HB-kvinnurnar fingu fyrsta partabrævið í nýggja steypinum hjá FSF, tá tær hóskvøldið vunnu eina spennandi finalu 2-1 móti hinum oddaliðnum og grannunum úr B36.
Spenningurin var ikki so nógv í, at liðini vóru so jøvn ? HB við Helgu Ellingsgaard á liðnum hevði leikligu yvirvágina so at siga allan dystin ? men meira tí, at tað ongantíð var meira enn eitt mál á muni.
Fyrri hálvleikur endaði uttan mál, hóast bæði liðini høvdu møguleikar fyri at skora. Nærmast við var HB, tá Teresa Johnsson rakti á stongina, eftir at hálvur tími var spældur.
B36 hevði eisini onkran einstakan kjans fyrstu 45 minuttirnar, men einki spurdist burturúr.
Hálvleikssteðgurin var óvanliga langur, og tað man hava hóvað HB-kvinnunum best, tí seinni hálvleikur var nóg illa byrjaður, tá HB fekk brotsspark. Tað setti Eyðvør Thomsen trygt í netið, og so var HB á odda.
Málið kom illa við hjá B36-liðnum, og næstu løturnar var tað HB, sum átti alt.
Men B36-liðskiparin Sólvá Joensen vildi ikki gevast. Allan seinna hálvleik var tað hon, sum stríddist úti í vinstru síðu, og góðar tíggju minuttir eftir málið hjá HB var hon høvuðspersónurin aftan fyri útjavnandi málið hjá B36.
Hon fekk eitt hornaspark, sum hon sjálv sendi innfyri tætt undir málið, HB-málverjin kláraði ikki at halda bóltinum, sum datt beint fyri føturnar á Rakul N. Joensen, ið javnaði til 1-1.
HB fleiri streingir
at spæla uppá
Nú var dysturin púra opin aftur, og liðini skiftust um at hava bóltin. Men meðan HB hevði fleiri streingir at spæla uppá, var trupulleikin hjá B36, at Sólva Joensen var tann einasta, sum vildi nakað við bóltinum, og tá verður tað beinanvegin trupult.
Teresa Johnsson dugir væl at brúka sín skjótleika, og tað var eisini uppiborið, at hon kundi leggja HB á odda aftur, eftir at hon var sloppin fram um B36-verjuna og sendi bóltin niður í handara horn til 2-1.
Nú vóru framvegis tjúgu minuttir eftir at spæla, men ein hevði varhugan av, at tað var útselt hjá B36. Tær tyktist ikki at trúgva uppá sigurin, og fleiri av teimum sóu eisini troyttar út, meðan HB-kvinnurnar vóru skjótari, sterkari og ágrýtnari. Og harafturat trúðu tær uppá, at tær kundu fáa eitt mál afturat.
Tað var eisini sjáldan, at B36 kom fram um miðlinjuna seinasta korterið av dystinum. HB stýrdi tí, sum var eftir, og kundi við eitt sindur av hepni fingið fleiri mál.
Sigurin hjá HB var uppiborin, tí teir vóru ágrýtnari og eru eisini betur fyri enn B36-liðið, sum er ungt.
Sum heild var blussið tó lágt meginpartin av dystinum, og tað var ilt at trúgva, at talan var um eina steypafinalu.
Dysturin varð spældur á niðara vølli (graslíkið á ovara vølli er tikið av, tí nýtt skal leggjast á), og hóast tað kom eitt sindur av áskoðarum, so líðandi sum dysturin gekk (ein stórur partur var fólk, sum høvdu onnur ørindi í Gundadali kortini), vóru karmarnir ikki av teimum bestu, tá hugsað verður um, at tað hóast alt var næststørsta føroyska steypafinalan, sum bleiv spæld.
Tað var eisini torført at fáa eyga á nakað FSF-umboð, og onkur segði, at eingin frá Fótbóltssambandinum kom til vøllin fyrr enn seinni hálvleikur var væl í gongd. Um tað er rætt, er tað alt ov vánaligt av FSF, tá hugsað verður um alt hóvastákið, sum verður gjørt burturúr, tá menninir spæla finalu.
Men tá dysturin var liðugur, kundi HB-liðskiparin Eyðvør úr Dímun taka ímóti spildurnýggja og stásiliga steypinum, sum FSF sjálvt hevur latið, tí eingin annar var áhugaður.
Sosialurin ynskir HB tillukku við steypinum.










