Hetta fer at bøta munandi um livikorini í Føroya syðstu oyggj. Nú fer at bera til at búgva í Vági og arbeiða í høvuðsstaðnum, eins og t.d. Norðoyingar og Eysturoyingar pendla til Havnar hvønn morgun at arbeiða. Tá fer oynni kanska at vera lívi lagað, og kanska fer at verða gjørligt aftur at seta gongd í fólkavøksturin.
Eg loyvi mær at ivast. Tað er víst, at tað ber til at pendla ímillum, tá ið henda ferja verður veruleiki. Og tá verður ikki neyðugt hjá suðuroyingum at flyta til Havnar, um teir vilja hava tey feitu arbeiðini, ið har eru at fáa. Hetta er sum so eisini rætt, men tað er trupult at síggja nakað framtíðasperspektiv í einari slíkari tankagongd. Eg loyvi mær at ivast í, at nógv eru, ið hava hug at nýta stóran part av degnum upp á at pendla yvir eitt longri tíðarskeið. Tað kann ganga ein mánað ella tveir, ella kanska eitt heilt ár. Tá vildi eg mett, at fólk fóru at troyttast av hesum lívinum, og tí antin royndu at finna sær arbeiði nærri við bústaðin, ella valdu at flyta til Havnar at búgva, eins og rákið hevur verið tey nógvu seinastu árini.
Tað, ið er ringt at síggja, er at henda nýggja, stásiliga ferjan fer at hava nakra ávirkan á teir grundleggjandi trupulleikarnar, ið Suðuroyggin hevur. Tá ið lagt verður upp til, at fólk framhaldandi skulu til Havnar at arbeiða, so verður heldur ikki grundarlag undir avleiddum vinnugreinum, so sum handlum av alskyns slagi, umframt almennum sertænastum. Við einum støðugum fólkastreymi millum Suðuroynna og "Føroyar", fer brúkarin sjálvandi at velja ta bíligaru tænastuna/vøruna í høvuðsstaðnum. (Her hugsi eg ikki um gerandis vørur/tænstur, men um servørur og -tænastur, ið eisini eru tær, ið krevja størsta yrkisførleikan, og tí eisini merkja høgar inntøkur.)
Hetta fer so heldur ikki at tryggja eina burðardygga búseting í Føroya syðstu oyggj. Fólk velja náttúrliga at búseta seg, har tey fáa sín tørv nøktaðan. Summi eru meiri býarmenniskju, og summi er meiri bygdarmenniskju, lat tað vera víst. Tað verður tó aldrig talan um eina burðardygga Suðuroy, um ikki øll samfelagsløg fáa sítt. Uttan nøktandi vørur/tænastur - eisini sosialar tænastur - verður ógjørligt í longdini at fáa tey væl útbúnu at liva og virka t.d. á Tvøroyri ella í Vági. Hetta fer at hava við sær, at góðskan á sjúkrahúsi og miðnámsskúla fara at minka, og nú er - hóast alt - so mikið stutt til Havnar, at næmingar/sjúklingar tað sama kunna fara til Havnar - eins og Norðoyingar fara at fara, tá ið teir hava fingið sín undirsjóvartunnil. Ein farleið er ongantíð bert ein farleið til, men so sanniliga eisini ein farleið frá!
Tí dugi eg undir ongum umstøðum at síggja, at henda stásiliga (og dýra) ferja fer at verða Suðuroynni at gagni. Víst fer hon at verða suðuroyingum at gagni, men ikki Suðuroynni sjálvari. Tað er ikki tað sama. Ferjan verður tá heldur ein táttur í einari systematiseraðari avtoftan av hesi fyrr so stoltu oyggj. Fyrst rýkur tilhoyrskenslan, so rýkur yvirstættin. Eftir drúgvari tíð er tað mesta av meðalstættini eisini útholað, og Suðuroyggin verður at meta sum ein reguler útoyggj við kanska túsund íbúgvum - serliga fiskimonnum, alarum og bóndrum - umframt neyðturviligum alment løntum av ymiskum slagi. Nakað í stíl við Sandoynna, vit kenna í dag.
Hetta er sæð fyrr - at eitt betri ferðasamband kann gerast ein trupulleiki hjá einum lokalsamfelagi, um ikki neyðugu fyritreytirnar eru til staðar fyri at standa ímóti øktu kappingin uttanífrá. Her hugsi eg sjálvandi ikki einans um tað handilsliga økið, men eisini tað sosiala, tað bústaðarliga, tað arbeiðsmarknaðarliga og tað útbúgvingarliga. Kann lokalsamfelagið ikki bjóða eitt rímiligt útboð av tílíkum sosialum tænastum, verður tað í síðsta enda tapari í stóra samfelagsliga matador-spælinum, ið bara er hert síðani kreppuna.
