Ta_ gongur rætta vegin

KÍ venjarin seg_i seg vera ovurfegnan, men ikki skakkan av, at ta_ hesa fer_ eydna_ist hansara at vinna stórsigur í Fuglafir_i

Ove Flindt-Bjerg fer í vikuni av landinum í stutta summarfrí og til Vejle, har hann á DBU skei_i fer at leita eftir íblástri til venjingina. Hann ver_ur tískil ikki á beinkinum, tá i_ KÍ mánakvøldi_ í næstu viku fer at spæla í Klaksvík ímóti FCK og Toda Jónsson.
Ta_ er einki at siga til, at KÍ venjarin sunnudagin var fegin. Í fyrsta umfarinum, sum var Flaggdagin, vann KÍ 1-0 á heimavølli ímóti ÍF. Sí_ani tá hevur KÍ ikki vunni_ aftur fyrrenn nú í Fuglafir_i ella tveir mána_ir og tveir dagar eftir fyrsta sigurin.
- Ta_ gongur rætta vegin, men ta_ gongur ikki so skjótt, og úrslitini eru ikki so gó_, sum fótbóltsáhuga_u nor_oyingarnir vilja hava ta_ at gera, sta_festi Ove Flindt-Bjerg, sum seg_i seg vera serliga fegnan um, at ta_ hev_i gingi_ væl hjá ungu monnunum.
- Hesa fer_ var Julian Samuelsen vi_ frá byrjan, og Jákup Hansen og Frank Joensen komu inn. Hetta eru alt spælarar, sum ivaleyst fara at gera seg galdandi, men ta_ eru teir fægstu, sum gerast 1. deildarspælarar solei_is beinanvegin. Fyri felagi_ hevur ta_ t_dning, at ta_ er tilgongd alla tí_ina, og ta_ haldi eg meg síggja, at ta_ nú fer at vera. Vit hava havt trupulleikar at fáa mál. Hesa fer_ glapp ta_ orduliga hjá Jacob Bymar og Erlingi Fles, og Julian Samuelsen skora_i eitt fínt mál. Men ta_ er langt á mál, og vit fara at halda fram vi_ arbei_num, tá i_ spælararnir hava hvílt seg í eina gó_a viku, seg_i KÍ venjarin.
Higartil hevur ta_ ikki veri_ frítt, at klaksvíkingar hava kent ni_urflytingarvandan hótta. Hóast teir vunnu á ÍF, so eru teir framvegis ni_arlaga á talvuni. Men ta_ eru so miki_ nógv stig aftur til ÍF og B68, at sannlíki_ fyri fyrstu KÍ ni_urflytingini á hundra_ ára fø_ingardags árinum má metast at vera líti_ og einki.