settist tú ikki aftur, tá kvøldskúlarnir byrjaðu. Eisini gongutúrarnir vóru nógvir, og alt gekk sum smurt, júst tí tú dugdi at leggja tær alt til rættis. Síðan tú flutti til Havnar, hevur tú heldur ikki ligið [...] tvørturímóti var hvør dagur fult upptikin. Eg var júst afturkomin úr Danmark, har eg hevði verið hjá tær eina tíð, tá eg fekk boðini, um at nú var tú farin. Hetta var ikki tað, sum vit báðar høvdu ætlað, við [...] ætlanir um njóta hetta summarið sum var á veg, men okkara leiðir eru ikki Hansara leiðir, og eg kann bara takka fyri, at eg fekk loyvi til at vera saman við tær hesar seinastu dagarnar, sum tú hevði heima
Signhild kemur inni á gólvið. - Eg taki mær av øllum tí, sum eitt landspostboð ger ? øllum frá vanligum posti, til avgreiðslu av ALS-kortum, pakkum og út-og inngjøldum, sigur hon. Ikki arvur Pápin, Vilhelm, sum [...] inntøkum, tey forvinna í dalinum, sum hon tekur til. - Tað er bara eg, sum bæði arbeiði í bygdini og av bygdini. Hini húskini, sum eru trý í tali, tjena øll til lívsins uppihald her á staðnum. Vilhelm og Johild [...] Johild "gremur" seg um, at hon sleppur ikki so væl norður, tí dóttir Signhild og Mikkjal, sum er 15 ára gomul og gongur í framhaldsskúla í Klaksvík, tímir ikki so væl til Trøllanesar. Henni dámar betur í Klaksvík
stóð: "Fyrst og fremst eri eg menniskja, at eg eri franskmaður, er ein tilfeldigheit." Og akkurát soleiðis kendi eg tað nú eg sat næstan heilt fremmandur í salinum. Eg hevði ikki eingang fingið tíð at heilsa [...] jeg netop trænger til. Og so tekur Mikael sjálvur orðið: Hann greiðir frá øllum árunum, tá hann ikki sá Gud. - Eg kundi ikki síggja Guds skaparverk, tí eg var so lammaður av rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu [...] 1995 skuldi eg á eina langa ferð út í heim. Eg skuldi burtur frá konu og børnum. eg var bangin at fara einsamallur. Men so segði Hans við meg, at eg var ikki einsamallur, Jesus var við mær og eg sissaðist
arbeiða við børnum. Orsøkin til, at eg kom til Føroya er, at familjan hjá mær hevði samband við føroyingar í samkomuni Betesda, og har høvdu vit nógv samarbeiði, og tí gjørdi eg av at søkja sum leiðari og [...] stórur áhugi er fyri, men tað er tað allastaðni í landinum. - Vit fáa ikki tikið øll inn, sum vilja spæla klaver. Tað ber ikki til bara at hava klaver. Vit hava nógv samstarv við Musikkskúlan í Odense [...] men í Klaksvík hevur tað ikki eydnast so væl. - Bíðilistarnir eru langir. Men tað er næstan bara klaver, sum hevur bíðilista. Til strúkarar eru altíð pláss, og oftast eisini til messing. Tað vísir seg,
hava næmingarnir verið og tikið mát til húgvurnar, sum ikki hava langa livitíð og heldur ikki eru heilt bíligar, men sum eingin í dag vil vera fyriuttan. Húgvan hevur ikki altíð verið so væl umtókt, og ymsu [...] flokkur hevði føroyskt á skránni og onnur høvdu terpað í søgubókunum til síðstu próvtøkuna. Mammurnar flokkaðust eisini um børnini við blómum á hesum serliga degnum. Eftir trý ára skúlagongd verður hesin [...] Tað verður eisini hendan leiðin, sum Búi fer at fylgja. Eftir ætlan fer Búi til Århus at lesa listasøgu eftir summarfrítíðina. ?Eg fari at sakna tey flokkinum, sigur Búi, sum hevur gingið í 3.Y ella 00.Y