Eitt dømi er bygdin, haðani eg sjálvur eri ættaður. Fuglafjørður var í gomlum døgum nógv tann størsta og framburðsríka bygdin í Eysturoynni. Hesin framburður varð tryggjaður - serstakliga - av gamla fiskivinnustrukturinum, ið bygdi Føroyar í árunum frá 1870 og fram til annan heimsbardaga. Suðuroyggin hevði eisini sína gulløld um hetta mundið. Aftaná kríggið - eisini vegna øktu umsitingina, ið fyri tað mesta kom at liggja í Havn - vórðu hesir strukturar so líðandi niðurbrotnir. Nú var tíðin komin at menna handils- og tænastuvinnurnar, ið nú veita bróðurpartin av landsins arbeiðsplássum. At hesar vinnur ikki í nóg stóran mun vórðu mentar í Fuglafirði, og eisini í Suðuroynni, er helst ein av grundunum til, at menningin hevur verið so lítil hesi seinnu árini. Suðuroyggin er stagnerað, og Fuglafjørður hevur mest sum fingið status av at vera sovibygd, eins og flestar aðrar bygdir í Eysturoynni.
Í staðin fyri at leggja so alstóran dent á at útbyggja ferðasambandið við meginlandið, áttu suðuroyingar tí heldur at syrgt fyri at sópa fyri egnum bakduri. Tað einasta, ið kann skapa trivnað á eini so fjarskotnari oyggj, er um hon hvílir í sær sjálvari. Við øðrum orðum er einasti møguleiki fyri framburði í Suðuroynni, at hon verður burðardygg, ella sjálvstøðug. Einans um møguleikar eru hjá øllum samfelagsbólkum at trívast, verður talan um eitt samfelag, ið kann mennast.
Suðuroyggin og tað góða samfelagið?
Tað eru nógv boð upp á hvat eitt gott samfelag er. Hóast Suðuroyggin nú í nógv harrans ár hevur verið fyri bakkasti, merkir hetta tó ikki, at Suðuroyggin er eitt vánaligt samfelag. Tað hevði sjálvandi verið hugaligari, um fólk støddust betri, og at man harvið kundi skapt eina breiðari mentan har suðuri.
Tað, ið eyðkennir eitt gott samfelag, er at fólk flest hava møguleikan fyri at liva sítt lív sambært teimum idealum, tað hevur sett sær, ella sum samfelagið hevur kunnað trúttað niður í tey. Júst tessvegna kann eitt - kanska heldur hendingafátækt - bygdarlív vera eins gott og (potentiella) full-speed býarlívið í Havnini - ella enn meiri í Keypmannahavn. Tí er sum so einki galið í at búgva í Suðuroy (ella á bygd í Føroyum sum heild).
Trupulleikin er meiri tann, at tey persónligu idealini broytast sum ongantíð fyrr. Hetta er serliga fyribrigdum sum sjónvarpi, interneti og popptónleiki fyri at takka. Hetta er eisini galdandi fyri suðuroyingar. Tí kann tilveran í Suðuroynni gerast ov tronglig hjá unga fólkinum, sum tískil velja at flyta (ella ikki at venda aftur aftaná lestrarørindi). Suðuroyggin livir ikki upp til tey ideal, sum ein alheimsungdómur hevur fingið niður við móðurmjólkini. Hóast ungir suð-uroyingar sjálvandi siga seg elska sína oyggj, og helst vildu flutt heim aftur um teir kundu (um teir tímdu), so er spurningurin, um hesin pástandur ikki er eins idealiseraður og pástandurin um, at ein super-ferja skal kunna loysa allar trupulleikarnar hjá oynni. Suðuroyggin er ikki eitt nóg lokkandi samfelag hjá nógvum ungum suðuroyingum. Teir vilja nevniliga vera í Havn. Tí er einasti møguleikin at menna Suðuroynna at fáa eitt betri ferðasamband millum støðini bæði, verður sagt.
Eg eri sum sagt í stórligum iva, um hetta fer at vera rætta loysnin. Ein onnur menniskjulig mekanisma er jú eisini, at børnini - framtíðin - skulu vaksa upp sambært teimum idealum, sum foreldrini hava sett sær. Um Suðuroyggin tá ikki er eitt idealsamfelag, ella við øðrum orðum ikki nøktar tann tørv, ið foreldrini meta vera eina fyritreyt fyri einum góðum, innihaldsríkum lívi, so fara tey heldur ikki at lata børn síni vaksa upp har. Tey hava merkt á egnan kropp, hvussu trongligt tað var at vaksa upp har suðuri, og vilja tí heldur spara børnini fyri sama stríð. Einans um Suðuroyggin kann bjóða - ikki einans vælútbúnum fólki, men eisini hesra børnum - eina lokkandi framtíð, hevur oyggin ein kjans.
Suðuroyggin sum sjálvstøðug eind?
Tað er víst, at núverandi niðurgongd í fólkatali, og harvið eisini í samfelagsligari dygd, ikki fer at fáa nakra vend undir verandi skipan. Tær góðu tíðirnar eru helst longu farnar at halla - ikki minst vegna sorgarleikin við World Trade Center og avleiddu ávirkanina á heimsbúskapin, so framtíðin sær alt annað enn bjørt út fyri Suðuroynna. Tað má eg ásanna.
