fyrst í sínum heimlandi og seinni í Ungarn. - Eg byrjaði at íðka fótbólt við felagnum í mínum heimbýi Kragujevac. Hetta er ein lítil hugnaligur býur í miðpartinum av Serbia. Eftir at hini londini í fyrrverandi [...] Jugoslavia tóku loysing frá Serbia og Montenegro fyrst í nítiárunum, fóru øll sterk kroatisk og bosnisk feløg úr landskappingini í 1. deild, og ístaðin komu nógv smá serbisk feløg í teirra pláss, eitt nú mítt [...] honum, til tað besta í Ungarn, og einaferð í framtíðini millum tey sterkastu í Europa. Stadler-formaðurin hevði tvey stórfeløg, nevniliga Inter Milan og Ajax Amsterdam, sum fyrimynd, og tey bæði feløgini
búskap og umhvørvi. - Vit skulu arbeiða fyri at gerast óheft av jarðrunnum brennievnum. Í 2015 skulu 20 prosent av orkunýtsluni á landi stava frá varandi orkukeldum í mun til 9 prosent í dag. Og í 2015 skal [...] Klæmint Weihe, stjóra í SEV, eru Føroyar nógv betur fyri enn OECD londini sum heild. Býtið millum termiska og vatn/vind orku í Føroyum er 55/45, og málið hjá SEV er, at býtið skal vera 45/55 í 2015. Hann bar [...] fyri Trapputinginum var avbera stórur. Fólk sótu og stóðu í hvørjum horni. Nr. 3. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi, Klæmint Weihe, stjóri í SEV og Bergmann Finnsson, Agenda21 ráðgevi.
renslið upp í allari skipanini. Altjóða fíggjarmarknaðurin, sum í fyrsta lagi støðugt hevur sett alt fólkaræði og politiskar skipanir í skák, setur nú eisini alt tað politiska valdið í heiminum í mát: Tað [...] Eftir 1. viðgerð og hoyringar og politiska viðgerð í løgtingsins fíggjarnevnd var í gjárkvøldið full semja um at taka undir við ríkislógartilmælinum, um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um fíggjarligt [...] ólkini í fíggjarnevndini sínar egnu viðmerkingar fram í álitinum, og hartil settu tey fram eitt broytingaruppskot, sum hevði til endamáls at styrkja um støðuna hjá føroysku peningastovnunum og fyri at
eitt bil, og miðlarnir fóru at skriva um eina skitna umsiting, korruptión, ógegni, lógloysi og hóttanir. Alt, sum vit vanliga ikki vilja seta almenna umsiting í samband við, var stúvað saman í somu frágreiðing [...] langt sum í sjálvt tingið, og hetta ger ikki arbeiðið hjá fyrisitingini lættari. Vanliga megnar fyrisitingin at varðveita í minsta lagi eitt toluligt støði av sakligheit í sínum arbeiði, men í grannsko [...] má brúka nógva orku upp á eftirlit og stýring. Vert er at hava í huga, at líkamikið um skipanin er legitim og effektiv ella illegitim og ineffektiv, so skulu vit øll gjalda fyri hana, vísir hann á. Spurningurin
sigast at gløgg og heppin hond hevur flutt knapparnar. Ljóðblandingin er eisini góð Hanus fær góða rúmd í ljóðmyndini, meðan ljóðførini í allar flestu førum standa glar og kortini saman í góðum samljóði [...] Pauli í Sandagerði ummælir nýggju fløguna hjá Hanusi Johansen Hanus er gamal í garði í norðurlendska fólkatónaheiminum, og Aldubáran er óivað okkara boð upp á eina klassiska tónabouqet. Hvør í sínum lagi [...] fløguna meira livandi og sanna. Á hesari fløgu spæla menniskju, og vit ið lurta fáa loyvi at lurta og uppliva sum menniskju. Sonn spæligleði eyðkennir fløguna frá byrjan til enda, og í tónaheiminum er einki