í staðin fyri tráður. Henni dámar heldur ikki, at børnini skulu krøkja maðkar uppá húkin. - Vit kunnu ikki útiloka, at maðkur kennir pínu. Eg trúgvi heldur ikki, at børn halda tað vera serliga stuttligt [...] brævi til Statskog ber djóraverndin fram sína ónøgd við projektið og vísir til granskingar í kenslulívinum hjá fiski. Her verður sagt, at "? Dyrebeskyttelsen Norge mener, at fisk er i stand til å føle [...] at koma fiskinum til góðar. - Tað er týdningarmikið, at børn kunnu uppliva náttúruna, men hetta kann gerast uttan at pína fiskin. Siri Relling hjá norsku djóraverndini heldur, at børnini heldur kundu fingið
ímillum næmingin og tann skúla, sum er bestur fyri børnini. Tað verður bókin, sum kemur at stýra undirvísingini, og ikki innihaldið, og tá síggja vit ikki til hitt einstaka barnið, og ta kraft, sum er í tí [...] vaksin billa sær inn, at tá læra børnini tað, sum tey eiga at læra. Men tað er ikki rætt, og alt ov nógv læra, at skúli og undirvísing er ikki fyri tey. Tey fáa stikni til skúlan, og tað er vandamikið. Trúgv [...] einføldu orð í øllum sínum veldi eru ikki míni egnu. Eg taki tey upp aftur eftir danska heimspekin-gin Peter Kemp úr bókini »Det uerstattelige«. Bókaheitið sipar til lívið hjá hvørjum einstøkum okkara
at keypa økið aftur. ? Eg keypti økið við tí fyri eyga at byggja íbúðir, og tað er framvegis ætlanin hjá mær. Eftir, at eg hoyrdi at grannarnir hava sent mótmælisskriv, havi eg bjóðað býráðnum at keypa [...] Tórshavnar Býráð fyri góðum tveimum árum síðan seldi stóra øki, har Thorvald Poulsen helt til í eitt mannaminni, til Hanus Olsen, vóru tað fleiri grannar í økinum, sum ilskaðust um avgerðina hjá býráðnum [...] a keypir eitt øki, áljóðandi góðar 2000 m2, er ikki løgið um illgruni er um, at eigarin hevur byggivirksemi í kvittanum. Hóast Hanus Olsen framvegis ikki hevur søkt um byggiloyvi, so hava grannarnar við
dreym. Nú kunnu teir ikki longur síggja klaksvíksdygdir og klaksvíksfólkasálina við teim somu klaksvíkseygunum, tí tað-ber ?ikki ? til ? at - koyra ? til ? Havnar. Hon endar stubban "Eg meini tað" í speisama [...] dekonstruera heila lortið? Eg eri helst ikki so ósamdur við Firouz, men veit kanska ikki, hvat hann roynir at siga. Aftur til Sandoynna. Um man er fyri moderniteti, globalisering ella ikki, so eru tjøldrini farin [...] kann elva til Ræðslu fyri øllum fremmandum." Firouz siterar Ulrik Beck, týska sosiologin, ið tosar um vandasamfelagið og polska Zygmunt Baumann, ið hann tó ikki veruliga brúkar til nakað. Eg haldi hesa
hjá henni. Eg hugsaði, at tað kundi ikki passa", sigur Siri. "Hon rópti og skrálaði, rann inni til mammu og pápa og klappaði sum eitt ørt. Men mamma og pápi trúðu henni ikki", sigur systirin. "Eg hevði ynskt [...] . Hvat fer hon at brúka pengarnar til? "Eg bindi pengarnar á eina konto, og brúki teir uppá okkurt fornuftugt. Kanska keypi eg mær ina nýggja song, og kanska deili eg eitt sindur út millum familjuna" Hon [...] hugsað sær at vitjað. "Har er so tropiskt og lekkurt" Tað skal líka fatast. "Eg fati tað ikki. Tað gongur simpulthenn ikki upp fyri mær," sigur Siri. Hon hevur longu fingið útgoldið pengarnar, og dagurin