vøddaskaða í steypafinaluni á ólavsøku, og hann verður ikki tøkur komandi vikurnar. Ein annar maður hjá EB/Streymi, sum hevur verið úti í nakrar vikur, er René Tórgarð. Hann er við at koma við fyri seg og hevur [...] í kvøld. Eisini Gudmundi Nielsen rokna tey við í Sundalagnum. Sunnudagin fór hann av vøllinum við einum minni skaða, men hann er komin fyri seg aftur. Hjá AB eru Kenneth Jacobsen og Mortan úr Hørg við aftur [...] Eisini John Hammer, sum hevur verið sjúkur, er við aftur. Hinvegin vanta bæði Evrard Blé og Høgni Joensen í kvøld. Fyrstnevndi er leikbannaður og hin er skaddur. Hetta kemur dátt við hjá AB, sum einans hevur
rock, og líka so væl, sum hann kann rósa ávísan útgávum til skýggja, kann hann sanniliga eisini verða eirindaleysur í sínum kritikki. Jungersen gevur Fate eitt gott ummæli. Hann heldur, at nýggja fløgan [...] sum fyri føroyingar er áhugavert við bólkinum, er, at sangarin í bólkinum nú er føroyskur. Dagfinn Joensen, sum eisini hevur sungið í bólkum sum Fluffy Toys og Eager To Please, gjørdist partur av Fate fyri [...] fløgan er frálík, vælspæld og inniheldur góðar sangir. Hann fer so langt sum at siga, at útgávan hjá Fate er tann besta, sum hannhevur hoyrt í fleiri ár innan hesa sjangru. BT gevur Ghosts From The Past fimm
samgonguni millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvsstýrisflokkin. Hann sat sum løgmaður uttan slit í tíggju ár. Í 1985 varð hann aftur valdur til løgmann, fyri tað landsstýrið sum nú leggur frá sær [...] verið løgmaður í 14 ár og hevur sostatt verið tann sum hevur sitið longst sum løgmaður í Føroyum. Hann gjørdist landsstýrismaður í januar 1970, eftir at Villi Sørensen andaðist, og eftir valið í november [...] Í landsstýrinum sum tók við í 1989 sótu Tordur Niclasen úr Kristiliga Fólkaflokkinum, Karl Heri Joensen úr Sjálvsstýrisflokkinum, Signar Hansen og Finnbogi Ískason úr Tjóðveldisflokkinum og Anfinn Kalsberg
efir at tað kom fram, at hann ikki vildi vera við at fíggja nýggja Hvivltenni hjá Kjartan Joensen. Jørgen Niclasen átalaði herfyri í Degi og Viku Framtaksgrunnin fyri, at hann ikki vildi vera við í hesi [...] Fæst framtaksgrunnurin ikki at virka betur, er einasta loysnin at avtaka hann. Hetta sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í samrøðu við Dagblaðið, sum kom út í gjár. Landsstýrismaðurin [...] óendaligur, meðan játtanirnar nærum kunnu teljast á einari hond, sigur Jørgen Niclasen. Tí heldur hann, at tað verður neyðugt at taka spurningin um framtíðina hjá Framtaksgrunninum upp til gjølliga viðgerð
advokaturin. Tá dómarin dømir sum hann ger í hesum máli, so gangi eg bert út frá, at tað er rættvíst. Útgangsstøði er, at vit mugu hava álit á dómstólinum í samfelagnum, at hann dømir sakliga og objektivt. [...] rokni við at hann hevur rætt. Bjørn á Heygum var nógv frammi í miðlunum, tí John Petersen ikki varð sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, og endurtekur, at tá um tað málið ræður, so heldur hann framvegis [...] Dagny Joensen Bjørn á Heygum heldur, at vit skulu lata yvir til dómstólin at døma í málinum, men at tað tykist ómøguligt í so lítlum samfelag sum okkara, tí øll kennast, og hava lyndi til at døma á subjektivum
Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3600 gr. 4. januar fingu Jórun og Arni Petersen, Tvøroyri, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4900 gr. 6. januar fingu Elsbeth Joensen og Jóannes Jacobsen [...] var 50 cm long og vigaði 3300 gr. 7. januar fingu Nina og Anthonius Dalsgaard, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4190 gr. 7. januar fingu Eydna Jensen og John Ísheim, Tórshavn, eina dóttur [...] 52 cm long og vigaði 3200 gr. 12. januar fingu Maj-Britt Benjaminsen og Kim Olsen, Nesi, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3250 gr.
verður aðalstjóri í Fiskimálastýrinum. Hann er kortini í farloyvi úr starvinum sum fiskivinnustjóri, og starvast í løtuni í Útnorðursamstarvinum, NORA. Óvist er, nær hann tekur við sum aðalstjóri. Arne Poulsen [...] starvaðist framman undan sum skrivari hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Høgni Joensen var í vár settur sum aðalstjóri í Heilsumálastýrinum. Hann hevur seinastu árini verið sjúkrahússtjóri. Nú allir aðalstjórarnir [...] varð, var fíggjarmálastjórin. Fyrr í vikuni setti Fíggjarmáladeildin Petur Alberg Lamhauge í starvið. Hann hevur seinastu árini verið stjóri á Toll- og Skattstovuni, og byrjar helst í nýggja starvinum 1. oktober

danska Kirkjumálaráðnum um, at kærurnar, fimm føroyskir prestar hava sent Kirkjumálaráðnum um Hans Jacob Joensen, bisp, skuldu verða liðugt viðgjørdar fyrst í hesi vikuni, og tískil skuldi bera til at fáa [...] ráðið greitt, at svar skuldi koma 1. juni. Tá segði Peter O. K. Olofson, at um hann ikki fekk viðhald í kæruni, fór hann at siga seg úr starvi Nú eru fýra mánaðar gingnir, og enn er einki nýtt hent í málinum [...] Men enn er eingin avgerð fallin. Jens Ulf Jørgensen sigur seg vera lidnan at viðgera málið, og er hann farin í feriu. Kontórstjórin í Kirkjumálaráðnum, Marjun Egholm, sigur tó, at málið ikki er avgreitt