Nú eru allir aðalstjórarnir settir

Allir aðalstjórarni í ymsu stýrunum í landsstýrinum eru nú settir - fyrsta uppgáva teirra verður at skipa stýrini

Tað var sum liður í bygnaðarbroytingunum, at skipast skuldi aðalstýri í Tinganesi - eitt undir hvørjum landsstýrismanni. Enn eru hesi stýri ikki skipað, men nú eru umsíðir allir teir fimm aðalstjórarnir settir, eins og stjórin yvir stjórunum, løgmálastjórin Marjun Hanussardóttir.

Tann seinasti stjórin, ið settur varð, var fíggjarmálastjórin. Fyrr í vikuni setti Fíggjarmáladeildin Petur Alberg Lamhauge í starvið. Hann hevur seinastu árini verið stjóri á Toll- og Skattstovuni, og byrjar helst í nýggja starvinum 1. oktober.

Aðalstjóri í Skúla- og Mentamálaráðnum er Petur Petersen, sum seinastu árini hevur verið deildarleiðari á Handilsskúlanum á Kambsdali.

Einasti av teimum gomlu stjórunum í Tinganesi, sum er settur í aðalstjórastarv, er Kjartan Hoydal, sum verður aðalstjóri í Fiskimálastýrinum. Hann er kortini í farloyvi úr starvinum sum fiskivinnustjóri, og starvast í løtuni í Útnorðursamstarvinum, NORA. Óvist er, nær hann tekur við sum aðalstjóri.

Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálastýrinum, starvaðist framman undan sum skrivari hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Høgni Joensen var í vár settur sum aðalstjóri í Heilsumálastýrinum. Hann hevur seinastu árini verið sjúkrahússtjóri.

Nú allir aðalstjórarnir skjótt fara til arbeiðis í landsumsitingini, verður fyrsta uppgáva teirra at skipa stýrini, so tey kunnu fara at virka eftir nýggja bygnaðinum.