Skrímslið lítla systir mín – Eivør og børnini

Hanna Jensen
---------------

Nýggja bókin, sum Eivør Music í Gøtu gevur út, er komin í handl­ar­nar og tað var ein forrættur at vera millum tey fyrstu at fáa hana upp í hendurnar. Smærru børnini í húskinum høvdu øll eina reaktión, tá tey sóu hana: "hasa bókina eigur mín barnagarður" ella "vit lurta alla tíðina eftir sangunum". Eg spurdi: Hvat dámar tykkum við hesi bók­ini? Dagur svaraði: “mann kann lurta og lesa í senn - eg blívi bangin, tá trøllið etur..." Rebekka svaraði: "Eg haldi, tað er stuttligt, tá tey kitla trøllið". Soleiðis fekk eg loyvi at gloppa dyrnar til barnaheimin, áðrenn eg sjálv fór inn í heimin hjá Bjarta, sum bókin snýr seg um.

Bókin
Bókin trínur fram sevjurík, livandi og tú fært hug at fara inn um perm-una – Bjørg Bjarkardóttir hevur tekn­að og sniðgivið barnabókina og eyðkendir eru heitu og brendu litirnir í brúnligum, gulum - serliga blaðsíðurnar, har Bjartur fer út at sveima í huganum. Hinvegin er ógvusligt litskifti til sterkar myrka­bláar og gráar litir, tá søgan er meira ófrættakend. Hetta hevði sterka ávirkan á summi av børn­un­um og bókin ger teimum mun á nógvan ymiskan hátt. Nógv stutt­lig skrímsl og fantasivøkstir eru tematekningar frá blaðsíðu til blaðsíðu. Grafisk mynstur krydda barnsligu tekningarnar og geva visuella úttrykkinum eina modern­aða snaring.
Innihaldsliga er bókin um eina støðu, sum flest øll børn uppliva: at fáa eitt systkin. Vit hava bøkur á føroyskum um hetta, men "Skrímsl­ið - lítla systir mín” smæðist ikki burtur ímillum hinar - heldur er hon serlig, av tí at hon letur so nógv upp fyri dreymi og fantasi. Hon tekur barnið beint úr kamarinum og út á eina trupla ferð gjøgnum alt kensluspektrið frá ørkymlan og sorg til øði, grumma ætlan og síðani ræðslu og viðgerd av trupulleikanum. Kensluliga ferðin endar heima aftur vid tryggleika og møguleika at skapa og koma til sættis við nýggju støðuna. Tað er Helga Arnalds, sum hevur skrivað tekstin, sum upprunaliga er á í­s­lendskum.
Bókin er sprottin úr leiki við tónleiki og av hesum fær bókin eina serliga dimensjón: hon ber eina fjalda framførslu vid sær - fyri tað fyrsta av tí at tónleikatekstirnir til leikin eru settir inn í søgutekstin og soleiðis skapa ein vilja til meira, um tú lesur upp fyri barninum. Fyri tað næsta tí at sangirnir fylgja við á fløgu aftast í bókini og tí kunnu njótast fyri seg sum ein innspæld tónleikaframførsla og harvið byggja víðari á bókina í huga barnsins. Fyri tað triðja tí, at songkvinnan sjálv eisini lesur søguna upp á fløguni og soleiðis tvinnar hesar tríggjar listagreinir saman: bókmentir, tón­leik og leik. Leikurin kemur til sjóndar aftur í teatralsku rødd Eivar­ar, sum inniliga, ræðandi, frekt, sorgar­bundið og stuttliga leiðir lesaran og lurtaran í skaldsliga heim­in. Sangirnir flættast natúrliga inn í frásøgnina og lyfta hana enn hægri.

Mál
Hetta arbeiðið kanst tú ikki gera uttan rætta málburðin og hóskandi ljód. Málið í allari søguni, orðavalið, rútma, ljóðspæl og tónalag er ein søga í sjálvum sær. Songkvinnan leikar hegnisliga á ræddarbondini bendir og smakkar vid umhugsni sjálvljóðini og tvíljóðini og dvølur vid hjáljóðini. Hetta er serliga hug­­­vekjandi í setninginum: "Drek­­­an vil eg spekja". Fittu og stutt­­ligu barnarøddina hjá lítlu systrini/ skrímslinum eigur Tóra Tróndardóttir Bærentsen og sam­røðan og samspælið við leik­lutin hjá Bjarta riggar sera væl. Sjálv upptøkan kennist nær og fjálg og kjúklað er um tøkniligar effektir - tær fylgja nervini í frásøgnini. Ei­vør spælir okkum ígjøgnum "Skrímslið - lítla systir mín". Tad er sum, at íborna frásøgukynstrið og natúrligu leiklistagávurnar, sum hon sum songkvinna hevur kryddað manga konsert vid, nú eru tikin fram um eina løtu - til æru fyri børnini, men eisini foreldrini. Hon plagar at syngja við farra av frásøgn, nú sigur hon frá við farra av sangi í hvørjum orði.
Tað hoyrir til hesa søguna, at bókin er týdd úr íslendskum til eitt hóskandi og fjølbroytt føroyskt mál og tað er Páll Isholm, sum eisini er nevndur í sambandi við málsliga vegleiðing, sum hevur týtt. Eisini stendur hann saman við Eivør sum tekstahøvundur til sangin “Barnið mítt” og hevur týtt sangtekstin “Dreka­ferðin” eftir Hallveig Thorla­cius”.

