er, at talan bert er um konu-fólk. Hetta er fyrstu ferð í søguni, so harrarnir mugu taka seg saman til næsta ár. Í ár var eisini fyrstu ferð, at luttakarnir sluppu at velja sær løg. Tá freistin at velja [...] Tiltakið byrjar klokkan 22.00, men til ber at keypa atgongumerki frá klokkan 21.00. Ætlanin er, at bólkarnir fara at spæla millum luttakararnar, og eftir at vinnarin er funnin, spæla bólkarnir í einari [...] kunnu fáast við at ringja til fyrireikararnar ella Toru Tourist. Ongin forsøla Sum nevnt er møguleiki at keypa atgongumerki sama kvøld frá klokkan 21,00, tað vil siga ein tíma undan at dyrnar lata upp
eigur at geva sær stundir at njóta løtuna saman við leikaranum sum ferðast við okkum til teir grønu skuggarnar. Eyð Matras hevur við hesum einrøðuleiki víst at hon er før fyri at leikstýra og at gera arbeiðið [...] hevur hann enn einaferð prógvað at hann er førur fyri at hjálpa leikaranum gjøgnum torskildar smogur í leikverkinum við at gera tónleik sum byggir uppundir leikgongdina. At áskoðarar, sum einans kunnu vera [...] elag hevur hesaferð givið einum leikara yrkisumstøður at átaka sær uppgávuna at bera fram henda einrøðuleik. ? Leikurin er sum eitt skúlastykki at fáa sagt eina stóra søga í leiklistarligum høpi í minni
Herfølge verjan plagar at hava stórt álit á Jákupi Mikkelsen, og tað plaga teir millum annað at vísa við ofta at leggja bóltin aftur til bólttrygga málverjan. Men hesa ferð kiksaði, uttan at Jákup kundi gera [...] kann tað væl vera, at Brian Laudrup verður við í ferðalagnum og fer at hjálpa til inni á vøllinum. So er spurningurin, um Todi Jónsson fer at spæla saman við honum. Tá tað varð staðfest, at Brian Laudrup ikki [...] greitt, at kristi himmalferðardag í 1999 verður eingin føroyingur í Parkini, tá finalan í donsku steypakappingini verður spæld, og tað vil eisini siga, at tað verður ikki í hesum ár túsindinum, at nakar
politinum. §14. Bannað er á ella út á veg at nýta skotvápn og leikavápn, teirra millum boga og sleingju, at kynda bál, at lata av eldverk ella tílíkt ella at tveita steinar, kavabløk, vatn ella annað, [...] bannað at halda til so nær almennum ella privatum baðihúsi, at tað ampar hýtarunum. 4. petti: Politiið kann taka avgerð um tær atgerðir á almennum baðistrondum og baðistøðum, sum verða hildnar at vera neyðugar [...] neyðugar at seta í verk til tes at brygja fyri, at tey ið baða sær, elva til alment tykni. Framhald seinri. Hans Birgir Hansen
serliga við at fáa aðrar føroyskar spælarar. ? Gongdin er jú tann, at teir bestu spælararnir fara til Havnar at ganga í skúla o.s.fr., sigur Jógvan Gregersen og vísir eisini á, at tað ikki er so lætt at fáa spælarar [...] verður veikleikin hjá gøtumonnum í ár. Um tað fer at eydnast GÍ at blanda seg upp í aftur FM-stríðið, veldst hinvegin um, hvussu tað fer at eydnast at stimbra hópin til kappingina, sum nú nærkast. [...] spælarar úr Havn at koma út á bygdirnar at spæla. Hetta er annars nakað, fólk hava víst á sum ein møguleika, nú teir ungu havnarmenninir ikki sleppa á 1. lið í sínum egnu feløgum. Tað, at feløgini gera sáttmálar
