Nobelvinnarin í bókmentum í 1995, Seamus Heaney, er í løtuni á veg til Føroyar, lokkaður av gátuføra navninum Faroes, hann sum barn hoyrdi í veðurtíðindunum á BBC og drigin av áhuganum fyri norrønari mentan. Vit hava fingið orðið á heimskenda skaldið til eitt prát um, hvussu ein stígur inn um í skaldaheiminum, um kríggj og málsliga tvídráttin, hann sum norðuríri vaks upp við og um tøgnina eftir írska pípuleikin, sum ger sinnið klárt at sáa við orðum
Á tromini á skaldskapi
Tú sigur einastaðni, at sum ungur lesandi, kendi tú teg sjálvan aftur í einum persóni hjá E.M. Forster, sum var dømdur til altíð at standa uttanfyri bøkurnar, ein láturligur klintrari ytst á tromini á skaldskapi. Hvussu komst tú sjálvur inn um í skaldskapin og gjørdist ein góður lesari?
- Fyri at koma í gongd mást tú uttan iva tíðliga hava havt eina góða uppliving við eini ella tveimum yrkingum. Soleiðis hendi tað hjá mær í øllum førum. Tá eg var tannáringur, kendust serliga yrkingarnar hjá Gerard Manley Hopkins sum ein løðing. Og eg upplivdi bæði okkurt fremmant og vælkent, tá eg las The Scholar Gipsy eftir Matthew Arnold. Aftaná tað var tað ein spakulig men rættiliga tilvitað gongd. Á universitetinum gjørdist eg púra burtur í Wordsworth og byrjaði enntá at dáma anglosaksiska yrking. Men mær dámdi alt møguligt, tann modernaða amerikanska Robert Frost og miðaldar skotan Robert Henryson. Tá eg byrjaði at arbeiða sum lærari, kendist tað ótrúliga stimbrandi at lesa samtíðar írskar og bretskar yrkjarar sum Patrick Kavanagh og Ted Hughes.
Skaldskapur er ikki ein innspræning, tú kanst geva einum heilum fólki í senn. Skal ein yrking ávirka teg, mást tú tú arbeiða teg inn í hana og lata hana arbeiða seg inn í teg. Fyri veruliga at gerast ein eldhugaður lesari er uttan iva neyðugt at hava eitt ávíst næmi ella lyndi. Men lærarar kunnu hava avgerandi týdning, eins og yrkingar, tú av tilvild rennir teg í, og sum raka tínar sansir og lýsa upp í sinninum á ein serligan hátt. Tó so, eg sigi altíð, at tað er ikki neyðugt at kenna hópin av yrkingum, fyri at tær skulu fáa týdning í tínum lívi. Fýra ella fimm yrkingar, sum tú dugir uttanat, kunnu vera nóg mikið til at geva hesi listini virði.
Menniskjakorini eru privat
Ein av tínum yrkingum, The Republic of Conscience, hevur givið heitið til eina heiðursløn, Amnesty International letur á hvørjum ári. Hvønn lut hevur skaldskapur í einum heimi, har yvirgangur og aðrir ræðuleikar ofta seta dagsskránna?
- Í hvørjari einstakari mentan er skaldskapur ein partur av verjuskipanini, ein liður í at styrkja felagsandan, eitt slag av leskingarøki, sum øll, ið hava hug, kunnu vitja. Ein professari á Oxford hevur júst skrivað eina bók við heitinum What good are the arts. Á onkran ótrúligan hátt eydnast tað honum at koma ígjøgnum 250 síður uttan at nevna njóting og afturkenning, sum er tað, vit finna í yrkingum, tónleiki, filmum og sjónleikum. Njótingin stavar í roynd og veru frá afturkenningini, sjálvt um tað, vit kenna aftur, er skeivt og ræðuligt í heiminum. Tað er sjálvandi eitt mistak at halda, at skaldskapur og list kunnu broyta muruna í fólki ella gera tey til betri moralsk menniskju. Men list og skaldskapur kunnu broyta mentanarliga hugburðin og almennu tilvitskuna - og ofta til tað betra.
Mær dámar sera væl nakað, Joseph Brodsky einaferð segði við meg: Um list lærir okkum nakað, so er tað, at menniskjakorini eru privat. Við øðrum orðum, í eini myrkari tíð, eini tíð við kríggi og ræðuleikum fært tú meir hjálp frá tí, sum styrkir títt andliga lív, enn frá propagandu og retorikki, sum er ætlað at stimbra almenna moralin.
