Kennir seg noydda at hjálpa skøkjum

- Tær kvinnurnar, sum eg komi í samband við, hava ongan møguleika havt at velja sína lívsleið. Bakmenn í heimlandinum hava tikið tær av ræði og selt tær til skøkjulevnað í Keypmannahavn. Tað sigur Silvia á Bergi Gunnarsson, sum síðani 2010 hevur arbeitt við menniskjahandlaðum kvinnum. Tá jólini nærkast, plaga hon og aðrar ungar kvinnur at fara runt á bordellini við jólagávum og lata kvinnurnar vita, at onkur er, sum hugsar um tær.

- Eg visti ikki av, at støðan var so ring, sum hon er. Eg trúði ikki, at tað eru so nógvar kvinnur, sum liva undir so vánaligum korum her hjá okkum. Onkrastaðni hava kvinnurnar bara eitt pinkalítið rúm við eini song. Tað er teirra heim og teirra arbeiðspláss, og tær sleppa ikki út, tí bakmenninir halda eyga við teimum alla tíðina. Orðini eigur Silvia á Bergi Gunnarsson av Signabø, sum hevur hoyrt og sæð meiri til baksíðuna av danska samfelagnum, enn tey flestu. Kirkjan, har hon gongur í Keypmannahavn, nevnd Vineyard, leggur stóran dent á sjálvboðið arbeiði og at fara út at hjálpa, har tørvur er. Soleiðis er Silvia komin í samband við »Reden International«, sum hjálpir kvinnum úr skøkjulevnaði og trælahaldi í Danmark.


Reden International

Á kreppumiðstøðini Reden International, har Silvia hevur arbeitt sjálvboðin einaferð um vikuna, eru kvinnur úr fremmandum londum, sum ynskja at fáa hjálp at sleppa burturúr skøkjulevnaði ella trælahaldi. Har eru eisini kvinnur, sum løgreglan fær hendur á og ikki veit, hvar skulu. Næstan allar kvinnurnar søkja um uppihaldsloyvi í Danmark, men flestu fáa avslag og verða sendar aftur hagar, tær komu - hóast fleiri teirra einki hava at fara heim til, annað enn somu bakmenn, sum aftur bíða teimum.

Kreppumiðstøðin, har kvinnurnar búgva og fáa hjálp frá ymsum serfrøðingum, t.d. sálarfrøðingum, heldur til á einum loyniligum staði. Fyri at fáa frið fyri bakmonnum er tað eingin annar enn starvsfólk og kvinnurnar sjálvar, sum vita, hvar Reden International heldur til.

Uppgávan hjá Silviu er at royna at skapa innihald í gerandisdagin hjá kvinnunum, sum búgva á Kreppumiðstøðini.

- Eg havi verið har ein dag um vikuna, um seinnapartin og út á kvøldið. Eg skal bara royna at aktivera tær onkursvegna. Vit hava verið til fitness, zumba, úti og gingið, keypt inn, bakað pannukøkur ella bara spælt spøl har heima.

- Tað kann vera torført at arbeiða við hesum kvinnunum. Tær hava jú eina ræðuliga bakgrund, og tað merkist væl á teimum. Summar eru stillar og vilja helst vera fyri seg sjálvar, meðan aðrar hava eina yvirdrivið glaða og lættlynta fasadu, sum tó ikki tolir nógv av. Eg merki væl beiskni og skuffilsi handan glaðu yvirflatuna.

- Summar skifta eisini ímillum hesar báðar typurnar - ein dag eru tær við uppá alt og hava nógva orku, men næsta dag vilja tær einki. Og eg eri aldrin í lívinum blivin so illa skeldað, sum síðani eg fór at arbeiða sjálvboðið, greiðir Silvia frá.

- Men hóast tað av og á er torført, má eg bara allatíðina minna meg sjálva á, hvat tær hava upplivað. Og tá tær finna útav, at eg ikki fái løn fyri at vera har, men bara geri tað fyri at hjálpa teimum, tá broytist tónin sum oftast.


Pannukøkur og ludo

- Eg havi ofta hugsað, at eg hevði ynskt, at eg als ikki var komin inn í hendan heimin, tí tað er so ræðuligt. Allar søgurnar hjá teimum, og allar hesar lagnurnar og lívini, sum bara verða oyðiløgd. Men tá eg nú kenni til hetta, so kenni eg meg noydda at hjálpa onkursvegna.

