gjørt at fingið hesar upplýsingar fram. Møguliga vísir tað, at manningartalið pr. bát er hækkað nakað, at fólk heldur hevur valt hesa skipan, enn at vera í onkrari sosialari skipan, men um mistanki er um [...] málum, at inntøkutrygdin er vaksin. Tað má vera sjálvsagt, at bátar, sum royna við snellu, verða skerdir úr at fiska frítt niður til 84 dagar. Og her skal verða mint á, at hesin trupulleikin er skorin [...] vísa á tað, sum fleiri ferðir fyrr er ført fram, at veiða við línu og snellu skaðar ikki fiskastovnin, og er før fyri at taka so mikið úr fiskastovninum, at veiðan verður lønandi, tó ikki so nógv, at stovninum
Eru tit fyri ella ímóti ES-limaskapi? - Tað er einki loyndarmál, at KrF ikki er fyri ES-limaskapi. Vit halda fast við, at ein haldgóð handilsavtala við ES er besta loysn, sigur Jákup Olsen. Til Haag um [...] tinglimir fyri okkum hava sagt, at teir ikki kunnu upplýsa hvussu teir hava hugsað sær at býta nevndarsessirnir, so er líkt til, at Jákup Olsen, tingmaður fyri KrF, skal vera formaður í uttanlandsnevndini [...] i, fyri Helen Dam á Neystabø. Jákup Olsen er ikki so fegin um at tosa um hetta, áður enn at málið hevur verið viðgjørt í tinginum. Ikki fyri ES-limaskapi - Hvønn politkk hevur KrF ført í sambandi við ES
privatu kunnu gera. ? Hatta er tann reina undirskotsforrætning, sum einki annað hevur til endamáls, enn at knúsa okkum, sigur vøruvognsførarin við Sosialin. Bilførarin vil vera við, at SL Farmur rekur rutuna [...] , sum heldur lítið um, at skattgjaldarin skal gjalda fyri, at tað almenna konkurerar við privata vinnu. ? Skal SL Farmur kappast við okkum privatu vinnurekandi, so eiga teir at gjalda fyri ferjuflutning [...] vil eg fegin síggja, hvussu bíliga teir kunnu koyra vørur út til viðskiftafólkið, sigur lastvognsførarin, sum ikki dylur fyri, at hann er sera argur inn á Strandferðsluna. Hann vísir eisini á, at Stra
øðrum bløðum, og eg haldi tað vera nóg so nógv fyri, at vit skulu jarðleggjast - bara tí at vit fáa tað at bera til - betur enn aðrir. Heini á Borg vísir á, at tað ikki er rímuligt, at SL Farmur skal pakka [...] pakka saman, tí at aðrir hava keypt sær bilar og ikki fáa tað at mala runt. Hann vísir eisini á, at tað eru ov nógvir bilar til í landinum, og at tað fer at enda galið, tí allir fáa tað ikki at mala runt. [...] heilsøluni. ? Tað er rætt at vit hava keypt ein bil frá Poul Hansen í sambandi við, at vit hava samansett bilaparkina meira rationelt. Vit fáa tað nú at bera til við farmaflutninginum, men tað virkar sum
skattalætta, men tað er gott, um tað eydnast at byrgja upp fyri, at fleiri sjómenn rýma, sigur Jógvan K. Møkøre. Og møguleikin er veruligur fyri, at fleiri sjómenn fara, tá ætlaðu skerjingarnar í fiskiskapinum [...] Eingin kann vænta, at hesin fiskiskapurin stendur við, og tí er neyðugt at gera okkurt fyri at byrgja upp fyri, at fleiri fara, sigur Jógvan K. Mørkøre. Hann er væl greiður yvir, at fleiri kommunur fara [...] kortini, tí vandin fyri, at fleiri sjómenn flyta av landinum lúrir støðugt, og hvør mist inntøka kostar nógv. Okkurt má gerast - Eg tori hvørki at siga um tað er rætt ella skeivt at veita sjómonnunum skattalætta
