Fjakkarar í Budapest

Eftir ævintýrið seinast í apríl í Dubai, har úrslitini vórðu góð, fóru Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen beina leið til Ungarn at luttaka í IM-kappingini, First Saturday. Serliga væl gekst hjá føroyameistaranum

Talv

Í júst somu kapping í august í fjør, eydnaðist tað John Arna Nilssen at vinna sær sín næsta IM-norm. Kappingin verður fyriskipað hvønn mánaða í árinum, har fyrsta umfar, eftir siðvenju, er fyrsta leygardagin í mánaðinum.
Tað er ikki við peningavinningi í eyga, at ein fer heilt til Ungarn at luttaka í hesum kappingum. Luttakaragjaldið er nevnliga nøkunlunda sama upphædd sum fyrsta virðisløn ljóðar. Hví er First Saturday vælkend og væl vitjað? Jú, kjansirnir at vinna sær normar eru sera góðir, eftirsum fyrireikarin letur hálvgamlar og útbrendar IM´arar pening fyri at luttaka, og samstundis letur ungar framfýsnar normjagstrarar sleppa framat.

Katastrofan lúrdi
Martin legði væl út og blandaði seg eftir fyrstu seks umførini í oddastríðið. IM-norm kravið var 9,5 stig av teimum 13 umførunum sum telvast skuldu. Hans Kristian fekk hinvegin eina rættiliga keðiliga kappingarbyrjan; 1 stig eftir fyrstu 6 umførini. Tí varð tað av sonnum eitt bragd, at hann fekk kjempað seg uppá 6 stig á endaligu stigatalvuni. Hann hevði enntá 6 stig innan seinasta umfar, men tapti sítt seinasta talv.
Martin var í roynd og veru ongantíð tætt við IM-normin. Eitt skiftið hevði hann 5,5 av 9, og hevði tí kunnað ognað sær normin, um hann vann tey seinastu fýra talvini. Men so varð ikki, og hann endaði loksins á 7,5 stigum, sum gav honum eitt deilt 3. pláss. Eitt gott úrslit, hóast tvey stig frá norminum. Hans Kristian bleiv nr. 10 av 14 luttakararum.
Báðir klintra eftir kappingina rætta vegin uppeftir ratinglistanum. Martin vinnur sær 19 ratingstig á føroyska listanum, og er nú endiliga røttu megin teimum magisku 2300. Hann hevur 2310 á feskasta styrkisbarometrinum. Hans Kristian fer frá 2234 til 2244 eftir úrslitið í Budapest.

OL 2004
Olympiaduár er, og í ár verður hon telvað á feriuoyggjuni Mallorka frá umleið miðjan oktober til fyrst í novembur.
Kappingin um plássini á føroyska OL-liðnum hevur mangan verið spennandi. Í ár er einki undantak. Vanliga sendur Talvsambandið seks telvarar til OL. Tað tykist rættiliga sannlíkt, at John Arni Nilssen, Heini Olsen, Martin Poulsen, Flóvin Tór Næs og John Rødgaard koma á liðið. Spurningurin er tískil um hvør sleppur við sum sætta umboð.
Á feskasta ratinglistanum sæst, at tað eru serliga trý nøvn sum stríðast um sama mál; Hans Kristian, Olaf Berg og Ólavur Simonsen. Talvsambandið eigur kanska sum skjótast at melda út, nær OL-liðið verður úttikið, soleiðis at telvarar kunna laga kappingarnar eftir hesum. Tað hevði hjálpt væl.