Mitt í einum bankaskrædli, sum skakaði tey flestu, og sum mundi øsa mong ikki sørt, legði løgtingsins umboðsmaður 2. november í ár eina frágreiðing á 106 síður á borðið hjá løgtingsformanninum og løgmanni. Brátt hvarv øll indignatión um Eik Banka eitt bil, og miðlarnir fóru at skriva um eina skitna umsiting, korruptión, ógegni, lógloysi og hóttanir. Alt, sum vit vanliga ikki vilja seta almenna umsiting í samband við, var stúvað saman í somu frágreiðing, og sjálvt harðførir sakførarar vóru skelkaðir, ja, onkur teirra nærum deprimeraður um lesnaðin.
Nógv umrødda frágreiðingin hjá umboðsmanninum snýr seg í stuttum um ein føroyskan grannskoðara, sum fær ríkisgóðkenning úr Noregi, og sum á hesum grundarlag fær løggilding í Føroyum, hóast hann ikki hevur staðið eina serliga próvtøku, sum grannskoðaralógin krevur. Henda løggilding var skeiv, staðfestir umboðsmaðurin, og hon kundi ikki á nakran hátt hava við sær, at sjey aðrir grannskoðarar kundu fáa løggilding uttan lógarkravdu próvtøkuna. Kortini fingu teir sjey saman við advokati sínum og hollari hjálp úr Vinnumálaráðnum og Innlendismálaráðnum Skráseting Føroya at útskriva løggildingarnar.
Frágreiðingin hjá umboðsmanninum avdúkar umfatandi maktarrogansu í umsitingini. Minst ein landsstýrismaður var uppi í málinum og legði beinleiðis trýst á fyrisitingarmyndugleikan, Skráseting Føroya, at útskriva løggildingarnar, tí val var í hondum. Vinnumálaráðið, ið var ógegnugt, var fullvirkið í málinum við bæði fundarvirksemi, telefonuppringingum og skrivum. Aðalstjórin í Innlendismálaráðnum var ógegnigur at viðgera seinnu kæruna frá grannskoðarunum, tí hann hevði tikið støðu í málinum fyrru ferð, men viðgjørdi kæruna kortini.
Advokaturin hjá grannskoðarunum, ið vildu hava løggildingarnar, legði stórt og áhaldandi trýst á aðalráðini og Skráseting Føroya um at fáa løggildingarnar. Í einum skrivi kravdi hann at fáa høvdið av stjóranum á Skráseting Føroya, tí stjórin skuldi hava misnýtt sítt embæti. Kravið fór sum ein kæra til Innlendismálaráðið, ið onki gjørdi við kæruna, men læt stjóran á Skráseting Føroya sita einsamallan undir ómenniskjaligum trýsti við síni egnu sannføring, ið Innlendismálaráðið haraftrat bað hann broyta ímóti vanligari siðvenju.
Tá stjórin á Skráseting Føroya at enda boygnaði, m.a. tí landsstýrismaðurin við vinnumálum sambært telefonnotati ringdi beinleiðis til hansara og segði, at tað snúði seg ikki um at fáa rætt, men um at avgreiða málið, fingu grannskoðararnir sínar løggildingar. Men tann treiski stjórin á Skráseting Føroya skrivaði eina seinastu viðmerking í løggildingarnar, sum skuldi vísa, at hann var ímóti at lata grannskoðarunum tær. Hann skrivaði, at tær vóru latnar sambært avgerð hjá Innlendismálaráðnum.
Henda viðmerking hevur eftir øllum at døma verið ein kleppur um beinini á góðkendu grannskoðarunum, tí síðan hevur Vinnumálaráðið sambært útvarpinum virkað fyri at fáa strikað viðmerkingina um Innlendismálráðið í løggildingunum. Vinnumálaráðið helt ikki hesa orðing vera rætta, tí vísast skuldi heldur til sjálva grannskoðaralógina, segði aðalstjórin í Vinnumálaráðnum við útvarpið fyrr í vikuni, hóast løggildingarnar sambært umboðsmanninum vóru latnar uttan um júst grannskoðaralógina.
Trýst gav sømdir
So nógv ivasom viðurskifti verða nevnd í frágreiðingini hjá umboðsmanninum, at bíðað varð við spenningi eftir, hvat løgmaður fór at siga um málið í farnu viku. Manna millum varð messað, at hann fór onki at siga, tí í Føroyum fær onki nakrantíð avleiðingar. Men so kom løgmaður í tingið og bað um orðið. Kannast skuldi, um løggildingarnar skuldu takast aftur. Hann vildi hava løgtingið at taka málið upp, so endaligur dómur kundi staðfesta, um landsstýrismenninir í málinum fóru óregluliga fram. Og hann er farin at kanna, um tænastumannasak skal reisast ímóti aðalstjórunum.