í Noregi. -Tað er umráðandi, at ein kann fáa ein dialog í gongd nú, soleiðis at tað slepst undan misskiljingum seinni. Uppá fyrispurning um hetta hevur nakað við eina komandi lisensrundu at gera, tvs. [...] heldur, at projektið er sera spennnandi. -Norðmenn hava royndir í sambandi við fiskivinnu og oljuvinnu, og tað er greitt, at vit nú í góðari tíð kunnu læra av norsku royndunum og harvið royna at fyribyrgja [...] Kjelaas frá Saga sigur, at teir vilja fegnir vera við til at hjálpa føroyingum at gera neyðugu fyrireikingarnar til eina komandi oljuvinnu. -Hetta eru uppgávur, sum vit halda eiga at gerast, áðrenn tú fer
almennu vitjanini, sigur Nyrup Rasmussen, at tað vilja tey bæði fegin, og vóna, at tað ber til at áseta eina tíð fyri vitjanina, har tað liggur fyri hjá teimum báðum at koma hendavegin. - Hetta skulu vit fyribils [...] høvi at tosa við føroyingar, fyrst og fremst, og hann leggur dent á at hann vil lurta eftir, hvat føroyingar siga og halda um ymisk viðurskifti, men vil kortini ikki vil koma nærri inn á tað. - Eg havi [...] og væntandi verður farið aftur til Danmarkar 8. januar. - Nú er ætlanin, at vit skulu koma aftur á vitjan seinni í ár. Eg kundi hugsað mær, at hetta kundi verið í summatíðini, so vit kunnu njóta náttúruna
minstaforvinning er at viðmerkja: Tað kann aldri vera rætt at seta eina nýggja skipan í verk, sum er baserað uppá eitt útrokningargrundarlag eitt hálvt ár afturút. Serliga ikki, tá vit hugsa um, at landsstýrið [...] roynir at satsa, og nú skal summarið darvast av, um seismiska óveðrið er nær ella langt burturi. Vit halda at grundarlagið fyri at dríva útróður nú er so spinkult vegna menniskjaskaptar trupulleikar, at næsta [...] bøldist omaná døgum, sum skuldu vera við til at sikra útróðurin við nógvum døgum á hásumri. Úrslitið gjørdist, at summarið 97 vóru ikki nógvir dagar brúktir. Vit vita, at við lógini um vinnuligan fiskiskap
hetta vera rætt sum ta ferðina, ið tað segðist, at studentaskúlanæmingarnir í Hoydølum skrivaðu stílar um at avtaka fiskivinnuna í Føroyum, tí at hon var bara útreiðsla og kostaði so nógv í studningi. Tað skuldu [...] ikki enn er farin heilt í botn, er bara útlendskum fiskakeyparum í Føroyum fyri at takka. Og so dittar hesin tingmaðurin sær at tala um virðið á fiskinum, ið avreiddur verður fyri spottprís, tí at hann hevur [...] liva av, at vit hava ein fiskaútflutning. Og nú vil Bjørn á Heygum fara undir at flyta út fólk heldur enn fisk. Og hann vil leggja fyri við útróðrarmonnum. Man maðurin vera klikkaður? Er tað uppruddingarnar
samsvar við tað, sum sjónvarpið annars reypar vítt og breitt um. Ungdómurin verður altso av SvF noyddur at hyggja at øðrum rásum - hetta kann ikki vera rætt, men er veruleikin, inntil SvF byrjar at fylgja sínum [...] og undirhald). Tað er greitt, at ungir føroyingar ikki hava góðar vónir fyri komandi ár hesum viðvíkjandi, tá SvF leggur út við at taka einastu upplýsandi ungdómssendingina burtur. Her er púrt onki samsvar [...] jalið, og sostatt sýndu vilja at senda við størri atliti til ungdómin í framtíðini enn nú. (Øravíkarskjalið 5. Børn og ung). Eisini siga teir seg harvið vera áhugaðar at hava javnvág millum upplýsing og