Sangirnir
Sangtekstirnir eru ymiskir og fylla nógv. Teir eru partur av søguni: Drekasangurin umboðar spælandi ferðina, sum Bjartur fer, fyri at fáa tamarhald á íkomnu støðuni, nú ein skrímslasystir er komin í familjuna. Sangurin er lættur og stuttligur bæði í innihaldi, lagi og ljóðum, men hann rúm­ar onk­rum und­ar­ligum, sum let­ur upp fyri fangandi hend­ing­un­um, sum er fyri framman.
“Lurta nú” er ein perla hjá Eivør – ein sum leggur seg upp at sang­um sum “Rain” á nýggjastu fløgu hennara Room – bæði í inn­haldi, har skaldsliga eg’ið bjóðar barn­inum at byrja at lurta eftir ymisku boðskapunum í m.a. regni og vindi, men ikki minni í ljóði og rútmu – løgini eru so at siga í ætt. Tað er ein gáva til børnini. Væl vita vit, at Eivør er elskað og kend millum børnini og løg hennara við, men nú er hon veruliga farin í barnabókmentirnar at seta síni spor. Røturnar fornokta seg ikki – hon, sum hevur sungið kvæði og Kingo, men her er tað ser­liga skjøldrini, sum fáa eitt fram­hald.
Seinasti sangurin er rurandi vøgguvísan “Barnið mítt”, tá alt er av og friður og trygd kann valda. Sangurin er ómetaliga vakur, tekur í dagsins ræðandi hendingar, minnir á treytaleysa móðurkærleikan og gevur ráð, sum skulu bera alt lívið. Óivað verður hann fólkaogn í røðini av inniligum barnasangum.

Barnakonsert
Sum part av hesum at geva barnabók út, hevði Eivør barnakonsert fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum sunnudagin 24. november. Hon kom á pall í einføldum kjóla eins og ein fittur praktiskur búni til spæl. Ein spælandi litríkur hárboyli setti prikkin yvir eina pallseting á støði við børnini. Stóran part av kon­sertini framførdi hon eisini saman við 7 gentum, sum sungu kór og annað. Tær framførdu eisini sjálvar ein jólasang við denti á tey djór, sum vóru um hendingarnar á jólum.
Eivør byrjaði við kenda gamla sanginum hjá H.A. Djurhuus, “Lítla Elsa”, sum hon segði vera tann fyrsta sangin, hon sum smágenta dugdi, tá hon droymdi um at gerast sangarinda. Og so hugsi eg: hon fekk væl burturúr, tá hon skrivaði seg inn í traditiónina av føroyskum kvøldsangum um børn við “Elisabet og Elinborg” – kanska hennara starstskot innan barnabókmentir, men sum fangar høg sum lág, so mikið at fronsk sendikvinna herfyri bað lova sær at hoyra “sangin um Elisabet” umaftur á stuttari bilferð um Havnina.
Tað var sjálvsagt, at Eivør sang “Drekaferðin” og sín egna “Lurta nú” og so vøggusvísuna “Barnið mítt”, sum hon hevur skrivað saman við Páll Isholm. Og so kom tíðin til spæl, har øll børnini sungu við kvagg, kvagg í sanginum um dunnuungan, sum vildi eta ein grindahval. Eisini var veitslurómur, tá slagarin ”Tú skalt klappa, tá tú ert í góðum lag” kom á skrá – og ongantíð fyrr hava tey “rokka tá tey eru í góðum lag”. So her fáa starvsfólkini á ans­ingar­stovnunum sína søk fyri.
Endin á hesi væl avmáldu kon­sert var sangurin “Elisabet og Elin­borg”. Veit um børn og ung, sum táraðu og rørdust djúpt av sang­inum – m.a. tí tey hugsaðu um hend­an pápan, sum nú ikki er ímill­um okkum longur.

Barnabókmentir
Barnabókmentir! Hvør kennir týdn­ingin av teimum til fulnar? Skulu vit ikki hava eitt Barnabókainstitutt? Høvundarnar hava vit nógvar og góðar og tíbetur er tilfar til børn raðfest høgt á mongum økjum. Takk, Eivør, fyri hesa bók, tú bar á marknaðin við tíni rødd, tínum gáv­um, tínum dirvi og enn fleiri tón­leikaperlum – til børnini, men eisini foreldrini…