Fyri viku síðani vissaði Jens Ulf Jørgensen úr danska Kirkjumálaráðnum um, at kærurnar, fimm føroyskir prestar hava sent Kirkjumálaráðnum um Hans Jacob Joensen, bisp, skuldu verða liðugt viðgjørdar fyrst í hesi vikuni, og tískil skuldi bera til at fáa málið avgreitt hesa vikuna. Men enn er eingin avgerð fallin. Jens Ulf Jørgensen sigur seg vera lidnan at viðgera málið, og er hann farin í feriu.
Kontórstjórin í Kirkjumálaráðnum, Marjun Egholm, sigur tó, at málið ikki er avgreitt enn. Hon sigur, at tað fara at ganga fleiri vikur, áðrenn til ber at koma við eini niðurstøðu í málinum.
Spurd, um hon kann siga, hvønn veg avgerðin fer at fella, svarar Mejun Egholm, at tað kann hon als ikki, og biður hon føroyingar bíða í tolni. Hon vissar um, at málið ikki er súltað, hóast nógvar ábendingar eru um hetta. Tá fyrstu kærurnar komu inn, gjørdi Kirkjumálaráðið greitt, at svar skuldi koma 1. juni. Tá segði Peter O. K. Olofson, at um hann ikki fekk viðhald í kæruni, fór hann at siga seg úr starvi Nú eru fýra mánaðar gingnir, og enn er einki nýtt hent í málinum, uttan tað, at fleiri kærur eru komnar Kirkjumálaráðnum í hendi.