vóru ommusa orð, sum samstundis eru Guds orð, givin víðari til næsta ættarlið, og eins og omma bað fyri sínum børnum, bað eg fyri mínum barni, at hesir kvalitetir, sum eru skrivaðir um her, máttu eyðkenna [...] týdningarmikið fyri okkum tá tey eru farin. Men at hesi orð, sum eg í áravís havi goymt í mínum egna hjarta, gjørdust so livandi og vóru givin víðari júst sum omma, uttan at vit vistu tað, fór til hvíldar fyri [...] finna náði og fáa yndi, í eygum Guds og manna. Lít á Harran av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar. Ver ikki vísur í egnum
hvørjir bólkar eru komnir við í kappingina. Ivan Niclassen, sum greiddi frá Atlantic Music Event, segði, at orsøkin til hesa broytingina er, at tey hava varnast, at teir bólkarnir, sum eru heilt frammi velja [...] til kappingina. Okkara uppgáva er at framleiða ein pall til okkara tónleikarar. Vit spenna veruliga bogan so nógv, sum vit megna hesuferð, segði Ivan Niclassen og legði afturat, at Prix Føroyar er varðveitt [...] n stuðul. Atlantic Airways hevur verið høvuðsstuðul, men nú er Føroya Sparikassi eisini komin við, og saman eru hesir báðir stovnarnir høvuðsstuðlar til Prix Føroyar 05. Fróði Vestergaard, samskipari,
í løgnum lag, meðan vit sigla út. Allir tindarnir á Tindhólmi eru amputeraðir av eini mjørkadýnu, og bert radarin umborð á Súluni sær, hvar Mykines liggur. Nakrar ferðir meðan vit sigla brýtur inn yvir [...] Strandfaraskipið, so tey, ið ikki sita undir heilum ella í regnklæðum, eru í vanda fyri at fáa karm. Fimm korter seinni koma vit at landi í Mykinesi og 135 trapputrin seinni komi eg niðan í bygdina. Hóast [...] Hóast fasta íbúgvatalið í oynni er mikroskopiskt, er bygdin full av fólki í góðum lag, nú tey eru komin her út at slappa av. Hetta má vera fremsta føroyska feriuparadís hjá stórbýarfólki hugsi eg, tá eg
m. gera tað alsamt meira neyðugt, at fleiri vegleiðaratilboð verða latin fólki. ?Vit vita sum vegleiðarar, at fólk eru ógvuliga áhugaði í at fáa eftirútbúgvingar v.m., sigur tey trý. Á ráðstevnuni fáa [...] útlendingar ? leggur tá leiðin til Hotel Føroyar, sum verður karmur um ráðstevnuni. Luttakararnir eru øllum Norðurlondum. Eisini Grønland og Áland hava umboðan á ráðstevnuni. Ráðstevnan hevur heitið Vejledning [...] vanliga hildin annaðhvørt ár í einum av teimum norðurlendsku londunum. Fyri fyrstu ferð er túrurin so komin til Føroyar at vera vertur. Føroyska vegleiðararfelagið stendur fyri fyrireikingini av ráðstevnuni
Hesum er Turið komin væl frá.Málbúnin var lættur og náttúrligur. Og tó, okkurt var, ið kundi verið øðrvísi t.d. tá ið Knútur sigur: Eg havi ikki "sagt eitt kis". Vit plaga at siga, at vit "hoyrdu ikki Kis" [...] So bragdaði aftur á sjónleikaraøkinum í Fuglafirði. Heili tjúgu ár eru liðin síðani Fuglafjarðar Sjónleikarafelag framførdi sjónleik seinast, so tað var við stórum spenningi fólk leitaðu í Mentanarhúsið [...] hevði skrivað, og sum Turið Sigurðardóttir hevði týtt. Karmarnir í nýggja stásiliga mentanarhúsinum eru fram úr góðir, so møguleikarnir hjá sjónleikarunum at framføra ein góðan leik skuldu verið góðir.
