Løgmaður gestarøðari í Samalandi

Í seinastu viku var Anfinn Kallsberg gestarøðari tá samar skipaðu fyri evnisdegi um økt samiskt sjálvstýri. Løgmaður, sum var sjálvur triði útlendski gestarøðarin, letur sera væl at túrinum

Tað eru nógv fólkasløg, sum arbeiða fyri øktum sjálvstýri. Men tað eru verri enn so øll, sum hava somu fortreytir sum eitt nú føroyingar hava.

Samarnir í Skandinavia eru eitt gott dømi um, at hóast teir ikki hava føst landamørk, so verður arbeitt nógv fyri øktum sjálvstýri og sjálvsavgerðarrætti.

Í seinastu viku varð so skipað fyri einum evnisdegi í Arvidsjaur í Norðursvøríki.

Evnið henda dagin var øktur samiskur sjálvsavgerðarrættur, og fyrireikararnir høvdu boðið trimum útlendskum gestarøðarum at halda fyrilestur. Einum føroyingi, einum inuitti úr Kanada og einum New Zealendara av mauriskum uppruna.

Anfinn Kallsberg, løgmaður umboðaði Føroyar og hann greiddi frá ætlanum landsstýrisins um fullveldi.

Løgmaður sigur, at hóast samarnir stríðast fyri øktum sjálvsavgerðarrætti, so eru umstøðurnar hjá teimum so nógv øðrvísi enn okkara, at tær kunnu ikki sammetast.

? Á ein hátt kunnu vit siga, at teir eru har, sum føroyingar vóru fyri umleið 100 árum síðani. Teirra stríð snýr seg meira um málið og um mentanina sum heild.

Samarnir hava eitt parlament, men tað hevur ikki so nógv at skula sagt í tí stóru heildini. Samarnir búgva í einum stórum øki, sum fevnir um landumráði í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Russlandi, og tí ber ikki til uttan trupulleikar at siga at teir skulu hava føst landamørk.

? Og tað havi eg varhugan av at samarnir sjálvir eru greiðir yvir. Teir hava sítt parlament, og teir ynskja at parlamentið skal fáa størri ávirkan á avgerðirnar. Tí ynskja teir at fáa »detailstýringina« av samiskum viðurskiftum, sigur Anfinn Kallsberg.


Villar víddir

At tað eru stór og villini øki fekk løgmaður sjón fyri søgn.

Hann ferðaðist í flogfari um Keypmannahavn til Kiruna í Norðursvøríki. Haðani fór hann í bili til Jokkmok og víðari til Arvidsjaur, har evnisdagurin var hildin.

? Tað er ein ógvuliga stórligin náttúra í hasum økinum, og tað skiftir nógv alt eftir hvar ein er staddur. Heil norðuri er næstan púra oyði. Har er bara vatn, og tað er eisini hagani sviar fáa nógva orku. Syðri komu vit inn í skógina sum er øogvuliga stór, sigur Anfinn Kallsberg.

Hann sigur at tað var sera forvitnisligt at ferðast í umráðnum, tí víddirnar eru so øgiliga stórar.

? Onkuntíð koyrdu vit í fleiri tímar uttan at nakað livandi sást, so stórt er tað, sigur Anfinn Kallsberg.

Løgmaður greiðir eisini frá, at hann hitti ein sama, sum búði í Svøríki men summarhagin hjá honum lá í Noregi.

? So tað er av sonnum øðrvísið umstøður enn her hjá okkum, sigur Anfinn Kallsberg


Spjaddir um

eitt stórt øki

Sum sagt, so liva samarnir í einum sera stórum og spjaddum øki, sum fevnir um fleiri lond.

Í talið eru samarnir ikki so ógvuliga nógvir, so tá teir eru so spjaddir, so gerst tað enn torførari hjá teimum at fáa síni ynskir ígjøgnum.

Um 20 túsund samar búgva í Svøríki, meðan um 50 túsund búgva í Noregi. Um 10 túsund búgva í Finnlandi og eini 2-5 túsund í Russlandi, so tað er avmarkað, men kortini óhugnaliga stór øki talan er um.

Av tí, at teir búgva í økjum, sviar brúka til sín skógídnað og har vatnorkan er, so verður tað ógvuliga trupult fyri ikki at siga ómøguligt hjá samum at tosað um egið land.

? Men hjá teimum eins og hjá flestu øðrum fólkasløgum her í heiminum hevur tað stóran týdning at varðveita sín mentunnararv. Tað arbeiða teir sera hart fyri Og hóast teir eru fáir í tali, so hava teir fingið ymisk rættindi upp á pláss. Tað teir ynskja nú er, at útbyggja hesi rættindi, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður at enda um vitjanina hjá sær langt inni í Svøríki har samarnir halda til.