Barnabók hjá Bárði Oskarsson innstillað

Barnabókin, Ein hundur, ein ketta og ein mús, er innstillað til bókavirðisløn Útnorðurráðsins 2006. Hetta av­dúk­aði føroyska um­mælis­nevndin alment á tíð­indafundi í Miðla­húsinum í Vágsbotni mánakvøldið

Tað er Bókadeild Føroya Lær­arafelags, ið hevur givið út barnabókina, sum 33 ára gamli, Bárður Oskarsson, hevur skrivað og prýtt við myndum.
Bókin kom út í 2004 og um­mælisnevndin, sum er mann­að við Helenu Dam á Neystabø, Oddfríði Ras­mussen og Oddvør Johansen, heldur, at barnabókin hjá Bárði bæði í teksti og mynd­um er nýskapandi í før­oysk­um bókmentum.
Vent á høvdið
- Tað er klassiskt, at hundurin er óvinur við kettuna, og at kettan er óvinur við músina  og enntá etur hana, um hon er svong. Bárður Osk­arsson hevur viðgjørt hetta klassiska evnið og hevur vent tí á høvdið, sigur um­mæl­is­nevndin.
Tað var í 1999, at Út­norð­ur­ráð­ið samtykti at stovna eina barna-og ung­dóms­bóka­virðisløn í útnorði  Før­­oyum, Ís­landi og Grøn­landi.
Annaðhvørt ár verður so­leið­is besta bara-ella ungdóms­bókin vald í Før­oy­um, Íslandi og Grønlandi, og millum hesar tríggjar bøk­urnar, sum verða innstillaðar, verður ein vinnari valdur.
Virðislønin er 60.000 krón­ur, og haraftrat vil Út­norð­urráðið hjálpa til at skipa fyri útgávu av vinnarabókini í út­norði og í norðurlondum.
At kveikja
Endamálið við virðislønini er at menna og kveikja áhug­­an hjá rithøvundum at skriva bókmentir fyri børn og ung.
Eisini vil Útnorðurráðið menna samband og eina kenslu av felagsskapi millum londini í útnorði og slóða fyri, at børn og ung í hesum londum fáa meira at vita um bókmentir og mentan hjá hvørjum øðrum, bæði innan og uttan skúlagátt.
- Virðislønin ber vónadi í sær, at fleiri bøkur verða umsettar til íslendskt, før­oyskt og grønlendskt mál eins og til skandinavisk mál.
Ummælisnevndin vísir á, at ein fyritreyt fyri, at ein vinnarabók kann finnast er, at handritið verður týtt til bæði grønlendskt og ís­lendskt.
- Hesi handrit eru sjálvsagt til taks, um tað eydnast fe­løg­unum at fáa forløg í øðrum londum at geva bøkurnar út.
Íslendskar bøkur
Virðislønin er higartil latin tvær ferðir, og báðu ferðirnar hava tað verið íslendingar, sum hava vunnið prísin. Ís­­lendsku bøkurnar eru eisini komnar út í Føroyum.
Ummælisevndin sigur, at í ár skuldi besta barna-og ungdómsbókin veljast mill­um bøkur, sum eru útkomnar í tíðarskeiðnum, 1. januar 2003 til 1. januar 2006.
- Talan skal vera um upp­runabók, og tað merkir, at endurútgávur av eitt nú æv­in­týrum ella søgum ikki verða tiknar við í met­ingini.
Men hví eru so hesar reglur staðfestar í reglunum?
- Jú, endamálið við hesum er at eggja høvundum at skriva nýggjar bøkur, sigur ummælisnevndin, sum hevur innstillað bókina hjá Bárði til virðislønina fyri 2006.
Framsýning
Føroysku bøkurnar, sum áð­ur hava verið innstillaðar til virðislønina, eru Kuffi eftir Brynhild Andreassen og Loppugras eftir Sólrun Michelsen.
Saman við innstillaðu bók­ini hjá Bárði Oskarsson, Ein hundur, ein ketta og ein mús, vórðu nógvar aðrar barna-og ungdómsbøkur vístar fram í Miðlahúsinum mánadagin, eitt nú hesar báðar, sum áður eru innstillaðar.
- Tað er okkara vón, at bókavirðisløn Útnorð­urráð­sins kann eggja føroyskum rithøvundum at taka táttin upp at skriva barna-og ung­dóms­bøkur, sigur um­mælis­nevndin.
Tað var Helena Dam á Neystabø, sum førdi orðið vegna ummælisnevndina á tíðindafundinum í Miðla­húsinum mánadagin.
Hendrik Old, løg­tings­maður, sum í løt­uni er for­mað­ur í Út­norð­ur­ráð­num, var eis­ini við á tíðindafundinum, og tað vóru foreldrini hjá høvundanum, Hermann og Anna Maria, eisini.
Um giraffar
Niels Jákup Thomsen á Bóka­deild Føroya Lær­ara­felags var eisini við á tíð­indafundinum, og hann visti at siga, at bókin hjá Bárði um hundin, kettuna og músina verður umsett til eitt nú franskt.
Hann visti eisini at siga, at Bárður arbeiðir við eini nýggjari bók, sum kemur út komandi ár, og hendan bókin er um giraffar.
- Í løtuni er heitið á bókini, Poul  hin kuli giraffurin, segði Niels Jákup Thomsen, sum ikki duldi, at hann heldur nógv um avrikini hjá unga høvundanum.
Helena Dam á Neystabø greiddi eisini frá, at umframt at verða við í kappingini um virðisløn Útnorðurráðsins, kunnu bøkur, sum verða inn­stillaðar til virðislønina, nú eisini prýðast við einum merki, sum sigur frá, at bók­in er innstillað til hesa virðis­løn.
Í Føroyum, Íslandi og Grøn­landi situr ein trímannað um­mælisnevnd og nevndin, sum tekur støðu til virðisløn Útnorðurráðsins, er mannað við einum umboði úr hvørj­um landi.