eisini komin undir bankalógina og verður eisini umlagdur til partafelag í næstum. Hetta sæst eisini fyri ein part aftur í virkseminum hjá Føroya Sparikassa fyri 2001. Grunnar hjá Føroya Sparikassa eru vorðnir [...] til partafelag er liðug. ?Føroya Sparikassi er vorðin meira kommersiellur, og hetta hava vit eisini merkt, men vit koma framvegis at føra sama politikk, sigur Marner Jacobsen, forstjóri. Lánini til vinnulívið [...] roknskapur, sum vísir eitt árslit áljóðandi 73, 829 mió kr., áðrenn skatt. Eftir at skatturin er goldin eru 58,526 ´mió kr. eftir á niðastu linju. Meira vinnulív Sum heild er munandi øðrvísi lesnaður at lesa
kanska kann gerast heldur enn ikki torført. -Vit vera noyddar at vinna tað, sum eftir er av dystum, greiðir hon frá, tá vit spyrja hana um, hvussu vónirnar eru til týsdagin, tá verandi føroyameistararnir [...] at Anya Midjord tykist at vera komin rættuliga fyri seg aftur, ti sum skilst, leikti hon ein sera góðan dyst á strikuni. Hvussu langt hetta fer at røkka týsdagin vita vit av góðum orsøkum ikki enn, men [...] breiddin í hópinum ikki er so øgiliga stór. Ljós er tó fyri framman, tí fleiri ungar og evnaríkar gentur eru á veg móti besta liðið felagsins, og onkur av hesum ungu leikarum hevur longu bitið seg rættuliga fastan
burtur, tá ið tiltøk eru í Høllini á Hálsi. Feløgini hava tørv á at sleppa at íðka og mennast í fri, í sínum egna umhvørvi og varveita allar sínar tillutaðir venjingartímar, sum eru alt ov fái frammanundan [...] bara ein aktivitetur, tað er ein lívsstílur, sum er góður fyri okkara likamligu og sálarligu vælveru. Vit skapa vinarbond fyri lívið, og ein góður og sunnur felagskapur styrkir sálarheilsuna, og er við til [...] hart arbeiði at reka eitt felag og ein felagsskap. Tey høvdu ikki klára seg uttan hesar eldsálir, sum eru viðvirkandi til, at ungdómur i kommuni hevur møguleika fyri at fáa eitt umhvørvið, sum stimbrar og
hvør sín ætt, og vit stóðu einsamøll eftir og tosaðu. Hon var ógvuliga fitt at práta við, og eg segði henni mína støðu, at eg var einkjumaður. Kvøldið eftir hittust vit aftur, og vit tosaðu saman til tað [...] búgva eisini í Føroyum. Tað eru Maja Petersen í Froðba, og Herdis Festirstein á Eiði. Tey flestu av børnunum hjá Martini eru annars í Noregi. Onkur er tó í Danmark. Børnini eru røsk at vitja pápan, men tað [...] kom til Havnar, og her hitti hann Miu, sum seinni gjørdist kona hansara. Vit vóru javngomul. Mia var bara eina viku yngri enn eg. Vit giftust í 1931, og tá var eg 23 ára gamal. Eg minnist, at húsini eg bygdi
Sangtekstirnir eru ymiskir og fylla nógv. Teir eru partur av søguni: Drekasangurin umboðar spælandi ferðina, sum Bjartur fer, fyri at fáa tamarhald á íkomnu støðuni, nú ein skrímslasystir er komin í familjuna [...] boðskapunum í m.a. regni og vindi, men ikki minni í ljóði og rútmu – løgini eru so at siga í ætt. Tað er ein gáva til børnini. Væl vita vit, at Eivør er elskað og kend millum børnini og løg hennara við, men nú [...] ir Barnabókmentir! Hvør kennir týdningin av teimum til fulnar? Skulu vit ikki hava eitt Barnabókainstitutt? Høvundarnar hava vit nógvar og góðar og tíbetur er tilfar til børn raðfest høgt á mongum økjum