Málsligur tvídráttur
Sum føroyingur er tað lætt at kenna seg aftur í málsliga tvídráttinum millum írskt og enskt, millum gerandismál og skúlamál, sum ofta setur sín dám á tínar yrkingar. Hjá okkum elvir málkjakið oftast til knarran og málslig nevs, meðan málsligur tvídráttur hjá tær tykist vera ein styrki ...
- W.B. Yeats, sum ikki dugdi írskt, segði einaferð at: Írskt er mítt tjóðarmál, enskt er mítt móðurmál. Men tað ørkymlaði ikki Yeats, tí hansara røtur stungu djúpt á ensku síðuni av ensku-írsku kastuni. Fyri fólk sum meg ein katolikk frá Norður Írlandi varð granskingin av írska málinum fatað sum mótmentanarligt um ikki beinleiðis undirgravandi virksemi tað var altíð ein politiskur broddur, eitt slag av stríði uppi í leikinum í tí, vit kallaðu málspurningurin. Í tjóðskaparsinnaða umhvørvinum, eg vaks upp í, hekk tað nærum ákærandi og ekkafult í luftini, at rætta málið hjá ein sonnum írskum høvunda mátti vera írskt. Men eftirhondini, sum eg kom at kenna Joyce, søguna og málslig skapanarevni loysti eg meg frá hasum ekkanum. Hvar er veruliga írska lyndið betur varveitt, enn i Ulysses? Men eg loysti ongantíð meg sjálvan frá mínum trúfesti og kærleika til skaldsliga og mentanarliga arvin, sum býr í írska málinum. Tvørturímóti. Mín tilvitan um alt hatta verður bara djúpri, sum eg gerist eldri.
Hvat upptekur teg sum yrkjara í løtuni?
- Eg arbeiði við einum yrkingasavni, sum eftir ætlan kemur út seinni í ár. Savnið byrjar við nøkrum yrkingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis endurspegla hetta at liva í eini myrkari tíð. Eg skrivi út frá minnunum um ein barndóm, langt burturi frá ræðuleikunum í 2. heimsbardaga, men eg royni at flyta meg frá teimum minnunum inn í nýggju óunniligu støðuna í okkara hóttu 21. øld, har nógv av okkum liva langt burturi frá vandanum, men kortini eru nívd av kensluni av, at alt kann henda.
Eitt annað tema í savninum er endurnýggjan, bæði í persónligum og almennum høpi. Samanumtikið snýr savnið seg um at vinna styrki í royndini at standa stinnur, um tað støðufestið og frælsið, ið kann koma av at minnast og sjálvt av missi.
Tað norrøna dregur ...
Á Listastevnuni fert tú at bera tínar yrkingar fram saman við pípuleikaranum Liam O Flynn. Hvat følir tú, at píputónleikurin gevur tínum yrkingum?
- Írskur píputónleikur er ómetaliga hábærsligur við sterkum undirtónum av sorg. Serliga í stillu tónaløgunum og harmaljóðunum. Og tað er okkurt ótrúliga tignarligt og átreingjandi við spælinum hjá Liam O Flynn. Hann er ein meistari á tann hátt, at áhoyrarnir kenna seg tryggar og til reiðar at geva seg yvir, til at dagdroyma í samljóði við tónleikin. Og tá tónleikurin heldur uppat, eru oyrað og sinnið friðsæl og opin. Tøgnin er sum moldin, ið er velt og saksað, klár at verða sádd við orðum.
Sum eg skilji, verður framførslan á Listastevnuni tykkara einasta í ár, og at tað er tín áhugi í Føroyum, sum hevur fingið tykkum higar. Hvaðan stavar hesin áhugin?
- Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri nørrønu mentanini og fólkinum. Eg kenni meg drignan at skaldskapinum, seigginum í persónunum og málsliga lyndinum at gera ov lítið av. Berir klettar, heiðalendi, bøvegir og heimrust hava altíð nomið okkurt í mær. Tá BBC vildi hava meg við í teirra Desert Island sendingum, segði eg við vertin, at eg vildi heldur hava seyð og fjørugrót á míni oydnu oyggj, enn strendur og dadlupálmar. Vinur mín Sean Sweeny, sum er føroyavinur og eisini dugir føroyskt, hevur altíð biðið meg farið. So eg gleði meg nógv. Eg elski okkara egnu Aran oyggjar, Orknoyggjarnar og Ísland, og frá fyrstan tíð hevur bara navnið Faroes í veðurtíðindunum á BBC altíð havt okkurt gátuført, mjørkakent og lokkandi yvir sær.