Fæst framtaksgrunnurin ikki at virka betur, er einasta loysnin at avtaka hann.
Hetta sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í samrøðu við Dagblaðið, sum kom út í gjár.
Landsstýrismaðurin er vorðin serstakliga argur inn á Framtaksgrunnin efir at tað kom fram, at hann ikki vildi vera við at fíggja nýggja Hvivltenni hjá Kjartan Joensen.
Jørgen Niclasen átalaði herfyri í Degi og Viku Framtaksgrunnin fyri, at hann ikki vildi vera við í hesi verkætlan, sum ein royndur vinnulívsmaður stendur fyri.
? Ofta fái eg ta fatan, at einasta mál hjá grunninum var at bjarga Føroya Fiskavirking og Fiskasøluni, og at halda teimum á almennum hondum. Alt ov ofta síggja vit, at grunnurin noktar fyri at vera við í annars sera skilagóðum verkætlanum, og tað var í øllum førum ikki meiningin við Framtaksgrunninum, sigur Jørgen Niclasen við Dagblaðið.
Landsstýrismaðurin ásannar, at Framtaksgrunnurin kortini hevur verið við í onkrari hissini ætlan, men hevur kortini langt frá virkað sum ætlað.
? Listin yvir umsóknir, ið hava verið kveistraðar av borðinum, er nærum óendaligur, meðan játtanirnar nærum kunnu teljast á einari hond, sigur Jørgen Niclasen.
Tí heldur hann, at tað verður neyðugt at taka spurningin um framtíðina hjá Framtaksgrunninum upp til gjølliga viðgerð.