eisini úr Eysturevropa og Teilandi, og summar eru úr Suðuramerika. - Tað eru ymsar orsøkir til, hví tær enda í Danmark. Arbeiðsloysið og fátækradømið er ofta stórt í heimlandinum, og tí eru summar lokkaðar [...] arbeiðsmegi í trælahaldi í Danmark, men nógv tær flestu enda í skøkjulevnaði í Keypmannahavn. Tann yngsta handlaða gentan, sum Silvia hevur hitt, var einans 14 ára gomul. Tær elstu eru væl uppi í 40'unum. [...] konufólk eru eisini við, og tey tykjast fitt og hjálpsom. Kvinnurnar eru ofta í eini desperatari støðu, tí endarnir røkka ikki saman, og tær eru tí glaðar um ein so góðan starvsmøguleika. Men tær vita ikki,
njóting og afturkenning, sum er tað, vit finna í yrkingum, tónleiki, filmum og sjónleikum. Njótingin stavar í roynd og veru frá afturkenningini, sjálvt um tað, vit kenna aftur, er skeivt og ræðuligt í heiminum [...] tilvild rennir teg í, og sum raka tínar sansir og lýsa upp í sinninum á ein serligan hátt. Tó so, eg sigi altíð, at tað er ikki neyðugt at kenna hópin av yrkingum, fyri at tær skulu fáa týdning í tínum lívi. [...] broddur, eitt slag av stríði uppi í leikinum í tí, vit kallaðu málspurningurin. Í tjóðskaparsinnaða umhvørvinum, eg vaks upp í, hekk tað nærum ákærandi og ekkafult í luftini, at rætta málið hjá ein sonnum
Hetta fer at bøta munandi um livikorini í Føroya syðstu oyggj. Nú fer at bera til at búgva í Vági og arbeiða í høvuðsstaðnum, eins og t.d. Norðoyingar og Eysturoyingar pendla til Havnar hvønn morgun at [...] - verður ógjørligt í longdini at fáa tey væl útbúnu at liva og virka t.d. á Tvøroyri ella í Vági. Hetta fer at hava við sær, at góðskan á sjúkrahúsi og miðnámsskúla fara at minka, og nú er - hóast alt - [...] var í gomlum døgum nógv tann størsta og framburðsríka bygdin í Eysturoynni. Hesin framburður varð tryggjaður - serstakliga - av gamla fiskivinnustrukturinum, ið bygdi Føroyar í árunum frá 1870 og fram
hann og allur flokkur hansara gjørdi eftir valið, var at tveita seg - sum gomul uppgávugenta í froðum - í føvningin á tí mest mannfíggindaliga flokki í Føroyum. Og har liggur hann nú og dusar sær, og í søtum [...] orð fyri at vera serliga gávumildir. Og nú stendur aftur ein, sum er av sama bergi brotin, og sum gongur í somu sporum og talar ta somu søgu um hvussu gott vit skulu fáa tað, tá ið fullveldið er veruleiki [...] seg vera vinur og álit arbeiðs- og fiskimanna. Tíverri er ofta langt millum orð og gerðir. Tað hevur ofta undrað meg, at so nógvir vanligir heiðursmenn og vanligar heiðurskvinnur skulu velja ein flokk
Skúladepil í høvuðsstaðarøkinum? Løgmaður sigur, viðv. Skúladepli í Suðuroy, at miðnámsskúli við ungum millum 16-22 ár og Heilsuskúlin, har tilkomin fólk millum 30-60 ár, skulu verða saman í einum Skúladepli [...] verið við í ymiskum nevndum í sambandi við bygging av skúlum í Tórshavn og aðrastaðni í Føroyum. Er hesin ikki egnaður? - Hvør skal koma ístaðin? Arkitektur frá Landsverk, hevur havt eygleiðarastøðu í bygginevndini [...] Tekniska Skúlanum í Tórshavn og hølum til Føroya Handilsskúla. leggja dent á eitt gott skúlaumhvørvi og felagstrivna, og at hædd verður tikin fyri nýggjastu rákini innan námsfrøði og nýtslu av KT í undirvísingini