Dagfinn og teir róstir til skýggja

Eirindaleysur ummælari á danska blaðnum BT gevur Dagfinn Joensen og hinum í FATE tummulfingurin upp fyri teirra nýggju fløgu

Danski rockbólkurin Fate hevur gjørt comeback við nýggjari fløgu, sum kom út stutt fyri jól. Tað, sum fyri føroyingar er áhugavert við bólkinum, er, at sangarin í bólkinum nú er føroyskur.

Dagfinn Joensen, sum eisini hevur sungið í bólkum sum Fluffy Toys og Eager To Please, gjørdist partur av Fate fyri umleið tveimum árum síðani, og Dagfinn syngur á nýggju útgávuni hjá bólkinum.

Útgávan Ghosts From The Past hevur fingið fleiri góð ummæli á internetsíðum og aðrastaðni, og í vikuni hevur danska blaðið BT ummælt nýggju fløguna.


Besta í fleiri ár

Steffen Jungersen er ein av tungu dreingjunum, tá ið tað kemur til ummæli av tónleiki í Danmark. Honum dámar væl harðan rock, og líka so væl, sum hann kann rósa ávísan útgávum til skýggja, kann hann sanniliga eisini verða eirindaleysur í sínum kritikki.

Jungersen gevur Fate eitt gott ummæli. Hann heldur, at nýggja fløgan er frálík, vælspæld og inniheldur góðar sangir. Hann fer so langt sum at siga, at útgávan hjá Fate er tann besta, sum hannhevur hoyrt í fleiri ár innan hesa sjangru.

BT gevur Ghosts From The Past fimm av seks møguligum stjørnum.