Silvia sigur, at hon eisini ofta hevur ivast í, hvønn mun tað ger, at hon spælir ludo og bakar pannukøkur saman við hesum kvinnunum. Trupulleikar teirra eru jú so ovurstórir.

- Men tær elska tað. Tær jubla, tá pannukøkur eru á skránni, og tær kunnu spæla brettispøl í tímavís. Nógvar teirra hava ongantíð havt ein barndóm, og tá vit sita soleiðis rundan um borðið, tá hugsi eg ikki um, at tað eru offur fyri menniskjahandli, eg siti saman við. Tá eru vit bara kvinnur, sum hugna okkum saman. Eg seti eingi krøv, eg vænti einki av teimum, eg bara eri har. Og um eg bara havi givið teimum ein deiligan dag, sum tær kunnu minnast við gleði, so havi eg gjørt mun - um enn vit bara hava spælt ludo ella bakað pannukøkur.

Silvia sigur, at tær flestu kvinnurnar eru úr Afrikonskum londum, nógvar eru eisini úr Eysturevropa og Teilandi, og summar eru úr Suðuramerika.

- Tað eru ymsar orsøkir til, hví tær enda í Danmark. Arbeiðsloysið og fátækradømið er ofta stórt í heimlandinum, og tí eru summar lokkaðar við spennandi og vælløntum størvum, sum kunnu geva teimum møguleika at forsyrgja familjuni. Aðrar verða kidnappaðar - simpulten bara tiknar ella rændar og sendar avstað, meðan aðrar verða seldar av familjuni. Summar enda sum bílig arbeiðsmegi í trælahaldi í Danmark, men nógv tær flestu enda í skøkjulevnaði í Keypmannahavn.

Tann yngsta handlaða gentan, sum Silvia hevur hitt, var einans 14 ára gomul. Tær elstu eru væl uppi í 40'unum.

Silvia sigur, at hon ongantíð hevur sæð nakað til bakmenninar, men hon hevur hoyrt nógvar ymsar søgur.

- Ein greiddi frá, at hon í heimlandinum hevði møtt einum fittum, fryntligum og álitsvekjandi pari, sum bjóðaði henni starv í Danmark. So tað eru ikki altíð óndir menn, sum standa aftanfyri - nógv konufólk eru eisini við, og tey tykjast fitt og hjálpsom. Kvinnurnar eru ofta í eini desperatari støðu, tí endarnir røkka ikki saman, og tær eru tí glaðar um ein so góðan starvsmøguleika. Men tær vita ikki, hvat veruliga bíðar teimum.

- Tey taka kvinnurnar av ræði, og aloftast nýta tey hóttanir fyri at fáa tær at akta. Tær flestu hava familju, nógvar hava børn, og tær fáa at vita, at akta tær ikki, so gongur tað útyvir tey har heima, sum verða dripin ella forfylgd. Tað er so ræðuligt, tí tær fáa einki annað gjørt enn at yvirgeva seg, greiðir Silvia frá.


Bordellini

Silvia hevur tó ikki bara gjørt sjálvboðið arbeiði á Reden International.

- Eg og onkrar aðrar úr kirkjuni prátaðu um, at tær kvinnurnar, sum koma á Reden International, fáa hjálp, men hvat við øllum hinum? Hvat við øllum teimum, sum eru fangaðar á bordellum kring Keypmannahavn?

Tí gjørdi Silvia av eisini at fara upp í verkætlanina »Plan A«, sum kirkjan, har Silvia gongur, eisini skipar fyri. Plan A snýr seg um at fara út á bordellini við eini heilsan og eini útrættari hond.

- Vit ganga frá bordelli til bordell og banka uppá. Vit siga, at vit koma frá eini kirkju, og at vit bara ynskja at lata tær vita, at vit hugsa um tær, og at tær ikki eru gloymdar.

Silvia greiðir frá, at tær aloftast verða móttiknar við opnum ørmum og stórum blíðskapi, fáa bæði kaffi og døgverða, og tær taka sær stundir at práta við kvinnurnar. Tær hava altíð okkurt tinganest við - á jólum tó størri jólagávur, sum verða lætnar ella stuðlaðar av ymsum virkjum.