Men eingin orðsøk veri til at liva, um man ikki kann vera bjartskygdur viðhvørt. Enn er Suðuroyggin rættiliga fólkarík. Enn hevur Suðuroyggin egnan sparikassa, eitt sjúkrarhús á Tvøroyri og ein studentaskúla í Vági. Ætlandi verða eisini nakrir almennir stovnar/skúlar lagdir í oynni. Spurningurin er so, um hetta er nóg mikið at venda gongdini, og eg havi jú longu mett, at tað er tað ikki. Tað skal ramari kostur til, áðrenn viðurskiftini í Suðuroy veruliga fara at batna.
Tað er av stórum týdningi, at primera vinnulívið er livandi. Fiskur er jú framvegis Føroya týdningarmesti valutaskapari. Av minst líka stórum týdningi er tó, at vinnulívið er fjølbroytt, soleiðis at arbeiði er til allar hendur, og at arbeiðið er lokkandi fyri allar samfelagsbólkar. Tað er neyvan í samsvari við idealini hjá vælútbúna kandidatinum at fara til skips, koyra trukk ella reinsa aliringar.
Tað er eisini neyðugt við eini ásannan av, at ungfólk hava nakrar ambitiónir, ið røkka víðari enn til bara at arbeiða, eta, hyggja eftir sjónvarpi og sova. Alheimsmentanin hevur skapt nakrar hugmyndir innan í fólki, ið gera, at ungir dreingir droyma um at gerast heimskendir rokksangarar, og at ungar gentur vilja gerast fotomodellir og filmstjørnur. Hetta er sjálvandi órealistiskt í flestu førum, og lokala jantelógin megnar eisini at fíla tann ringasta broddin av villu ungdómsdreymunum. Tó fer tað altíð at vera ein trupulleiki, at høvuðsstaðurin kann bjóða nøkur ting, sum útjaðarin ikki kann.
Tí er einasta rætta svarið upp á hvat suðuroyingar skulu gera fyri at skapa eina nøkulunda burðardygga oyggj, at munurin í møguleikum millum t.d. Tvøroyri og Tórshavn skal vera so lítil sum gjørligt. Einans um tvørámenn kunnu útliva síni idealir á Tvøroyri, fer Tvøroyri í longdini at gerast ein blómandi býur. Einans um Vágur kann nøkta tann tørvin, sum vágbingar flestir seta, kann Vágur aftur gerast Føroya perla.
Tað er mín hugsjón, at ein umfatandi og vælvirkandi almennur sektorur kann vera við til at typpa holið ímillum Suðuroynna og Havnina, hvat lívsmøguleikum viðvíkur. Tað er so mangan prógvað, at almenn fyrisiting hevur væl fleiri og meiri fjøltáttaðar spin-off ávirkanir á eitt samfelag enn primeru og sekunderu vinnurnar, vegna økta eftirspurningin eftir lokalt framleiddum tænastum, heldur enn innfluttum vørum, ið ikki skapa tey nógvu arbeiðsplássini. Tí er spurningurin, um ikki Suðuroyingar áttu at sett í verk tiltøk, sum kundu styrkt um lokalu fyrisitingina í oynni - eitt nú við at tryggja kommununum (ella helst felagskommununi) í oynni víðari ræsur. Bara tað í sær sjálvum hevði verið ein munandi saltvatnsinnspræning í lokalsamfelagið í oynni.
Tað er víst, at arvastríðið millum eitt nú tvørámenn og vágbingar kann virka við til at forkoma tað neyðuga samstarvið, ið skal til fyri at tryggja eina tílíka menning. Mín vón er bara, at suðuroyingar finna saman um at styrkja um livikorini í oynni. Tað kann vera, at tað gevur meining at kradda sum mest til sína egnu heimbygd, men lítið nyttar, um hetta hevur við sær, at minni og minni verður at kradda burturav.
At enda...
Í samfelagsfrøðini verður tosað um eitt fyribrigdi, ið nevnist tíð/rúm-samanrykking. Her verður sipað til, at heimurin verður alsamt minni, og harvið eisini alsamt skjótari. Hetta er eisini ein liður í tí, ið nevnt verður gobalisering. Hetta er ein strukturbroyting, ið fer fram um (mest sum) allan heimin. Komandi suðuroyarferjan kann síggjast sum ein liður í hesi strukturbroyting, og hevur við sær, at ráðarúmið hjá hvørjum einstøkum suðuroyingi verður størri. Í veruleikanum fara allar Føroyar at gerast ein eind við hetta lag. Henda grein hevur havt tað endamál at vísa á, at globaliseringin - hetta fagnarorð, he - helst fer at seta Suðuroynna eftir við Svartaperi. Globaliseringin er partvís ein strukturbroyting, ið styrkir um samfelagsins dynamikkir, men eisini ein broyting, ið niðurbrýtur ta immunverju, sum hevur hildið lokalsamfeløgini saman.
Tí áttu suðuroyingar - í staðin fyri at síggja fjarstøðuna sum ein vansa - at sæð fjarstøðuna sum ein fyrimun, tí hon gevur møguleikan fyri at skapa eitt (relativt) sjálvstøðugt samfelag, leyst frá høvuðsstaðsins yvirvaldi.