Dagny Joensen
Bjørn á Heygum heldur, at vit skulu lata yvir til dómstólin at døma í málinum, men at tað tykist ómøguligt í so lítlum samfelag sum okkara, tí øll kennast, og hava lyndi til at døma á subjektivum grundarlag.
Eg haldi at málið er sakligt viðgjørt, sigur advokaturin.
Tá dómarin dømir sum hann ger í hesum máli, so gangi eg bert út frá, at tað er rættvíst. Útgangsstøði er, at vit mugu hava álit á dómstólinum í samfelagnum, at hann dømir sakliga og objektivt.
Er dómarin komin til hesa niðurstøðu, fari eg ikki at spæla klókur, tí eg rokni við at hann hevur rætt.
Bjørn á Heygum var nógv frammi í miðlunum, tí John Petersen ikki varð sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, og endurtekur, at tá um tað málið ræður, so heldur hann framvegis ikki at tað var hóskandi og sambærligt við embætið, at ein skuldsettur sat sum landsstýrismaður.
Er tað ikki drálað óneyðuga nógv, at løgmaður ikki hevur sett nýggjan landsstýrismann enn?
Hugsandi er at úrslitið av dóminum er komið óvart á Landsstýrið, og at teir tí ikki hava tikið hædd fyri at finna ein nýggjan landsstýrismann, sigur Bjørn á Heygum