Prix Føroyar í nýggjum hami

Fýra innleiðandi umfør í Fuglafirði, ein stór semifinala á Tvøroyri, eitt stórt gallakvøld við finaluni í Norðurlandahúsinum og 12 vinningar til luttakararnar. Hetta er nakað av tí, sum fyrireikararnir av Prix Føroyar 05 hava at bjóða til komandi kappingina, sum nú hevur tíggju ár á baki

Tað verður ein heilt umskipað Prix Føroyar kapping, sum byrjar í februar komandi ár. Fyrireikararnir hava valt at viska talvuna reina og byrja alt av nýggjum. Konseptið hevur fingið nýtt logo, nýggjar litir og leisturin at at prixið ikki skal vera tað sama er hildin væl og virðiliga.
Kappingin er broytt í tann mun, at komandi ár verða fýra innleiðandi umfør, øll í mentanarhúsinum í Fuglafirði. Í mesta lagi 24 bólkar kunnu luttaka, seks í hvørjum umfari. Tveir teirra sleppa so víðari til eina stóra semifinalu, sum verður í ítróttarhøllini á Tvøroyri 2. apríl komandi ár. Tríggir av teimum átta bólkunum, sum verða við í Suðuroy sleppa so í ta stóru finaluna, sum verður í Norðurlandahúsinum 23. apríl.
Týsmorgunin var tíðindafundur í Norðurlandahúsinum, har fyrireikararnir av Prix Føroyar 05 greiddu frá kappingini, sum verður aftur á breddanum komandi vár.

Galla og heiðurslønir
Stóra finalan í Norðurlandahúsinum, sum sum vanligt verður send beinleiðis bæði í sjónvarpi og útvarpi, verður samstundis eitt gallakvøld undir heitinum: Atlantic Music Event. Hetta fyri at geva tiltakinum ein altjóða dám, sum kann lokka fleiri útlendingar til tiltakið.
Á skránni hetta kvøldið umframt at tað er sjálv finalan av Prix kappingini verða eisini heiðurslønahandanir. Har verður besta fløgan síðani seinastu Prix kapping kosin ? umframt besti sangari og sangarinda.
Til gallakvøldið er eisini ætlanin at fáa gestabólkar og tónleikarar at luttaka. Hvørji hesi verða, kundu fyrireikararnir ikki siga nakað um, tí tað verður ikki tilrættislagt fyrr enn greitt er, hvørjir bólkar eru komnir við í kappingina. Ivan Niclassen, sum greiddi frá Atlantic Music Event, segði, at orsøkin til hesa broytingina er, at tey hava varnast, at teir bólkarnir, sum eru heilt frammi velja ikki at luttaka í Prix Føroyum. Tí verða nøkur teirra boðin við til gallakvøldið.
? Lat meg tó undirstrika tað, at tað er ikki okkara uppgáva at gera av, hvør sleppur við til kappingina. Okkara uppgáva er at framleiða ein pall til okkara tónleikarar. Vit spenna veruliga bogan so nógv, sum vit megna hesuferð, segði Ivan Niclassen og legði afturat, at Prix Føroyar er varðveitt við somu reglum, men nú hava tey valt at gera eitt kvøld omaná við ymiskum øðrum á skránni eisini, sum verður sera spennandi.

Heimasíða
Eitt tílíkt tiltak krevur fíggjarligan stuðul. Atlantic Airways hevur verið høvuðsstuðul, men nú er Føroya Sparikassi eisini komin við, og saman eru hesir báðir stovnarnir høvuðsstuðlar til Prix Føroyar 05.
Fróði Vestergaard, samskipari, metti, at alt tiltakið Prix Føroyar í dag stendur í nærum tveimum milliónum krónum.
? Tiltakið er ment allatíðina, og hesuferð hava vit veruliga gjørt nógv við tað, segði hann millum annað.
Freistin at tekna seg er tann 3. januar. Hetta fer fram á prix@nlh.fo ella www.prix.fo . Í mesta lagi 24 bólkar ella einstaklingar kunnu vera við. Um tað verða fleiri enn tað tilmeldaðir, so verða 24 teir bestu tiknir burturúr.
Tá tað so er greitt, hvørjir bólkar verða við í kappingini, fáa teir hvør sítt pláss á heimasíðuni www.prix.fo, sum tó ikki er heilt klár enn. Har kunnu løg, videoupptøkur og annað leggjast út til tess at marknaðarføra bólkin. Men bólkurin skal sjálvur syrgja fyri marknaðarføringini.
Fróði Vestergaard greiddi frá, at ein redaktión er sett til at dagføra heimasíðuna, og ætlanin er eisini, at hon skal vera virkin í millum prix-kappingarnar.
Fyrsta innleiðandi umfarið í Prix Føroyar kappingini verður 5. februar í Fuglafirði, og sjálv finalan verður sum sagt tann 23. apríl.