Verður toskurin ikki tikin sum pinkalítið yngul av makreli ella øðrum rovfiski, so verður hann tikin sum toskamurtur ella millumfiskur av teimum nógvu milliónum húkum, sum verða ringdir niður á landgrunnin hvørt ár. Hvussu nógvir húkarnir eru vita vit ikki neyvt, tí tað verður ikki skrásett. Tað, sum húkurin ikki fær fatur á, tekur trolið sær av nakað seinni. Toskurin er virðismiklari enn hýsa og upsi, og verður tí tikin, so hvørt nakað er at fáa.? ?Síðan fiskidagaskipanin byrjaði, er umleið triðji hvør dagur tikin burtur. Talið av fiskiførum er tó ikki minkað tilsvarandi. Skipini hava sostatt færri og færri dagar í part og flestu sigla við undirskoti. Orsøkin er, at reiðarar hveppa seg við at taka skipini úr flotanum, tí teir halda, at fiskiloyvið í sjálvum sær hevur stórt virði, hóast dagatalið er minkandi. Hetta eru tey ódeyðuligu fiskiloyvini, sum Heini í Kunoy plagar at taka til. Brúk er fyri eini skipan, so skipatalið kann minkað, so hvørt sum fiskidagarnir fækka.? ?Eitt hugskot kundi verið, at skipaeigarar gjalda inn eina tvungna uppsparing hvørt ár, í samband við at teir fáa fiskiloyvi útskrivað. Upphæddin kundi verið tengd at virðinum á skipinum ella at veiðuni seinasta árið. Uppsparingin skuldi so verið útgoldin, tá skipið fór úr flotanum. Umframt hetta afturgjald kann skipaeigarin selja sjálvt skipið og teir fiskidagar hann hevur eftir. Hetta hevði gjørt tað meira hugaligt at tikið skip úr flotanum, so fleiri fiskidagar vóru í part til restina av flotanum.? ?Hetta var bert eitt hugskot og íkast til kjakið, um hvussu fiskidagaskipanin kann gerast enn betri.