Fólk hava nú høvi at keypa sær ein part av nýggja tilboðnum ? ella allan pakkan. Tað er púrasta upp til tann ella tey, sum hava hug at vitja við Lómundaroyru í Vestmanna Heri Dahl, sum hevur havt ríðiskúla í Havn í nøkur ár og Heini á Heygum, sum hevur veiðirættindi á vøtnunum við Lómundaroyru omanfyri Vestmanna, eru nú saman farnir at marknaðarføra tilboðið, sum teir rópa fisking og frítíð.
Sum nakað heilt nýtt kunnu teir nú bjóða sílaveiðu og gisting á sama staði. Vælumtókta sílaveiðan á hesum vøtnum kann nú gerast eitt nógv størri upplivilsi, nú vitjandi eisini havi høvi at gista í stásiligum húsvognum eftir lokna veiði.
Fisking og Frítíð hava nevniliga útvegað sær tveir húsvognar, sum eru settir upp á hesum náttúruvakra øki við Lómundaroyru.
Heri Dahl, sum er annar maðurin aftanfyri nýggja ferðavinnutilboðið, sigur, at umframt sílaveiði, gisting og gongutúrar, skipa teir eisini fyri túrum á rossabaki.
Á heimasíðuni www.fiskogfritid@com er ymiskt at lesa um møguleikarnar. Her fæst ein ?forsmakkur? upp teir møguleikar, sum eru.
Heri Dahl vísir á, at nógv og góð síl eru at fáa á hesum vøtnum, og útsýnið yvir niðara vatnið er eitt rættiligt panorama, sum hann tekur til.
- Fólk hava nú høvi at keypa sær ein part av hesum tilboði ? ella allan pakkan. Tað er púrasta upp til tann ella tey, sum hava hug at royna hetta.
Heri Dahl sigur, at tilboðið eisini er sera væl egnað sum ein veruligur familjutúrur, og í báðum húsvognunum er pláss fyri tilsamans 14 fólkum.