Feriuparadísið í Mykinesi

Krabbagággan skrivar:
 
Um ikki tað var tí at ein stórur vørubilur hjá Strandfaraskipum Landsins stóð á keiini uppiyvir henni, hevði tað ikki verið so lætt at funnið hana - Súluna. Helst, og vónandi, Føroya minsta strandfaraskip.
Skip er nú so nógv sagt. Súlan er meira at líkna við ein útróðrarbát, men alt hevur sínar orsøkir. Nógv størri bátur enn hesin hevði havt ógvuliga torført við at lagt at landi úti í Mykinesi.
 
Veðrið er í løgnum lag, meðan vit sigla út. Allir tindarnir á Tindhólmi eru amputeraðir av eini mjørkadýnu, og bert radarin umborð á Súluni sær, hvar Mykines liggur. Nakrar ferðir meðan vit sigla brýtur inn yvir lítla Strandfaraskipið, so tey, ið ikki sita undir heilum ella í regnklæðum, eru í vanda fyri at fáa karm.
 
Fimm korter seinni koma vit at landi í Mykinesi og 135 trapputrin seinni komi eg niðan í bygdina. Hóast fasta íbúgvatalið í oynni er mikroskopiskt, er bygdin full av fólki í góðum lag, nú tey eru komin her út at slappa av. Hetta má vera fremsta føroyska feriuparadís hjá stórbýarfólki hugsi eg, tá eg á veg niðan í gistingarhúsið síggi triðja havnarmannin í frítíðarsetti ganga framvið mær.
 
Tað er ikki ringt at skilja hví Mykines er á listanum hjá Lonely Planet yvir bestu støð hjá útlendskum ferðandi at vitja í Føroyum. Men eisini fyri føroyingar er góð orsøk at ferðast higar, tí her er lætt at kenna seg longur burtur, enn man í veruleikanum er. Landslagið er nakað fyri seg, fuglalívið er óvanliga ríkt, og bygdin er vøkur á sín egna sermerkta hátt. Tankin um at her verður tú verandi, til veðrið loyvir tær av oynni aftur, er eitt sindur ræðandi, er enn ein partur av upplivingini.
 
Eg havi bílagt mær innivist á Kristianshúsi, gistingarhúsinum í oynni, sum eisini hevur matstovu. Havi hoyrt nógv um góða lundan tey gera her, men má foyur keypa inn til lasagne á vegnum út í oynna, tá eg fái boð um, at lundatíðin er farin framvið.
 
Matstovan í Mykinesi hevur tað, sum eingin matstova inni á Skálafjørðinum hevur - skeinkiloyvi. Og um kvøldi savnast fólk her inni á gamla atelierinum hjá Sámal Elias Joensen  Mikines fyri at fáa sær eina øl og práta, og lagið gerst ofta væl betri enn hjá tí mangan hugtunga málaranum.
 
Eftir eina tíð í Mykinesi við avslappaðari lívsrútmu og góðari tíð kann tað vera ringt at venja seg við klokkubundna umheimin aftur, og tað er um reppið at eg eri ov seinur til Súluna. Hon skal fara kl. 11.30, men meðan eg eitt korter frammanundan í góðari tíð gangi oman aftur ígjøgnum tey 135 trapputrinini, loysa teir umborð á Súluni.
- Nú mundi tú ikki nátt tað, sigur annar av manningini skemtandi, tá eg pøstur leypi umborð á bátin í síðstu løtu.
Tit høvdu verið bannaðir langt burtur um eg kom ov seint, hóast eg var í góðari tíð, hugsi eg við mær sjálvum, men smílist bara aftur. Hetta er føroysk presisjón við øvugtum fortekni.
 
 
 
Lonely Planet um Mykines:
 
Mykines, vestasta oyggin í Føroyum, er ikki sum restin, og tað er einki at undrast yvir hví hon er millum best umtóktu ferðamál í Føroyum. Hon er tann grønasta, vinarligasta, mest sjálvstøðuga og ein tann vakrasta av oyggjunum.