Fiskivinnan og ES

Bjørn Kalsø
landsstýrismaður
?????
Fiskiríkidømið má ongantíð latast øðrum at umsita. Okkara handilsviðurskifti við onnur lond og felagsskapir mugu betrast, skulu vit standa okkum í kappingini við fiskivinnu úr øðrum londum framyvir.
Undir valstríðnum til fólkatingsvalið varð skotið okkum í Sambandsflokkinum í skógvarnar, at vit glaðbeintir ætlaðu okkum at leypa í favnin á ES, uttan at seta nakrar treytir við.
Fyri at mana hetta uppáhald í jørðina, skal her verða sligið rimmar fast, at eingin í Sambandsflokkinum nakrantíð fer at avreiða okkara fiskiríkidømi til nakað annað land ella felagsskap at umsita.
Føroyingar fóru ikki inn í ES saman við dønum, tí at eigin føroyingur vildi lata fiskiríki-dømi okkara til onnur at umsita. Vit eiga eisini í framtíðini at halda fast við hesa støðu.
Leggjast skal afturat, at tað er eisini av stórum týdningi, hvussu og hvør umsitir fiskivinnuna her heima. Heini O. Heine-sen og fleiri við honum hava borið uppá mál, at í nýggjari tíð, er tað bert Sambandsflokkurin, ið hevur megnað at umsita fiskivinnumálini í Føroyum við skili og ábyrgd. Tað fara vit eisini at leggja alla orku í at gera í framtíðini.

Betri marknaðaratgongd
Ikki slepst undan tí sannroynd, at ES er okkara størsti marknaður, nógv tann størsti parturin av teimum fiskavørum vit útflyta enda á ES marknaðinum.
Sambandsflokkurin fer tí altíð at arbeiða fyri betri marknaðaratgongd til ES. Eisini fara vit at arbeiða fyri at gera handilssáttmálar við onnur lond, sum seinni kunnu gerast áhugaverdir marknaðir.
Vit eiga at tora at tosa um, hvussu vit á bestan hátt kunnu samstarva við ES og onnur lond. Vit eiga eisini at tora at kanna, hvørjar skipanir onnur lond, sum vit kunnu samanbera okkum við, hava.
Ein sannroynd er, at Ísland og Noreg eru nærri einum ES lima-skapi enn nakrantíð. Mótstøðan ímóti ES limaskapi er minkandi í hesum londum. Hetta ger, at vit mugu kanna hvørja avleiðing ein limaskapur hjá Íslandi og Noreg fær á fiskivinnu okkara, støða má takast til, hvussu vit fyrihalda okkum til tann veruleikan.
Skal fiskivinnan geva tey arbeiðspláss og tað peningaliga íkastið til føroyska samfelagið, sum er neyðugt, so mugu vit m.a. gera meir við at útvega betur handilssáttmálar. Hetta legði Sambandsflokkurin stóran dent á, tá hann seinast var í samgongu, og hetta leggur Sambandsflokkurin eisini stóran dent á í núverandi samgongu.
Vit rokna sjálvandi við, at hinir samgonguflokkarnir eisini duga at síggja álvaran í hesum. Tað harmar okkum hinvegin, at andstøðuflokkarnir uppføra seg, sum síggja teir trøll á aljósum degi, bara onkur dittar sær at tosa um hendan fyri Føroyar so altavgerandi spurning.
Okkara mál er, at úrslit skulu síggjast á hesum øki, áðrenn hetta samgonguskeiðið er runnið.