um, at tað skal ikki vera nakar undanstøkkingur, ið innir slíkt verk, tí eitt er vist, at slíkur maður fær ikki altíð dýrdarveður og blíðan byr, men mangan mótburð og andstroymi. Og tað fekk Bókagarður [...] fullfíggjað, kundi bert verða int av manni sum tær og konu tíni, sum mær vitandi hevur reinskrivað alt Føroya kvæði - umframt nógv onnur bókaverk, sum út eru komin. Fyri ósjálvsøkna lívsverk sítt hava øll 5
sær í desember í 1945 heimaftur til Føroya. Gunnar veit eitt nú at siga, at Ingálvur onga mynd seldi fyrsta hálvt annað árið, eftir at hann var komin aftur til Føroya. Í 1947 hevði hann saman við Elinborg [...] av at mála. Men soleiðis varð tað kortini. Ikki minst tí Føroya Listarfelag varð stovnað, og tí at bankar og stovnar - ikki minst stjórin í Føroya Banka Svend Aage Nonnegaard - løgdu seg eftir at keypa føroysk [...] og Jens av Reyni. Tey vóru bæði havnarfólk. Mamma Christinu, Inga, gjørdist einkja í 1883, tá ið maður hennara, Jens Pauli, gekk burtur. Í 1907 bygdi hon á trøðni, og tá ið hon og døtrarnar fluttu niðan
eftir. Ja, hann var ein ríkur maður andaliga, vit høvdu tað hugnaligt samam og serliga andaliga. Tú skal eiga hesar skitsur, um tú vit hava tær. Ingálvur var ein vinsælur maður og hvussu vinskapurin millum [...] minnist ikki serliga dagin, tí abbi fylti, hann var í mínum sjey ára gomlu eygum, ein gamal knarrutur maður, sum slett ikki hevði tol við børnum. Hann var so gamal, at hann heldur skuldi verið langabbi mín [...] dag. Tað stóra við føðingardegnum hjá abba var alt fólkið hann dróg til sín. Abbi var ein kendur maður, átti nógvar vinir og serliga nógvar í Havn. Hann hevði verið nógv í Havn og tað komst kanska serliga
Útvarpinum og á Sosialinum, og beinanvegin eftir, at hann hevði lokið prógv, fór Jógvan í starv í Útvarpi Føroya. Tað var skjótt, at lurtararnir fingu staðfest, at talan var um arbeiðssaman, væl skipaðan og ná [...] sendirøðir, sum eitt nú snúðu seg um flogsøguna, samferðslusøguna og rækjusøguna. Eftir at Sjónvarp Føroya var sett á stovn í 1984, flutti Jógvan hagar at arbeiða. Tað var fyrst og fremst Dagur og vika, sum [...] veljararnar hevði ikki verið roynt áður. Fyrsta mai í 1990 gjørdist Jógvan Jespersen stjóri í Útvarpi Føroya. Í tí sessinum hevur hann verið síðani. Fyrsta september í fjør varð hann fyribilssettur sjónvarpsstjóri
Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið hevur givið út barnabókina, sum 33 ára gamli, Bárður Oskarsson, hevur skrivað og prýtt við myndum. Bókin kom út í 2004 og ummælisnevndin, sum er mannað við Helenu [...] førdi orðið vegna ummælisnevndina á tíðindafundinum í Miðlahúsinum mánadagin. Hendrik Old, løgtingsmaður, sum í løtuni er formaður í Útnorðurráðnum, var eisini við á tíðindafundinum, og tað vóru [...] foreldrini hjá høvundanum, Hermann og Anna Maria, eisini. Um giraffar Niels Jákup Thomsen á Bókadeild Føroya Lærarafelags var eisini við á tíðindafundinum, og hann visti at siga, at bókin hjá Bárði um hundin
stjóri fyri samanlagda stovnin, Jarðfrøðissavnið og Oljufyrisitingina. Nýggi stjórin er ikki ein maður við nógvum orðum. Men tá hann tekur blaðið frá munninum er hann greiður og avgjørdur. Síðani BP og [...] landgrunninum komandi árini. Umframt teir báðar basaltbrunnarnar eru eisini ábendingar um, at ENI og Føroya Kolvetni, sum standa fyri loyvi fimm, ið er eitt níggju ára loyvi frá fyrstu útbjóðing, koma við [...] nýggjum jarðfrøðikortum og verður bókin hjá Jóannes Rasmussen, sála dagførd. Ein nýggj bók og kort um Føroya jarðfrøði koma út um ársskiftið 06-07. Ein ungur breti, Simon Passey, sum hevur arbeitt við føroyskari
Útvarpinum fram til í desember í 1985, og í síðstu viku hevði Johnsigurd 20 ára starvsdag í Sjónvarpi Føroya. Í Útvarpinum dámdi honum væl. Ikki minst avbjóðingina at sleppa í luftina beinanvegin og fleiri [...] heima hjá foreldrunum, sum eiga hugnaligt heim á Ovara Ternuryggi. Johnsigurd er sera hugnaligur maður, og hann hevur stóra vitan um og innlit í samfelagsviðurskifti. Hann heldur seg vera smædnan av lyndi
hann við konu og nýføðingi vendir aftur Føroya at starvast sum lærari. Konsekventur Sum lesari situr tú eftir við kenslu av, at rithøvundurin er sera konsekventur maður: hevur hann tikið eina avgerð, so vendist [...] aftur eftir lokna læraraútbúgving í Danmark. Hann gjørdi brátt vart við seg sum rithøvundur og ein maður, ið ikki smæðist at bera sínar hugsanir fram í skrift og talu. Virðing og eymleiki Steinbjørn er
skrivstovuna á Hafnia at arbeiða. Og eitt skifti var hon á skrivstovuni hjá Føroya Fiskasølu ovast uppi undir takinum í Føroya Banka. Í 1964 giftust Bergtóra uppaftur við Frits Jacobsen, Frits hjá Gøtu-Anthon [...] eftir at sleppa inn á jarðarmóðurskúlan, doyr Gulak, pápi hennara, so hon noyddist heimaftur til Føroya. Í 1949 hitti hon Óla Simonsen, beiggja Marner, Oluf og Erling Simonsen. Óli var sonur Erik hjá Magnus [...] sat Bergtóra eftir sum einkja. Hon flutti út aftur í Grønland at búgva í húsunum, sum Óli, fyrri maður hennara, hevði smíðað. Bergtóra stríddist og strevaðist, og væl lá fyri, um tað so var at fletta.
orð, sum líka væl kundi verið søgd av umboðum fyri fólkaflokkin, mugu skiljast soleiðis, at løg-maður og formaður Javnarflokksins heldur, at ikki er neyðugt við framhaldandi stríði fyri at bøta um korini [...] floksins áður hava víst á. Vanligi føroyski løntakarin hevur lítla vernd í galdandi lóggávu. Umframt at Føroya í ólukkumát eru eftirbátar, tá talan er um lóggávu, sum skal tryggja rættindini hjá vanliga løntakaranum [...] 7. desember 2005 Havnar Arbeiðskvinnufelag Havnar Arbeiðsmannafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Føroya Arbeiðarafelag