At løgmaður segði alt hetta, og at tingið nú fyrireikar eitt rættarligt ábyrgdarmál ímóti landsstýrismonnunum, er sera týdningarmikið, heldur stjórnmálafrøðingurin, Jóanes N. Dalsgaard, ið hevur lisið frágreiðingina hjá løgtingsins umboðsmanni. Hann heldur frágreiðingina vera sera álvarsliga, tí hon gevur týðiligar ábendingar um, at tað við trýsti hevur eydnast einstaklingum at uppnáa sømdir frá tí almenna, sum rættarligt grundarlag ikki var fyri.
– Tað er týðiligt í frágreiðingini, at advokaturin hjá umsøkjarunum stýrir málinum. Hóast hansara argumentatión í nógvum førum kann tykjast bæði mangulfull og manipulerandi, so eydnast honum at sannføra fyrisitingina um at ganga honum á møti. M.a. fær hann Innlendismálaráðið at gera eina kúvending í málinum, sum umboðsmaðurin diplomatiskt kallar óskiljandi. Hetta bendir á, at fyrisitingin er ov veik, og at hon ov lættliga letur seg ávirka, sigur Jóanes N. Dalsgaard.
Spurdur, um frágreiðingin avdúkar, at Føroyar hava eina almenna umsiting, har hóttanir og trýst eru gerandiskostur, svarar hann, at tey, sum kenna til almenna fyrisiting í Føroyum, vita, at samfelagið er lítið, og at egináhugamálini eru øgiliga tætt upp at tilgongdunum í fyrisitingarmálum. Føroyskir fyrisitarar mugu vera sera støðugir at standa ímóti egináhugamálum, um teir skulu halda armslongdarprinsippið í hevd mótvegis øllum, ið royna at ávirka málini til egnan fyrimun, heldur hann.
– Vit síggja javnan, at fyrisitingarmál koma so langt sum í sjálvt tingið, og hetta ger ikki arbeiðið hjá fyrisitingini lættari. Vanliga megnar fyrisitingin at varðveita í minsta lagi eitt toluligt støði av sakligheit í sínum arbeiði, men í grannskoðarafrágreiðingini hjá løgtingsins umboðsmanni síggja vit eitt dømi, har sakligheitin fyri tað mesta tykist vera farin fullkomiliga fyri borð, sigur Jóanes N. Dalsgaard.
Missir legitimitet
Løgmaður nevndi í tinginum, tá hann bar fram síni sjónarmið um frágreiðingina, at almenningurin er troyttur av, at onki í Føroyum fær avleiðingar. Hesum tekur Jóanes N. Dalsgaard undir við. Talan er um ein troyttleika, ið fyrst og fremst kemur til sjóndar sum líkasæla og djúpt misálit á politisku skipanina, heldur hann. Hetta skaðar fólkastýrið illa, tí fólk tíma ikki at taka lut í politiska orðaskiftinum ella politikki yvirhøvur. Tey kenna seg bara svikin.
– Fólk flest eru von við, at tá tú stígur við síðuna av, fær tað avleiðingar. Um vit gloyma okkurt smávegis í sjálvuppgávuni, kemur TAKS eftir okkum, og parkera vit ólógliga, fáa vit bót. Tá eyðsýndar politiskar gølur so taka seg upp, og fólk uppliva, at politikarar og fyrisiting renna undan ábyrgd, missa fólk virðingina fyri myndugleikunum, og myndugleikarnir missa sín legetimitet, sigur Jóanes N. Dalsgaard.
Hetta heldur hann vera sera álvarsamt, tí ein skipan við høgum legitimiteti er nógv einfaldari og bíligari at reka enn ein skipan við lágum legitimiteti.
– Tá fólk hava álit á skipanini, eru tey sinnað at fylgja reglum og ásetingum hjá myndugleikunum, og neyðugt er tí ikki við so nógvum eftirliti. Øðrvísi er, um skipanin hevur lágan legitimitet. Tá hava fólk hug at gera, sum teimum lystir, og skipanin má brúka nógva orku upp á eftirlit og stýring. Vert er at hava í huga, at líkamikið um skipanin er legitim og effektiv ella illegitim og ineffektiv, so skulu vit øll gjalda fyri hana, vísir hann á.
Spurningurin er so, hvørja ávirkan málið um løggildu grannskoðararnar hevur á álitið á politisku skipanina og umsitingina. Jóanes N. Dalsgaard ivast ikki:
– Um borgararnir nú uppliva, at hetta málið, sum snýr seg um, at okkurt er spinnandi galið í skipanini, heldur ikki fær avleiðingar, so ivist eg í, hvussu nógvur legitimitetur verður eftir í politisku skipanini. Fánar hetta málið bara burtur, og ongin verður drigin til svars, fær tað sera negativa ávirkan á álitið á politisku skipanina. Verður hetta málið hinvegin gjøllað kannað og fær avleiðingar, vænti eg, at tað kann styrkja álitið á politisku skipanina. Ikki minst vænti eg, at avleiðingar í málinum kunnu vera við til at búna skipanina.