Ársins Songrødd ´98 - Finala leygarkvøldið!

Komandi leygarkvøld verður finalan um hvør hevur Ársins Songrødd í Ítróttarhøllini á Kambsdali.

Tilsamans seks finalistar eru við frá økiskappinunum, ið hava verið seinastu tveir mánaðirnar. Eisini fara Lena Andersen og bólkurin Chase at spæla til tiltakið, sum byrjar klokkan 22 og fer at vara í góðar fimm tímar.

Songrøddin hevur í ár sett fleiri met, millum annað hava tað aldrin verið so nógvir luttakarar kring landið sum í ár. Tilsamans 65 luttakarar vóru við í ikki færri enn 51 framførslum.

Teir seks finalistarnir eru nú funnir, og merkisvert er, at talan bert er um konu-fólk. Hetta er fyrstu ferð í søguni, so harrarnir mugu taka seg saman til næsta ár.

Í ár var eisini fyrstu ferð, at luttakarnir sluppu at velja sær løg. Tá freistin at velja lag var úti, høvdu longu eini tríati teknað seg, og tey flestu av teimum fingu eitt av ynskjum sínum uppfylt, hvat lagi viðvíkur.

Tað hava heldur ongantíð verið so nógv umfør sum hesuferð. Í mun til í fjørð, varð tiltakið skipað á øllum plássunum sum ætlað, og bert á Sandi og í Klaksvík var tiltakið bert tað eina kvøldið. Sostatt hevur tiltakið fevnt um heili 10 ymisk kvøld.

Áhoyraratalið hevur eisini verið høgt, so fyrireikararnir kunnu gleðast um, at afturvendandi tiltakið er sera vælumtókt í løtuni.

Viðvíkjandi dømingini, hevur tað verið sera trupult at finna rættu vinnararnar, og støðið hevur verið javnt gott um alt landið. Tó vóru áhoyrarnir rættiliga samdir við dómararnar á øllum plássunum tá avtornaði, og lagt er upp til eina sera javna og spennandi finalu.


Finalan

Tiltakið byrjar klokkan 22.00, men til ber at keypa atgongumerki frá klokkan 21.00. Ætlanin er, at bólkarnir fara at spæla millum luttakararnar, og eftir at vinnarin er funnin, spæla bólkarnir í einari meira blandaðari útgávu.

Bólkarnir, sum vera við í ár, eru báðir føroyskir. Lena Andersen Band er ivaleyst ein hin kendasti livebólkurin í løtuni, meðan hin bólkurin, Chase, ger eitt sera forvitnisligt comeback í sambandi við, at 10 ár eru liðin, síðan vit hoyrdu teir fyrstu ferð.


Gularótin

Fyrireikarnir hava aftur í ár valt at geva kontantar vinningar til teir tríggjar bestu luttakararnar. Talan er um kr. 1.500 til nummar trý, kr. 3.000 til nummar tvey og kr. 10.000 til vinnaran.

Tað verður ikki skrivað nøkur kontrakt við vinnaran, tí at fyrireikarnir meta ikki, at hetta er rætti hátturin. Fyrireikarnir vilja ikki gera nakað "Spice Girls" projekt við vinnaranum, har alt er avgjørt frammanundan, og vinnarin bert skal upptraðka sum ein frontfigurur, á einum frammanundan avgjørdum fløguprojekti.

Á hin bógvin, vilja fyrireikararnir fegnir hjálpa vinnaranum við einum fløguprojekti, sum viðkomandi sjálvur kemur við. Tað er eisini ein royndur táttur, at vinnarin av Songrøddini fær nógv ymisk tilboð eftir kappingina, so gularótin er har.


Bussar úr Havn

Í samband við tiltakið, hava fyrireikarnir heitt á Toru Tourist um at fyriskipa busssamband til og úr Havnini. Bussarnir koyra frá farstøðini klokkan 21,00 og heimaftur klokkan 04,00. Hetta hevur fyrr verið vanligt, og fyrireikararnir rokna sjálvsagt við stórari undirtøku til hesa serleið, sum Tora Tourist hevur átikið sær.
Nærri upplýsningar viðvíkjandi busssambandinum kunnu fáast við at ringja til fyrireikararnar ella Toru Tourist.


Ongin forsøla

Sum nevnt er møguleiki at keypa atgongumerki sama kvøld frá klokkan 21,00, tað vil siga ein tíma undan at dyrnar lata upp.

Tað verða ikki seld atgongumerki í forsølu, tí fyrireikararnir hava í staðin valt at nýta "armbond", og tey vera sjálvsagt ikki útflýggjaði, fyrr enn tey skulu nýtast - av praktiskum orsøkum.

Tískil er umráðandi, at fólk koma í góðari tíð, um tey skulu tryggja sær atgongumerki til tiltakið. Tey, sum koma við bussunum úr Havn, fáa sjálvsagt atgongumerki, tá tey koma á staðið, tað verður umleið klokkan 22,00.


Finalistarnir

Finalistarnir eru sjey í tali. Sum áðurnevnt, so er talan um eina reina konufólkafinalu, og av teimum sjey finalistunum syngja tær fimm einsamallar, meðan tvær syngja duo.

Í kassanum til vinstru er yvirlit yvir finalistarnar.