liðið hevði megnað at hildi sær har uppi, og tí er ikki so nógv, sum bendir á, at leikararnir á felagsliðnum úr Vágum eru so keddir av, at fáa enn eitt ár í næstbestu deildini til at »stabilisera« liðið [...] um bak. Liðið hjá FSVágum leygardagin var merkt av, at nógvir leikarar hava skaðar at dragast við. ? Fleiri av teimum eldru leikarunum hava skaðar at dragast við í løtuni, og tí vóru fleiri unglingar við [...] fara at ganga. Vit skulu bara spæla betri enn vit gjørdu leygardagin, um vit ætla okkum at vinna móti LÍF, sigur Albert Ari Thomassen. Málið er fyrsta deild Albert Ari Thomassen dylur ikki fyri, at í ár
Løgmaður sigur, at hóast samarnir stríðast fyri øktum sjálvsavgerðarrætti, so eru umstøðurnar hjá teimum so nógv øðrvísi enn okkara, at tær kunnu ikki sammetast. ? Á ein hátt kunnu vit siga, at teir eru har [...] so nógv at skula sagt í tí stóru heildini. Samarnir búgva í einum stórum øki, sum fevnir um landumráði í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Russlandi, og tí ber ikki til uttan trupulleikar at siga at teir skulu [...] Og tað havi eg varhugan av at samarnir sjálvir eru greiðir yvir. Teir hava sítt parlament, og teir ynskja at parlamentið skal fáa størri ávirkan á avgerðirnar. Tí ynskja teir at fáa »detailstýringina« av
sigur, at keypsprísurin er 19 mió. kr. Hvat skulu tit brúka hann til? ? Vit skulu brúka bygningin sjálvir. Vit hava havt ætlanir, um at byggja ein bygning uppi á Hálsi, men tá vit fingu høvið til at keypa [...] hetta at merkjast? ? Sjálvandi verða arbeiðsumstøðurnar betri, og harafturat kunnu vit bjóða kundunum eina betri tænastu, av tí at alt verður savnað á einum stað. Marner Jacobsen sigur samstundis, at bygningurin [...] hevur Sparikassin vunnið trý ár. Marner Jacobsen sigur eisini, at tað sjálvandi er bíligari at keypa ein standandi bygning, heldur enn at byggja ein nýggjan. Tað flyta sløk 60 fólk inn í bygningin, tá
landsstýrismaður, at halda røðu. ? Á fólkafundinum leggja vit okkum eftir, at fáa fuglfirðingar, sum búgva aðrastaðni, at koma til býin at halda røðu, og í ár hava vit fingið Eilif Samuelsen at gera tað, sigur [...] bátunum hug at roynt seg á Varmakeldu, sigur Unn Petersen, sum er formaður í ÍF. Tað er ítróttarfelagið í Fuglafirði sum samskipar Varmakelduna, og tey eru eisini greið yvir, at tað er eitt minus, at kappróðurin [...] verið tónleikacafé?in, sum hevur staðfest, at fuglfirðingar og tónleikur eru tætt knýtt. Men í ár hevur tað ikki latið seg gjørt at fáa hesa ljómandi café upp at standa. ? Tað er stórt spell, tí tónleikacaféin
B36. Spenningurin var ikki so nógv í, at liðini vóru so jøvn ? HB við Helgu Ellingsgaard á liðnum hevði leikligu yvirvágina so at siga allan dystin ? men meira tí, at tað ongantíð var meira enn eitt mál [...] kláraði ikki at halda bóltinum, sum datt beint fyri føturnar á Rakul N. Joensen, ið javnaði til 1-1. HB fleiri streingir at spæla uppá Nú var dysturin púra opin aftur, og liðini skiftust um at hava bóltin [...] fleiri streingir at spæla uppá, var trupulleikin hjá B36, at Sólva Joensen var tann einasta, sum vildi nakað við bóltinum, og tá verður tað beinanvegin trupult. Teresa Johnsson dugir væl at brúka sín skjótleika