskivinnu á sjógvi og landi, tá ið feløg ikki í sama mun hava møguleika at leggja [...] samsvarandi íløgur. Nýggju anti-trust mørkini í fiskivinnuni eiga tí ikki at forða fyri tillaging og menning í vinnuni. Landsstýrið hevði eisini í hyggju at selja ein fjórðing av føroysku kvotunum á uppboðssølu [...] sum var til viðgerðar í seinastu tingsetu. Leisturin verður kortini tann sami, hevur landsstýrið boðað frá. Tá ið uppskotið kemur aftur til viðgerðar, eigur løgtingið at hava í huga nøkur grundleggjandi
Talv Í júst somu kapping í august í fjør, eydnaðist tað John Arna Nilssen at vinna sær sín næsta IM-norm. Kappingin verður fyriskipað hvønn mánaða í árinum, har fyrsta umfar, eftir siðvenju, er fyrsta [...] fyrsta leygardagin í mánaðinum. Tað er ikki við peningavinningi í eyga, at ein fer heilt til Ungarn at luttaka í hesum kappingum. Luttakaragjaldið er nevnliga nøkunlunda sama upphædd sum fyrsta virðisløn ljóðar [...] Kristian fer frá 2234 til 2244 eftir úrslitið í Budapest. OL 2004 Olympiaduár er, og í ár verður hon telvað á feriuoyggjuni Mallorka frá umleið miðjan oktober til fyrst í novembur. Kappingin um plássini á føroyska
(TBF) fekk sítt besta úrslit nakrantíð í Grand Prix samanhangi leygardagin, tá hann endaði nummar 3 í A-bólkinum, og tískil økti um sína longu trivaligu leiðslu í dreingjadeildini. Aftan fyri hann koma [...] BORÐTENNIS Í fleiri deildum gjørdist samlaða støðan enn javnari enn áður, meðan tað í summum deildum tykist at vera nærum avgjørt, hvør fer avstað við samlaða sigrinum. Veteranurin fær kaping Veteranurin [...] sið í meistaradeildini, eftir at 19 ára gamli Ragnar Egilsson (TÓR) hevur lagt seg eitt lítið vet framum, við at vinna A-bólkin leygardagin. Einans 10 stig eru ímillum teir báðar, og merkir tað í veruleikanum
hjá KÍ laga seg. Í dag vunnu klaksvíkingar 8-0 á heimavølli ímóti B68. Tá ið tað endaði málleyst millum NSÍ og B68 í Runavík ber tað við sær, at KÍ nú er sjey stig undan greipuvinnarunum í HB. Tað er ongantíð [...] ongantíð áður sætt í føroyskum fótbólti, at eitt lið hevur skorað so nógv mál í fýra dystum á rað, sum KÍ nú hevur skorað. Málmunurin hjá KÍ í fýra teimum síðstu dystunum er 26-0! 5-0 á útivølli ímóti 07 [...] heimavølli ímóti B36, 9-0 á útivølli ímóti 07 Vestur og so í dag 8-0 á heimavølli ímóti B68. Tað er øgilig kapping um at vera millum teir fyrstu ellivu í Klaksvík. Tað ber við sær, at tað ber til at hvíla onkrar
vísir, at í 1941 vóru 53 børn í Gjáar skúla, og nú um aldaskiftið er skúlabarnatalið 3. Í kapitlinum um Fólkateljingar og Fólkatalsyvirlit er at finna áhugavert hagfrøðiligt tilfar, har m.a. gongdin í fólkatalinum [...] dansinum, har rithøvundurin í huganum leitar inn í roykstovuna á Gamla Fløtti 2. jólakvøld og tekur lesaran við sær aftur í forna føroyska mentan, sum enn var livandi við Gjógv í unglingárum hansara. Men [...] virkna felagslívið í bygdini hava stóran siðsøguligan og mentasøguligan týdning. Gamla tíðin 2 er í sjálvari sær ein stór bók, eitt mikið verk, sum nágreiniliga viðger so mong viðurskifti í søguni hjá gjáarfólki
føroyskir tónleikarar á pall í danska høvuðsstaðnum. Klokkan níggju er tað Høgni Reistrup, ið fer á pall í Christianshavns Beboerhus. Aftan á hann eru tað The Dreams-brøðurnir, Heini Corfitz og Eirikur Andersen [...] Andersen, sum fara at spæla country- og popptónleik. Talan er um eitt stuðulstiltak í Christianshavn Beboerhus, sum er ókeypis. Umframt føroysku tónleikararnar fara ein rúgva av øðrum tónleikarum at spæla [...] Swangah Dangah fara á pall, umframt at DJ Sugardaddy og Honeypie fara at diska. Sostatt hava føroyar í Keypmannahavn høvi at uppliva ikki færri enn sjey ymsar tónleikarar nøvn framføra leygarkvøldið. Be