Í eina tíð nú hevur SvF sent hesa sending hvønn leygardag seinnapart, og hevur hon verið einasta sending á skránni, ið hevur vent sær til ungdómin við øðrum enn amerikanskum undirhaldi av ivasamari dygd. Her var talan um upplýsing ætlað ungdóminum, ið annars ikki var at finna í sjónvarpinum. Men leygardagin 29.11.97 var sendingin brádliga horvin, og gjørdi soleiðis SvF til somu rás hon var áðrenn; ein rás púra uttan tilfar til ungdómin.
Hetta má sigast at skapa iva um trúvirðið hjá bæði sjónvarpsstjóra og programleiðara, sum 15.11.97 undirskrivaðu sonevnda Øravíkarskjalið, og sostatt sýndu vilja at senda við størri atliti til ungdómin í framtíðini enn nú. (Øravíkarskjalið 5. Børn og ung). Eisini siga teir seg harvið vera áhugaðar at hava javnvág millum upplýsing og undirhald. (Øravíkarskjalið 2.2.1. Upplýsing og undirhald). Tað er greitt, at ungir føroyingar ikki hava góðar vónir fyri komandi ár hesum viðvíkjandi, tá SvF leggur út við at taka einastu upplýsandi ungdómssendingina burtur. Her er púrt onki samsvar við tað, sum sjónvarpið annars reypar vítt og breitt um.
Ungdómurin verður altso av SvF noyddur at hyggja at øðrum rásum - hetta kann ikki vera rætt, men er veruleikin, inntil SvF byrjar at fylgja sínum egnu hugskotum - vónandi í næsta ár.
Barbara Christophersen