Eg fati tað ikki

Siri Davidsen úr Miðvági fekk sær ein hvøkk herfyri, tá hon skavaði og vann 600.000 kr.

ELDORADO

"Tað gongur ikki upp fyri mær", sigur 23 ára gamla Siri Davidsen í Miðvági.
Hon skavaði seg í gjár til 600.000 krónur við skavispælinum "Eldorado" hjá Tipstænastuni. Systirin og hon høvdu keypt sær nakrar skaviseðlar í handlinum hjá Valdemar Simonsen í Miðvági fyrr um dagin, og tær høvdu fyrst vunnið einar 200 krónur. Tær gjørdu av at keypa sær nýggjar seðlar fyri pengarnar, og tað vísti seg at vera rætt gjørt. Komnar heim aftur skavaðu tær nýggju seðlarnar, og har stóð, at hon hevði vunnið størsta vinningin í spælinum.
"Vit stóðu bara og hoppaðu upp og niður í køkinum hjá henni. Eg hugsaði, at tað kundi ikki passa", sigur Siri.
"Hon rópti og skrálaði, rann inni til mammu og pápa og klappaði sum eitt ørt. Men mamma og pápi trúðu henni ikki", sigur systirin. "Eg hevði ynskt, eg hevði eitt videokamera"
Men rætt var. Hon hevur nú tosað við Tipstænastuna, og tey hava ynskt henni tillukku. Út av einari millión seðlum var tann sum Siri Davidsen keypti mánakvøldið 30. juni tann einasti við so stórum vinningi. Næststørsti vinningurin er áljóðandi 10.000 kr, og bert 5 út av einari millión seðlum geva 10.000 kr. So Siri hevur verið sera heppin, má sigast.

Aldrin spælt fyrr
Hepna daman skavaði sítt fyrsta spæl fyri tveimum vikum síðani. Ígjøgnum hesar fáu dagarnar vann hon fleiri smáar vinningar, og helt áfram at spæla. Hon og systirin hava síðani spælt nokkso nógv, og vunnið smáar vinningar nakrar ferðir.
"Tað kundi akkurát tað sama verið systir mín, sum vann".
Tær keyptu seðlarnar saman, og deildu teir tilvildariga sínamillum.

Hvat fer hon at brúka pengarnar til?
"Eg bindi pengarnar á eina konto, og brúki teir uppá okkurt fornuftugt. Kanska keypi eg mær ina nýggja song, og kanska deili eg eitt sindur út millum familjuna"
Hon kundi eisini hugsað sær at sloppið út at ferðast. Hon nevnir Bali og Mauritius sum støð, hon kundi hugsað sær at vitjað.
"Har er so tropiskt og lekkurt"

Tað skal líka fatast.
"Eg fati tað ikki. Tað gongur simpulthenn ikki upp fyri mær," sigur Siri.
Hon hevur longu fingið útgoldið pengarnar, og dagurin í dag fer við einum túri í Skemmuna, har systrarnar fara at keypa sær onkrar møblar.