- Á einum bordelli segði ein av kvinnunum mær, at hon ongantíð áður hevði møtt einum danskara, sum ikki vildi henni ilt. Tað var fyri meg sera sigandi um, hvat fyri lív hon hevur í Danmark. Ein teirra hevði eitt rúm við eini song, og har arbeiddi, svav og búleikaðist hon - og hon slapp ikki út.

Silvia greiðir frá, at tær eisini bjóða kvinnunum at koma við út at hugna sær saman við teimum. Summar taka av, men tær flestu hava ongan møguleika at fara út nakrantíð. Tær verða allatíðina eygleiddar av bakmonnunum.

- Tað er ofta komið fyri, at tað bankar uppá, meðan vit sita og práta, tí menn ætla sær inn til hesar kvinnurnar. Og tað er fyri meg tað, sum er allar ringast at skilja í allari hesari neyðini. Tað, at tað yvirhøvur er ein marknaður fyri hesum í Danmark. At øll vita, at hesar kvinnurnar ikki eru her av fríum vilja, men fólk lata bara eyguni aftur. Og at danska samfelagið ger alt ov lítið fyri at steðga mannahandli, hóast tølini tala greitt um, hvussu støðan er.

- Eitt afturvendandi argument, tá tað kemur til kjakið um skøkjulevnað í Danmark, er, at tær flestu skøkjurnar gera tað av egnum fríum vilja. Men eg havi sjálv sæð, at tað ikki passar. Eg fái ilt í hjartað, tá eg komi eftir Istedgade, har tær standa nátt og dag og offra seg sjálvar, fyri at verja børnini og familjuna har heima. Tað er so frustrerandi fyri meg, at eg havi ikki orð fyri tí. Tær hava verið í neyð, og tær hava ikki sjálvar valt sína lívsleið. Men nærum einki verður gjørt fyri at hjálpa teimum.

- Eg havi sæð, at modernaður trælahandil er veruleiki. Og tað hendir beint uttanfyri mína hurð!






* Silvia á Bergi Gunnarson

* 28 ár

* Uppvaksin á Signabø

* Búsitandi á Nørrebro

* Útbúgvin námsfrøðingur og hjáútbúgving innan ítrótt og fríluftslív

* Arbeiðir dagliga við børnum við menningartarni og serligum avbjóðingum

* Arbeitt sjálvboðin við menniskjahandlaðum kvinnum síðani 2010


-------


* Reden International

* Ein sjálveigandi felagsskapur, sum er knýttur at KFUK

* Átta fólk starvast fast

* Ein rúgva av heilsufólki, læknum og sjúkrasystrum er knýtt at

* Fremsta málið er eitt Danmark við ongum kvinnuhandli

* Er ráðgevandi stovnur, tá viðvíkur kvinnuhandli og skøkjulevnaði í Danmark

* EItt stað á Istedgade eitur »Reden«, og har kunnu skøkjur dagliga koma innar at práta, fáa ein kaffimunn ella leita sær ráðgeving.

* Reden International vendir sær einans til teirra, ið ynskja at sleppa burturúr ringu støðuni.

----------


* Danmark hevur í 2002 undirskrivað FN-sáttmálan móti organiseraðum kriminaliteti um mørk

* Tað bindir landið til at fyribyrgja og stríðast ímóti mannahandli við serligum denti á kvinnum og børnum

*At verja og hjálpa offrunum fyri mannahandli við fullari virðing fyri mannarættindunum

* At styrkja samstarvi millum tjóðir fyri at náa hesum máli

* í Danmark er loyvt bæði at keypa og selja kynsliga nøktan, og tí er tað bert kriminelt, um kvinnurnar ikki sjálvar ynskja tað, um tær eru undir 18 ella um onnur fáa ágóðan av peninginum, tær forvinna.

* Fáar av teimum menniskjahandlaðu vilja tó viðganga, hvussu støðan er, av ótta fyri at tað skal ganga út yvir familjuna har heima.

* Sera fá tøl eru um evnið, men í 2008 kom løgreglan fram á 431 kvinnur, sum væntandi vóru offur fyri menniskjahandli og sum starvaðust í sexvinnuni.

* Sambært løgregluni verða kvinnurnar tiknar í heimlandinum og tvingaðar til skøkjulevnað í Danmark.

* 14% av donskum mannfólki hava goldið fyri kynsliga nøktan minst einaferð í lívinum.